Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. juli 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 130 - 10. juli 2004 Nr. 130 - 10. juli 2004 11 Tað var í tøkum tíma, at løgmaður meldaði út við støðu landsstýrisins til nýggju ES grund- lógina og fylgjurnar fyri Føroyar av tí umskip- an, ið er á veg í Europa. Lat fara at løgmaður samstundis kom at avdúka, at undanfarna samgonga hevur sovið í tímanum. Lat so fara at hendan samgongan var líka við at liggja sjóvarfallið av sær. Landsstýrið fer at skjóta upp at settur verður ein føroyskur - danskur bólkur við serfrøðingum at endavenda øllum teimum spurningum og ivamálum, sum stand- ast av, at Danmark møguliga fer at taka undir við ES grundlógini. Eingin ivi kann vera um, at tað er av størsta týdningi at fáa staðfest og útgreinað, hvørjar ítøkiligar avleiðingar ES grundlógin fær fyri Føroyar. Talan er sum kunnugt um fýra høvuðs- øki, nevniliga uttanríkismál, verjumál, rættar- politikkur og gjaldoyrapolitikkur. Vera hesi øki flutt úr Keypmannahavn til Bruxelles, so slepst ikki undan, at hetta fær fylgjur fyri ríkisfelags- skapin so ella so. Tað er tí sera umráðandi, at allar fylgjur av broytingunum verða útgreinaðar út í æsur. Tað er tí eins umráðandi, at tað veru- liga vera serfrøðingar og ikki hálvir politikk- arar, sum skulu gera útgreiningararbeiðið. Her má eingin krógvað dagsskrá vera. Løgmaður nevndi í útvarpinum í gjár møgu- leikan at samstarva við Grønland um hetta mál. Hetta er upplagt, og eigur so avgjørt at verða roynt. Tað er tí eitt sera gott hugskot, at løg- maður tekur hesar spurningar upp á komandi ríkisfundi. Eisini umrøddi løgmaður fram- tíðarstøðuna, um Danmark fer undir ES grundlóg. Hann vísti á, at einki er, sum forðar Føroyum og Grønlandi at átaka sær tey øki, sum í dag eru felagsmál, men sum verða flutt yvir til ES við grundlógini. Hetta er áhugavert, og eigur serfrøðingabólkurin at umhugsa hesa síðuna av málinum eisini ella við øðrum orðum, hvussu loysa vit best hesar uppgávur og hvussu kunnu Føroyar og Grønland í felag loysa nakrar av hesum uppgávum. At enda skulu vit loyva okkum at minna á, at tað er sera umráðandi, at serfrøðingabólkurin undir arbeiði sínum hevur samband við teir partar av samfelagnum, sum viðkomandi øki fevna um. Tað má ikki enda sum við Hvítubók - nógvur roykur men eingin grind! DAGSINS MEINING Sosialurin Greið útmelding um ES VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Petur Martin Petersen Mogensgade 13, 1.tv., 8500 Grenaa Varð eitt sindur skakkur av at hoyra Óla Heinesen, stjóra á Toll- og Skattstov- uni, úttala seg í útvarpstíð- indunum um innkrevj-ing- ina av mvg-eftirstøðu. At geva eini manglandi lóggávu, at taka vinnuloyvi frá handilsfólki, skylduna fyri manglandi innkrevjing av mvg-eftirstøðu, haldi eg verða langt úti. Óli var inni á, at tað ikki loysti seg at koyra fyritøkur á húsagang, men hvat meinar Óli tá við, at tað ikki loysir seg. Toll- og Skattstovan hevur skyldu til at koyra eina fyritøku á húsagang, um tað vísir seg, at fyritøkan ikki klárar at halda sínu figgjarligu skyldur. Minst til Óli, at Toll- og Skattstovan hevur skyldug til at avmarkað tapi hjá Landskassanum, og hvussu kanst tú avmarka eitt tap, tá ið tú letur fyri- tøkuna halda fram og har- við økja um mvg-eftirstøð- una til landskassan. Minkar Toll- og Skatt- stovan tapsvandan við