Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. apríl 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. apríl 2015 sosialurin 40 4 Í apríl mánað er tiltakið »Red my lips« at síggja um allan heim. Tiltakið snýr seg um, at kvinnur nýta reyða varrastift fyri at seta ljós á kynsligan ágang móti kvinnum. Vit kenna yvirskeggið hjá monnunum í Movember, sum skal seta fokus á prostata­ krabba. Í apríl gera reyðu varrarnar vart við, at kvinnan aldri sjálv hevur skuldina av kyns­ ligum ágangi. Reyðu varrarnar eru eitt tekin um, at vit stuðla teimum kvinnum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, og endamálið er eisini at fáa í lag kjak og upplýsing. Ábyrgdin er aldri, nakrantíð hjá kvinnuni. Ábyrgdin kann hvørki heftast á klæðini, sminkuna, hvussu nógv tú hevur drukkið, hvar tú gongur ella hvønn tú setir títt álit á. Kynsligur ágangur er valdsmisnýtsla, harð­skapur og eitt tilvitað val hjá einum persóni at gera seg inn á ein annan persón. Og tað kann ongantíð forsvarast. Tað er tískil nú í apríl, at tú skalt finna reyðu varrastiftina fram og vera við í altjóða red-lips-rørsluni. Soleiðis er eisini tú við til at fáa boðskapin út. Vikan ið fór Sæð á Facebook: »Tá 12 fólk blíva skotin í París, hoyra vit ikki um annað í vikuvís. Men tá hálvt­annað­ hundrað universitetslesandi verða myrd í Kenya, er totalt tøgn í miðlunum. Hví?« Í døgunum 11.- 20. apríl verður Norður­ landahúsið karmur um Barnafestivalin. Sum vant verður ymiskt fjølbroytt á skránni fyri tey yngstu. Til dømis ein norðurlendsk, interaktiv framsýning, har børnini kunnu royna seg. Altíð vælumtókta Ævintýraferðin við Búa og Dánjali verður eisini við, eins og eitt forvitnisligt tekniskeið við Janusi á Húsagarði, umframt Frásøgucafé, har søgur verða at hoyra. Tvær konsertir eru eisini á skránni. Onnur við Jensinu Olsen, sum plagar at fáa stór og smá at flenna og syngja við - og hin við Føroya Symfoniorkestri, sum hevur vitjan av dananum Sigurd Barrett, sum serliga er kendur fyri at samantvinna barnasjónvarp og tónleik - og føroyska klovninum BuBu. Fyri tey 0-3 ára gomlu verður eisini eitt tiltak, nevnt Langt uppi í fjøllunum. Halgidagur: k42 sunnudagur og annar dagur til almenna gudsdýrkan (tá ið gerandisarbeiðið Lóg: -ar -ir kv2hvílir 1 (løgfr.) rættarreglur givnar av lóggávutingi, halda ~; bróta ~; samtykkja ~; í lógarinnar navni 2 (alisfr., lívfr.) regla um e-t fast og óbroytiligt (t.d. í náttúruni), náttúrulóg; tilbregðislóg; treyðalóg; tyngdarlóg ; sms. t.d. fíggjar-, grund-, haga-, heimastýris-, løgtings-, revsi-, ríkis-, veiði- Hvørjaferð náttklubbarnir mugu skerja sítt virksemi orsakað av halgidagslógini, eru røddir frammi og mótmæla. Og hesar páskirnar vóru einki undantak í so máta. Kári P. Højgaard leggur frá sær sum formaður í Sjálvstýrisflokkinum, og borgarstjórin í Klaksvík, Jógvan Skorheim, tekur við formanssessinum Altlantsflog hevur eitt gott úrslit: 20,2 milliónir fyri skatt Neistin spælir seg víðari í fyrstu FM-finaluni hjá kvinnum Formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, heldur, at vit eiga at endurskoða verandi valskipan. Hann ynskir at samantvinna nakað av gomlu valskipanini við nakað av verandi skipan, fyri at fáa tað besta burturúr báðum Gutti Winther, kokkur, vil hava føroyingar at taka støðu til, hvørt tvøst skal kunna seljast í handlum ella ikki Smágenta á Sandi bitin av hundi 2. páskadag Føroyingar eiga lítið hugaliga norðurlendska metið í ferðsluvanlukkum Barnafestivalur í Norðurlandahúsinum »Halgidagslógin« Reyðar varrar og kynsligur ágangur 11.–20. apríl apríl Mest nýtta orðið hesa vikuna ...uppá ein minutt So nógvir føroyingar búðu í Føroyum 1. februar í 2015. 48.693 mangt og hvat Hvønn minutt verða okkurt um 50 Bíbliur seldar. Tað er suverent mest seljandi bókin í heiminum. Atlantsflog søkir nú eftir nýggjum stjóra. Jørgen Holme, sum tók við sum stjóri, tá Magni Arge varð koyrdur úr starvi 16. november í 2013, heldur ikki fram í starvinum. Tá hann varð settur í starv, varð sagt, hann skuldi sita sum stjóri næstu tvey árini. Í blaðnum í dag søkir Atlantasflog eftir nýggjum stjóra, sum skal »ganga á odda og leiða eina av okkara týdningarmiklastu farleiðum til umheimin – og harvið stjórna einari av landsins størstu og týdningarmiklastu fyritøkum«, sum felagið sigur í lýsingini. Stjórin fær til uppgávu at útinna settu kósina hjá felagnum, »atlantic Airways kemur heim«, sum er løgd fram til 2018. – Sum tjóðarflogfelag, ið landið eigur, fær nýggi stjórin ein týðandi leiklut í samfelagnum, og tí verður tað ein týdningarmikil uppgáva hjá stjóranum at duga og megna at ganga á odda í samskiftinum við viðskiftafólk og samfelag. Áhugapartar í samskiftinum eru politikarar, mynduleikar, miðlar, fakfeløg, ferðavinnan o.o. Nýggi stjórin skal sostatt vera eitt sterkt umboð fyri Atlantic Airways og skilja týdningin og leiklutin hjá felagnum í føroyska samfelagnum. Eisini skal nýggi stjórin vera ein handilsligur og royndur leiðari, sum dugir væl at samskifta, og har leiðslustílurin er sjónligur og nærverandi. – Stjórin skal stuðla og vegleiða leiðarar og starvsfólk, soleiðis at tey ganga undan og taka ábyrgd. Sum persónur skal stjórin vera úrslitssøkin og klára at útinna hugsan í verki við styrki, áhaldni og einum skipaðum arbeiðshátti, sigur fealgið. Stjórin skal harumframt duga bæði at byggja upp og røkja síni sambond, samstundis sum hann natúrliga er ein sterkur persónur, ið eisini er avrikssøkin. Og nýggi stjórin í At­ lants­flog skal búgva – ella vera sinnaður at búgva – í Føroyum fyri at ger­ast ein partur av før­ oyska sam­fe­lag­ num. Jørgen Holme fer frá sum stjóri