Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. juli 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 130 - 10. juli 2004 Nr. 130 - 10. juli 2004 9 Tað bæði smakkaði, luktaði og ljóðaði norskt í miðbýnum í Havn fríggjamorg- unin NORSKT Heri á Rógvi Heri@sosialurin.fo Spæl so Teitur. Norski útvarpsverturin Birger Meland frá NRK hevur eitt sindur ilt við at fáa síni fólk í Norra at skilja, hvør víðagitni før- oyski sangarin er – og hvussu navnið skal úttalast. Ein tøkningur frá Ùtvarpi Føroya kemur honum til hjálpar, og tað vísir, at tað ikki allíkavæl er Teitur norsku lurtararnir skulu leggja oyra til. So er klárt at senda. Klokkan 10.03 verður latið beinleiðis upp fyri radio- bylgjunum millum NRK Sogn og Fjordane og mið- býin í Havn. Staðið, sum nógv velja at kalla Spari- kassagarðurin, er karmur fyri norsku herligheitini hendan fríggjamorgunin. Umframt útvarpsvertin Birger Meland, sum flest øll norsk fjølmiðlafólk er ein tilkomin gráhærdur maður, hava borgararnir í høvuðsstaðnum og fólk á leiðini eisini møguleikan at smakka eitt sindur av góðum gomlum norskum mati. Matur, sum teir sjálv- ir rópa víkingamat. – Hann heldur sær allan- vegin til Onglands, sigur ein av norsku kokkunum, meðan hann trýstir eitt sindur av Mylsa niður í undirritaða. Tað verður meira enn bert trupult at greiða ítøki- liga frá øllum rættunum, so tit mugu noyðast við, at upplivingin hjá undirritaða var, at maturin smakkaði bara væl. Og jú, maturin kundi minna eitt sindur um føroyskan mat. Har var svínakjøt, mår pølse, geit spekekjøtt, gammel ost og mangt annað. Vitjanin hjá norsku út- varpsfólkunum er samskip- að við einari upplýsandi herferð hjá Fjord1 og ein- um samtaki av norsku mat- framleiðarunum, sum framleiða tann góða gamla matin. Birger Meland og hans- ara fólk koma frá einari NRK deild, ið rópast fyri NRK Sogn og Fjordane, sum hevur lurtararnir í norðurvestur Norra. Um- framt at framleiða seks tím- ar av útvarpi um dagin, so verður eisini framleitt sjón- varpstilfar til eina lokala tíðindasending hjá NRK. Birger Meland stendur á odda fyri einari morgun- sending, sum sigst at hava einar 50.000 lurtarar. Men Teitur og hin sang- arin, sum norski verturin heldur eitur Eivør ella okk- urt líknandi, eru ikki tað einasta, sum NRK spælir av føroyskum tónleiki hendan dagin. Ùtvarpsstøðin hevur eisini ligið framvið og tikið upp Hanus G. Johansen, tá hann hevur skrivað tónleik til yrking hjá ídna norsku yrkjaranum Jakob Sande. Nú klokkan spakuliga gerst hálvgum ellivu byrjar áhugin hjá fólki at økjast munandi. Norski útvarps- verturin hevur eisini fingið fatur á fleiri fólkum, sum hava havt tilknýti til Sogn og Fjordane. Teirra millum eru Jenny Petersen, sum nú starvast innan yrkissjónleik í Føroyum, men hevur hev- ur búð í Norra í fjúrtan ár. Eisini Kári Reynheim og Dia Midjord vóru gestir hjá norska útvarpsvertinum. Teir hava báðir verið virkn- ir innan ítrótt í økinum, har sendararnir hjá NRK Sogn og Fjordane røkka. Og tað byrjaði so smátt at gerast norskt í Havn. Tað bæði ljóðaði, luktaði og kendist norskt hesa løtuna í miðbýnum í Havn. Norskt so tað baskar Útvarpsverturin Birger Meland ger samrøðu við Kára Reynheim og Dia Midjord. Teir