at taka vinnuloyvi frá fyritøk- um, tá ið tað ikki loysir seg at koyra fyritøkur á húsa- gang? Her er okkurt sum mótsigur sær sjálvum. Òli Heinesen veit væl, at nógv- ar av fyritøkunum, sum skylda mvg til landskassan, hava havt stráðmenn aftan fyri seg. Tað verða ikki minni strámenn, um Toll- og Skattstovan fær loyvi til at taka vinnuloyvi frá fyritøkum. Síðani nevndi Óli Heine- sen nakað um, at fyritøkur ikki lata sína mvg uppgerð inn. Og her kann eg skoyta uppí, at tað eru vinnurek- andi í Føroyum, sum ong- antíð síðani 1993 hava latið eina tí einastu mvg uppgerð inn síðani mvg kom í gildid í Føroyum. Kanska var tað uppá sítt pláss hjá Toll- og Skattstovuni at fáa hesar uppgerðirnar inn. Mær vit- andi hevur Toll- og Skatt- stovan 10 tals fólk í starvi, sum hava til uppgávu at hava eftirlit við fyritøkum. Men her hevur so okkurt haltað í ólukkumát. Fyri at tað ikki skal verða lygn, so er sama skili galdandi, tá ið talan er um at lata sjálvupp- gávur/rokniskapir inn til Toll- og Skattstovuna. Toll- og Skattstovan heldur seg hava uppfunnið eina skip- an, sum ikki finst aðra- staðni í verðini; at lata eina teldu áseta hvussu nógv mvg og hvussu nógvan skatt tú skalt gjalda. Ja tú hevur lisið rætt, eina teldu. Hendan góða teldan gev- ur so aftur boð til innkrevj- ingarfólkini, at hon (teldan) metir at innkrevjingarfólk- ini skulu krevja so og so nógv mvg og so og so nógvan skatt frá fyritøkuni ella persóninum. Fyri at Føroya fólk ikki skal halda at pantifútarnir á Toll- og Skattstovuni einki gera til nyttu, skal eg boða frá, at nógvir av pantifútun- um als ikki hava pantifúta- arbeiði sum sína primeru uppgávu. Pantifútin er, tí- verri, nógv meira málsvið- geri enn hann er pantifúti. Eitt stórt afturstig fyri innkrevjingina í Føroyum, tí at tað verðuliga eru brúk fyri pantifútum burturav, sum dag og dagliga eru í markini fyri at tryggja landskassanum, at eftir- støður koma inn. Hetta er ikki meint sum niðurgerðan av pantifútan- um, men hann hevur ikki annað val, soleiðis sum arbeiðsbýti á Toll- og Skattstovuni er ídag. Trúgv mær Óli, at tá ið pantifútin fær loyvi til at virka sum pantifúti burtuav, so skalt tú síggja, at mvg-eftirstøðan til Landskassan koma niður á tær 20 mill. tú tosar um. Men hettar krevur eisini nakað av eftirlitsfólkunum á Toll- og Skattstovuni, sum mugu ganga hond í hond við pantifútanum, tá ið slagið um innkrevjing skal standa sína roynd. Viðmerking til Óla Heinesen og tíðindini um innkrevjing av mvg-eftirstøðu Finnleif Guttesen Fyri tingmenninar valdir í Suðuroy, hevði hetta ikki verið nakar trupulleiki, tvørtur ímóti, tí teir hugsa bert um eitt, seg sjálvan. Nei, har manglar dirvi til at halda orð, sjálvt um tað hevur keðiligar politiskar avleiðingar, og dirvi og ryggur til at seta treytir, sum eru til gagns fyri teirra veljarar Hesin veruleiki hevur verið sera sjónligur síðani kreppuna fyrst í nítiárun- um, tí, til hvørt val hava teir lovað bæði eitt og annað, fyri at økja um arbeiðspláss í Suðuroynni, men tað ein- asta, ið er hent, er, at ar- beiðspláss hvørva og fólka- talið minkar. Nýggj ferja, kei og tunlar skapa einki varandi ar- beiðspláss, tað veit einhvør suðringur, men tað er iva- samt, um teir fólkavaldu tingmenninir í Suðuroy eru greiðir um hendan veru- leika - tí tað einasta, sum teir brúka orðaskvaldur uppá, er ferja,kei og tunnil. So, Føroyar