Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-09, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. apríl 2015síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. apríl 2015 sosialurin 40 5 Atlantic Airways søkir nýggjan stjóra - til áhaldandi at føra tjóðarflogfelagið fram á leiðina Atlantic Airways søkir eftir einum nýggjum, professionellum stjóra, sum kann ganga á odda og leiða eina av okkara týdningarmiklastu farleiðum til umheimin – og harvið stjórna einari av landsins størstu og týdningarmiklastu fyritøkum. Stjórin fær til uppgávu framhaldandi at útinna settu kósina, ”Atlantic Airways kemur heim”, sum er løgd fram til 2018. Felagið er í løtuni á einari spennandi ferð, har nýggi stjórin kemur at hava ábyrgdina og at standa á odda fyri framhaldandi menningini av okkara tjóðarflogfelag til frama fyri føroyska samfelagið og tey 237.000 viðskiftafólkini, sum árliga flúgva við okkum. Starvið, uppgávur og ábyrgd Nýggi stjórin skal framhaldandi útinna løgdu kósina og, sum frá líður, eisini vera við til at menna hana meira saman við nevndini. Við tilvísing til nevndina fær stjórin ábyrgdina av rakstri og handilsligu framgongdini hjá felagnum. Við høvuðsskrivstovu í Vága Floghavn fær stjórin dagligu ábyrgdina av teimum umleið 200 væl skikkaðu starvsfólkunum, sum starvast hjá Atlantic Airways. Somuleiðis fær stjórin ábyrgdina av einum felag, ið umsetur fyri yvir hálva milliard krónur árliga. Uppgávan hjá stjóranum verður eisini framhaldandi at hyggja eftir handils- grundarlagnum hjá flogfelagnum og styrkja og menna virksemið, so kappingarførið støðugt økist. Stjórin skal dagliga saman við fíggjar- stjóranum stjórna felagnum og fram- haldandi tryggja ein úrslitagóðan og sunnan rakstur. Sum tjóðarflogfelag, ið landið eigur, fær nýggi stjórin ein týðandi leiklut í samfelagnum, og tí verður tað ein týdningarmikil uppgáva hjá stjóranum at duga og megna at ganga á odda í samskiftinum við viðskiftafólk og samfelag. Áhugapartar í samskiftinum eru politikarar, mynduleikar, miðlar, fakfeløg, ferðavinnan o.o. Nýggi stjórin skal sostatt vera eitt sterkt umboð fyri Atlantic Airways og skilja týdningin og leiklutin hjá felagnum í føroyska samfelagnum. Eginleikar og førleikar Nýggi stjórin skal vera ein handilsligur og royndur leiðari, sum dugir væl at samskifta, og har leiðslustílurin er sjónligur og nærverandi. Stjórin skal stuðla og vegleiða leiðarar og starvsfólk, soleiðis at tey ganga undan og taka ábyrgd. Sum persónur skal stjórin vera úrslitssøkin og klára at útinna hugsan í verki við styrki, áhaldni og einum skipaðum arbeiðshátti. Stjórin skal duga bæði at byggja upp og røkja síni sambond, samstundis sum hann natúrliga er ein sterkur persónur, ið eisini er avrikssøkin. Stjórin skal búgva ella vera sinnaður at búgva í Føroyum fyri at gerast ein partur av føroyska samfelagnum. Umsókn o.a. Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi stjórastarv í einari sterkari og ábyrgdarfullari fyritøku við eldhugaðum og dugnaligum starvsfólkum, og har ein professionell nevnd endurspeglar væntanir og krøv, ið verða sett komandi stjóranum. Spurningar um starvið kunnu setast Niels Mortensen, nevndarformanni, á telefon 216928 ella starvsráðgevanum Troels Gjerrild í Odgers Berndtson A/S á telefon +45 33143636. Umsóknarfreistin er týsdagin 28. apríl 2015. Umsókn, CV og onnur viðkomandi skjøl skulu sendast við telduposti til elise.nymark@odgersberndtson.dk, har eisini ein útgreinað starvslýsing kann bíleggjast. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel +298 34 10 00 www.atlantic.fo Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at ljós altíð verður varpað á trygd, stundvísi, kundanøgdsemi og úrslit. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Umsetningurin var 574 milliónir krónur í 2014. Atlantic Airways hevur trý Airbus 319 flogfør og tvær tyrlur í flotanum. Flogførini røkja rutusambandið úr Føroyum til býir í Danmark, Skotlandi, Íslandi og Noreg alt árið – og Spania um summarið. Tyrludeildin hevur um hendi ferðasambandið til útoyggjarnar, sjúkraflutning umframt leitingar- og bjargingartænastu.