Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. apríl 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. apríl 2015 sosialurin 40 6 Eyðun Klakstein J ógvan Skorheim er send­ur í álopið hjá Sjálv­stýris­flokk­ inum, meðan Kári P. Højgaard er farin í verjuna. Fráfarni formaðurin í Sjálv­ stýrisflokkinum brúkti ítróttar­ myndatalu, tá ið hann staðfesti, hvat nú er hent í 109 ára gamla flokkinum. Kári P. Højgaard, sum saman­ lagt hevur verið formaður í Sjálv­ stýrisflokkinum í 12 ár, gav upp undir páskir­nar borgarstjóranum í Klaksvík tilboðið um at yvirtaka leiðsluna í flokkinum, um hann samstundis vildi stilla upp á løgtingsvalinum. Jógvan Skorheim, sum áður hevur boðað frá, at hann ikki ætlaði sær at stilla upp til løgtingsvalið, tók av páskatilboð- num hjá Kára P. Højgaard, og miku­ dagin varð skiftið staðfest í flokk­ inum. Hósmorgunin fekk almenn­ing­ urin so kunning um skiftið, tá ið Sjálv­ stýrisflokkurin hevði tíðinda­fund í Miðlahúsinum í Havn. Órógv Kári P. Højgaard segði á tíðinda­ fund­inum, at tað er fyrst og fremst órógvið um hansara persón, sum hevur fingið hann at taka stigið til for­mans­skiftið. Kári P. Højgaard vísti á kanningina av hansara leikluti í sam­bandi við Skálafjaratunnilin, og helt, at hetta málið kundi koma at órógva Sjálvstýrisflokkin upp undir løg­tingsvalið. – Skal Sjálvstýrisflokkurin fáa eitt gott løgtingsval, er alneyðugt, at eingin kann seta spurning við trú­ virðið hjá floksformanninum, segði Kári P. Højgaard. Jógvan Skorheim boðaði í fjør­ heyst frá, at hann stillar ikki upp á løg­tings­valinum, tí hann vildi savna seg um arbeiðið sum borgarstjóri í Klaksvík. Men tilboðið um at fáa for­mans­ sessin í Sjálvstýrisflokkinum hevur fingið Jógvan Skorheim at broyta hugsan. – Tað koma løtur í lívinum, tá ið møguleikar stinga seg upp. Vit kenna tað øll. Møguleikar, sum eggja okkum til at at taka av. Politiski vígvøllurin er einki undantak. Í dag havi eg fingið møgu­leikan at verða formaður í Føroya elsta og mest siðvanda flokki í Føroyum, segði Jógvan Skorheim. Hann sigur, at hann var ivaleysur, tá ið hann fekk tilboðið. – Tað er ein heiður og samstundis ein stór avbjóðing fyri meg at gerast for­maður í Sjálvstýrisflokkinum. Eg taki av møguleikanum, segði Jógvan Skorheim. Søgan Sjálvstýrisflokkurin er annar av tveimum teimum fyrstu flokkunum í 109 ára longu flokspolitisku søgu Føroya. Sambandsflokkurin var stovn­aður í 1906, og tey, sum ikki fóru upp í Sambandsflokkin, vóru í Sjálv­ stýris­flokkinum, sum formliga varð stovnaður í 1909. Í 1916, sum var fyrsta løgtingsvalið, at konufólk høvdu atkvøðurætt, vann sjálvstýrsisflokkurin 51,7 prosent av atkvøðunum. Sambandsflokkurin var næststørstur við 37,9 pro­sent­um og 10,4 prosent vóru uttan­flokka. Skal Sjálv­stýris­ flokkurin fáa eitt gott løgtingsval, er alneyðugt, at eingin kann seta spurning við trúvirðið hjá floks­for­mann­ inum« politikkur Kári P. Højgaard heldur, at turbulensur um hansara persón kann órógva løgtingsvalið hjá flokkinum, og tí hevur hann latið Jógvani Skorheim ábyrgdina at standa á odda fyri Sjálvstýrisflokkinum Kári sendir Jógvan í álopið Formansskifti