eitt valdømi, hevði passað hesum ting- monnum serstakliga væl, tí so sluppu teir frá at lova sínum veljarum nakað, sum teir allíkavæl ikki halda. Føroyar eitt valdømi? Johan Dahl løgtingsmaður Vit eru altíð sera avgjørd, tá tað um fiskivinnuna á sjógvi og landi snýr seg, at tosa um kappingarførið, marknaðarkreftir og fría kapping og onki ilt at siga um tað, MEN, hví tosa vit ikki um tað sama, tá tað hevur við loftferðslu at gera? Hyggja vit kring okkum um allan heim so er tað eftirhondini so bíligt at seta seg í eitt flogfar, at ein næstan fær pening goldnan afturfyri. Dømi um ferðakostnaðir Eg kann her geva nøkur fá dømi um prísstøði og við- merkjast skal, at flestu av hesum flogleiðum hava somu flúgvitíð sum Keyp- mannahavn - Føroyar, tó er 50 min longri at flúgva til Keflavíkar. Tann fría kappingin? Á Føroyaleiðini hava vit eina meir ella minni kar- tell-líknandi monopol- støðu, har flogfeløgini, sum hava konsessiónina, avtala sínámillum príslegu, sum síðani verður góðkend av vinnumálaráðnum. Er hetta ikki við at verða ein farin tíð? Hví ikki geva øllum ferðandi til og úr Føroyum sama møguleikan at ferðast bíliga til á sama hátt sum restin av heiminum ger tað og latað fríu kappingina ráða? Hvat er tað fyri "ser- støða", sum vit eru í, tá vit skulu gjalda fleirfalt tað sum onnur ferðandi gjalda fyri stórt sæð somu flúgvi- teinar í londunum rundan- um okkum ? Tá ið marknaðarkreftir- nar ikki fáa loyvi at virka, - hvar er tá tann fría kapp- ingin kann ein spyrja? Kartellavtalur og bøtir Hyggja vit t.d. at, hvat hendi viðv. avtalaðum prís- um millum SAS og Mærsk Air á ávísum leiðum í Europa fyri nøkrum árum síðani, so fingu hesi bæði feløg stórar bøtur frá ES - minnist meg rætt so vóru tær í fleiri 100 millióna krónurs klassanum, fyri at hava gjørt slíkar ólógligar avtalur, ið høvdu við sær, at marknaðarkrefturnar vórðu settar út av spælinum fyri egnan vinnning skuld. Hjá okkum er hetta eyð- sýnt í fínasta lagi ?? Tað er í lagið at avtala prísir millum flogfeløgini! Vóru vit ein partur av ES, høvdu vit ivaleyst fingið aðra bók í at lisið hesum viðvíkjandi. Kappingar- og ánara- viðurskiftini mugu normaliserast Tað eigur at verða gjørt nakað ítøkiligt fyri at normalisera kappingarvið- urskiftini á Føroyaleiðini og mugu vit tí gera upp við okkum sjálvi, um vit vilja hava eitt/tvey - av ferða- fólkunum subsidieraði flogfeløg (eg sigi subsi- dierað tí vit gjalda ein yvirprís fyri hvønn einasta ferðaseðil) í mong ár fram- yvir, ella vilja vit hava eitt/ tvey flogfeløg sum kappast á jøvnum føti framyvir? Okkara egna almenna flogfelag eigur at standa á egnum beinum og blíva einskilt í nærmastu framtíð. Politiskt eigur hetta mál at verða tikið upp í kom- andi tingsetu. Hvat er hetta fyri nakað? Gunnleivur Dalsgarð Formaður í Starvs- mannafelagnum VIÐMERKING TIL ÓLA HEINESEN, STJÓRA Á TOLL- OG SKATTSTOVU FØROYA: Tað eru ikki smávegis tíðindir, ið stjórin á Toll- og skattstovu Føroya, Óli Heinesen, kemur við um eftirstøður av 10tals milliónum i MVG og manglandi innkrevj- ingarmøguleika og - vilja at fáa hendan úti- standandi pening í kass- an. Men innkrevjingini hevur fyri nøkrum árum síðani eisini verið á breddanum og tað skort- aði ikki uppá ávaringar um at hetta fór at verða gongdin, men leiðslan valdi heldur enn at menna og útbyggja inn- krevjingina, at senda starvsfólk til hús