hava báðir verið venjarar í Norra, og tað bilaði heldur ikki hjá teimum at tosa norskt Mynd: Jens Kristian Vang Klaksvíkingurin Jógvan Andrias Joensen, t.v., er til dagligt mentanarstjóri í norska býnum Fjaler. Her roynir hann eitt sindur av geitakjøti Mynd: Jens Kristian Vang Tað smakkaði hjá hesum kvinnunum fríggjamorgunin, tá tær fingu sær av tí góða gamla norska matinum Mynd: Jens Kristian Vang Ein støveksplotíón var orsøkin til, at sløkkiliðið varð boð- sent á Havsbrún í Fuglafirði EKSPLOTIÒN Heri á Rógvi Heri@sosialurin.fo À einari av silounum, sum verða nýttar til at goyma fiskamjøl, stóð ein maður. Klokkan 18.49 fekk hann ein skelk, ið hann óivað fer at minnast í langa tíð. Brádliga hoyrdi hann eitt øgiligt óljóð undir sær, og hann gjørdist umgyrdur av royki. Sløkkiliðið var boð- sent og kom skjótt á staðið, men lukkutíð kundi tað staðfestast, at neyðugt var ikki at sløkkja nakran eld. – Tað hendi ein støv- eksplotiónin, sum er eksplotión av tí støvi og tí luft, sum er í Siloini. Hetta er eitt vælkent fyribrigdi, ið er trupult at verja seg full- komiliga ímóti, sigur Ingvi Lava Olsen, tekniskur stjóri á Havsbrún. Tekniski stjórin fegnast um, at maðurin, sum varð staddur á Siloini ikki fekk nakran skaða. Ingvi rósar eisini sløkkiðliðnum fyri at koma skjótt á staðið. Siloin var ein triðingsfull, tá eksplotiónin hendi. – Siloin fekk eitt sindur av skaða, men tað er ikki nakað, sum fær nakran størri fíggjarligan týdning ella ávirkar framleiðsluna nakað munandi, sigur Ingvi. Nógvur roykur – men eingin grind Ein støveskplotión í einari av Silounum hjá Havsbrún gjørdi tað neyðugt at boðsenda sløkkiliðnum, men lukkutíð var ikki neyðugt at sløkkja nakran eld FIFA heiðrar Haldgrím – Eg havi so ikki biðið um hetta. Tey mugu halda meg vera blivn- an nakað gamlan, sigur Haldgrím Greg- ersen. Gamli fótbólts- ovastin í Gøtu fær nú viðurkenning frá FIFA fyri sítt drúgva arbeiðið fyri før- oyskum fótbólti HEIÐURSLØN Eyðun Klakstein Er tað nakar persónur, sum fram um aðrar hevur myndað ítróttarlívið í Gøtu, so man tað vera Haldgrím Gregersen, sum í 43 ár sat í nevndini hjá Gøtu Ítróttar- felag. Nógv av árunum var hann formaður í felagnum. Nú hevur altjóða fótbólts- samgongan FIFA gjørt av, at Haldgrím Gregersen skal heiðrast fyri stítt stóra ar- beiðið fyri føroyskan fót- bólt. – Eg havi so ikki biðið um hetta. Tey mugu halda meg vera blivnan nakað gamlan, svarar Haldgrím skemtandi, tá ið hann verður spurdur um, hvat hann heldur um heiðurs- lønina. – Eg veit ikki, hvat eg skal siga til tað. Eg eri sera stoltur av, at eg fái ein slíka viðurkenning fyri mítt arbeiði, sigur hann. Vóru ikki í iva um innstilling FIFA, sum er samtakið fyri øll fótbóltssambondini kring heimin, hevur gjørt av, at Haldgrím Gregersen skal hava Centennial Order of Merit, sum verður latin í sambandi við, at FIFA verður 100 ár í ár. Føroyska fótbóltssam- bandið varð biðið um at innstilla ein persón, sum tað helt hevði uppiborið eina virðisløn fyri sítt arbeiði í føroyskum ítrótti. – Kravið var ikki, at tað endiliga skuldi verða nakar formaður, men vit vóru als ikki í iva um, hvønn vit skuldu innstilla, sigur Óli Holm, formaður í FSF. – Haldgrím Gregersen hevur gjørt