og mestsum avmontera deildina tá, í eini mein- ings- og viljaleysari her- ferð, sum fyrst og fremst hevði til endamáls, at verja eina leiðslu og fáa eina leiðslukabalu at ganga upp. Starvsfólk og deild vórðu offraði í hesum ódámliga "spæli"! At innkrevjingini hev- ur havt og hevur dugna- lig starvsfólk, er ongin ivi um, so tað er ikki har trupuleikin skal vendast ímóti. Mín spurningur til Óla Heinesen og Fíggjar- málaráðið er tí fyrst og fremst: Hví var so umráðandi fyri nøkrum árum síðani at fara undir eina her- ferð, at syndra eina væl- virkandi innkrevjing og senda fólk til hús, væl- vitandi um at her var ovmikið at tríva í og fáa uppá pláss, við innkrevj- ingarfólkum, sum vistu og dugdu sítt arbeiði til fullnar? Løgið um ikki onkur, helst fleiri í ovastu leisl- uni á Toll- og Skatt og Fíggjarmálaráðnum, nú eiga at hava ringan smakk í munninum, um tað herferð, sum tá varð víst móti deildini og ikki minnst starsvfólkunum! Nú at fáa at vita, at allar hesar milliónirnar "standa úti", er beinleið- is skakandi. Vit brúkarar av tænastunum hava goldið hesum fyritøkum í dýrum dómum hetta sama MVGið. At tað skal bera til, at fyritøkur kunnu "leggjast á" hend- an pening, uttan at hetta fær fylgir fyri tær frá myndugleikunum, sum vara av, at lógir og reglur verða hildnar, er ófatu- ligt og kann als ikki góð- takast. Tað minnsta kravið, frá okkum sum borgarar og sum hava goldið hes- um fyritøkum meir- virðisgjaldið, er, at vit fáa at vita hvørjar hesar fyritøkur eru, sum ikki halda sínar skyldur mót- vegis landskassanum, soleiðis at vit fáa møgu- leika, at sálda tær frá, tá vit hava brúk fyri at keypa okkum eina tæn- astu ella vøru. Men høvuðskravið er tó sjálvsagt, at myndug- leikarnir skipa so fyri og nýta ta neyðuga orkuna, sum skal til, fyri at hetta kann steðgast og ikki sleppur at halda fram. So stuttligt er tað nú ikki at gjalda MVGið, at vit hava hug at gjalda hetta tvær ferðir! Her er nógv at tríva í, hjá teimum, sum hava leiðsluna í hesi landi! VIÐMERKINGAR Jógvan við Keldu landsstýrismaður Bert eitt land uttanum okkum hevur eitt val- dømi, tað er Grønland, og har er lagt upp til broyt- ingar, m.a. tí at umboð- aniner so mikið órættvís. Av og á kemur upp at venda, at betri og meira rættvíst hevði verið, um Føroyar var eitt valdømi, heldur enn sum nú - sam- bært verandi lóg - sjey val- dømi, har talið á tinglimum í hvørjum øki sær er ásett, og síðani er umframt møguleiki fyri, at upp til fimm limir kunnu verða eykavaldir eftir §§ 32 og 33. Á ferðini í Grønlandi, hevur løgtingsformaðurin helst tosað við onkran politikara, sum er fegin um, at Grønland er vorðið eitt valdømi. Við hesum kemur hann heim og vísir á, er ætlan samgongunnar er at endurskoða løgtingsvallóg- ina, har nakrar broytingar skulu fremjast, og tá kann talan verða um eitt val- dømi, sum hann sigur har "eru fyrimunirnir nógv fleiri enn vansarnir". Løgtingsvallógin verður nú endurskoðað Fólk í Innlendismálaráð- num hevur so smátt sett skjøtil á hesa endurskoðan, eitt arbeiði sum kemur at verða framt í komandi mánaðum. Lat meg beinanvegin siga, at bæði Grønland og Ísland hava broytt sínar val- lógir soleiðis, at Grønland er eitt valdømi, og Ísland er býtt upp í seks valdømi. Føroyska vallógin eins og danska hevur til endamáls, at umframt at miðøkini skulu hava sína umboðan, skal eisini verða sæð til, at økini