eitt sera gott arbeiði fyri føroyskan fót- bólt í eitt mannaminni, hann er heiðurslimur hjá FSF, og hann hevur avgjørt uppiborið eina slíka viður- kenning, sigur Óli Holm. FSF gav FIFA sína inn- stilling, og FIFA gekk henni á møti. Seinni í hesum mánaðinum verður heiðursgávan latin fyrrver- andi GÍ-formanninum á eini samkomu í FSF-hús- inum í Havn. Stór framgongd í fótbóltinum Tað var í 1956, at Haldgrím Gregersen fyrstu ferð kom í nevndina hjá GÍ. Hann var stutt frammanundan blivin arbeiðsformaður, og so helt hann seg til í lokala ítróttar- felagnum eisini. – Eg havi altíð havt stór- an áhuga fyri ítrótti. Vit plagdu at rógva kapp ímóti klaksvíkingum, og tað var við til at økja um áhugan, sigur Haldgrím Gregersen. Fótbólturin hevði ikki bestu umstøður, tá ið Haldgrím kom við í nevndini í GÍ, og í hansara tíð er fótbólts- vøllurin og økið rundan um vorðið veruleiki. – Vit bygdu nýggja fót- bóltsvøllin av berari ideal- ismu. Eg haldi ikki, at slík idealisma er til longur. Tað er so nógv broytt hesi árini, heldur Haldgrím. Fótbóltsspælið í Gøtu var fyri stórari menning tey árini, Haldgrím var í nevndini hjá GÍ. Tá ið hann kom uppí, var gamli fót- bóltsvøllurin, sum lá har, ið Harenga nú liggur, mest sum oyðilagdur av brimi, og tá ið Haldgrím gavst, hevði GÍ vunnið seks FM- heitið (tey fýra á rað), fingið nýggjan vøll og spælt altjóða fótbólt fleiri ferðir. Men GÍ var nógv meira enn bara eitt fótbóltsfelag. – Vit løgdu alla tíðina dent á, at vit skulu hava sum mest av virksemi, og eitt skifti høvdu vit seks ymiskar ítróttargreinar í GÍ. So væl stendur tað tíverri ikki til longur. Valdi at gevast Haldgrím Gregersen var ein partur av leiðsluni í GÍ heilt fram til 2000, tá ið hann gjørdi av at leggja frá sær sum formaður. – Eg haldi, at tey vóru blivin eitt sindur troytt av mær tá, sigur Haldgrím um orsøkina, hví hann valdi at steðga. Men áhugin fyri ítróttin- um er ikki minkaður fyri tað, og Haldgrím fylgir væl við í gongdini hjá GÍ, og tað er onkur, sum hevur fylgt við í tí, sum Haldgrím hevur gjørt, tí nú fær hann heiðursløn fyri sítt arbeiði. – Tað eri eg sera fegin um. At verða virkin í einum ítróttarfelag, kanst tú ikki liva av, tað skal gerast av áhuga. Og tann áhugan hevði eg í nógv ár, men tað hevði ikki latið seg gjørt, um eg ikki fekk so góðan stuðul frá konuni, sigur Haldgrím Gregersen. 27. juni fær hann heið- ursgávuna frá FIFA. Haldgrím Gregersen mynd- aði í nógv ár ítróttarlívið í Gøtu, og hann hevur eisini hitt onkrar av stóru fótbólts- bossunum úti í Europa. Her er hann saman við Lennart Johansson, formanni í UEFA Fríggjamorgunin fór glastrevjabáturin Brattaskor av Argjum á land undir Klakk- inum. Báturin kláraði sjálvur at Kósabryggj- uni LANDKENNING Glastrevjabáturin Bratta- skor av Argjum, sum rør út úr Klaksvík, bar við land undir Klakkinum fríggja- morgunin. Klaksvíkar sløkkilið varð boðsent at koma á Kósa- brúnna, haðar báturin sjálv- ur kláraði at sigla, sigur Kári Kjelnæs, sløkki- liðsleiðari í Klaksvík. Pumpur vórðu fingnar umborð, og fiskur og út- gerð fingin í land, áðrenn báturin var tikin upp á sleipistøð í Klaksvík. Hol var á skrokkinum framman, sigur Kári Kjelnæs. ej Brattaskor sigldi á land C M Y K 9 8