eisini verða umboðað í løgtinginum og í danska fólkatinginum. Í Grønlandi búgva í dag 23 tingfólk av 31 í høv- uðsstaðnum Nuuk. Suður- grønland hevur einki um- boð, Eysturgrønland eitt umboð. - Sambært upp- skotinum um nýggju sjálvstýrislógina í Grøn- landi er talan um at gera broytingar í vallógini aftur, tí hon virkar ikki nóg væl. Neyvan meiriluti fyri einum valdømi í løtuni Bæði Útvarp Føroya og Dimmalætting - her kann vísast til oddagrein - hava gjørt eitt ávíst arbeiði við at "sláa eitt slag" fyri einum valdømi, meðan Sjónvarp Føroya fekk burtur úr prát- inum við Fólkaflokkin, at Fólkaflokkurin ikki hevur viðgjørt málið, men at har er ivasamt, og ein av tíð- indamonnum útvarpsins fekk sagt, at "Fólkaflokk- urin er jaligur", sum hann tók til. Formaður Fólkafloksins Anfinn Kallsberg hevur greiðliga sagt, at tíðin er ikki búgvin fyri kjakinum um eitt valdømi, tí nógv skal fáast upp á pláss áðrenn, eitt nú, hvat komm- unurnar skulu umsita og hvussu økini í framtíðini skulu síggja út. Ísland Venda vit síðani aftur til Ísland, er Reykjavíkarøkið býtt upp í tvey, meðan hini fýra av seks økjunum fevna um 10 tinglimir hvørt. Eysturlandið hevur helst longu mist ein tinglim, so har eru bert 9 tinglimir. - Íslendingar eru sera iva- samir, og vit skulu minnast til, at næstan helmingurin av øllum íslendingum býr um Reykjavíkarleiðina. Sentralistar og fjølmiðlar Eingin ivi er um, at sen- tralistar eru samdir um eitt valdømi.Tá fáa vit helst somu viðurskifti við búset- ing og býti av ting-manna- talinum sum í Grønlandi. Aðrir tinglimir, sum búgva úti um landið, eru ivasamir um rætt er við einum val- dømi. Tað tykist eingin ivi hjá báðum nevndu fjølmiðlun- um, Útvarpi Føroya og Dimmalætting, at teir ynskja eitt valdømi, so - sum Dimmalætting tekur til í oddagreinini - at sleppast kann undan lokalpolitikki í framtíðini. - Ber til hjá landsfevndum fjølmiðli at vera so blindur og so sub- jektivur?! Í hesum sambandi eigur spurningurin at verða um- hugsaður um framhaldandi at varðveita Føroyar sum eitt fjølbroytt og samansett land, har givið verður ymisku økjunum kring landið ans, og tey hava ávirkan, og eisini eru búskaparliga gevandi til alt landið. Fáast í rættlag við nøkrum tekniskum broytingum Sum er ber til at tryggja, at ymisku landafrøðiligu økini fáa umboðan á tingi. Ein skipan við einum valdømi tekur sum kunnugt ikki hædd fyri hesum. Rættvísin við einum val- dømi er sera ivasom á fleiri økjum. So kunnu vit spyrja, um allar Føroyar verða betri við einum valdømi, og um neyðugt er at taka grundleggjandi súlurnar undan okkara skipan, held- ur enn at fáa rættað teir teknisku skeivleikarnar, ið eru. Við teimum grundgev- ingum, sum higartil eru komnar, er eingin orsøk til at gera Føroyar til eitt val- dømi, tí eitt heldur rætt- vísari býti kann fáast við m.a. fleiri eykatingvaldum og við smávegis broyt-ing- um í nýttu roknihættunum, soleiðis at tingmannabýtið samsvarar við prosentvísa býtið av atkvøðunum. Verður føroyska samfelagið betri við einum valdømi? Fría kappingin – marknaðarkreftirnar ráða ?? – Flogferðslan eftirbátur Keypmannahavn - Keflavík uml. 860 kr. hvønn vegin Keypmannahavn - London uml. 495 kr. hvønn vegin Keypmannahavn- Amsterdam uml. 395 kr. hvønn vegin Keypmannahavn - Brussel uml. 325 kr. hvønn vegin Keypmannahavn - St. Petersburg uml. 825 kr. hvønn vegin C M Y K 11 10