leygardagur 10. juli 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 130 - 10. juli 2004
Nr. 130 - 10. juli 2004
7
Idealisman er horvin
HJÁLP
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Eftir at hava vitjað í eina
lítla viku er suðurafrik-
anska kvinnan Lorraine
Britten farin heimaftur til
"land vónarinnar", sum
Suðurafrika mangan verður
rópt. Í áratíggjur hevði ónd-
skapurin, myrkrið og yvir-
gangurin fastatøkur á land-
inum, men fyrst í nítiárun-
um lýsnaði, og hol varð sett
á eitt nýtt tíðarskeið við
støði í fyrigeving millum
eitt tvíbýtt fólk, sum skúgv-
aði egnan hevndarhug til
síðis og valdi at hyggja
frameftir.
Lorraine Britten var í
fjølmiðlunum fyrr í vikuni í
sambandi við, at hon fekk
hollan stuðul og hjálp frá
Amnesty í Føroyum, tá
maður hennara sat sum
fangi á Robben Island í
sjeytiárunum sum offur fyri
apartheid-stjórnini.
Tað var fyrrverandi for-
kvinnan í Amnesty, Anette
Wang sáli, sum hevði
áhaldandi brævasamskifti
við Lorraine Britten í tor-
føru tíðini undir apartheid,
og tí var Lorraine í Føroy-
um í vikuni.
Lívsjáttandi
Óli Jacobsen, formaður í
Fiskimannafelagnum
og
virkin limur í Amnesty,
stóð saman við Amnesty
fyri ferðini hjá Lorraine
Britten, og hann sigur, at
ferðin var ein success fyri
báðar partar, og hann hevur
sjáldan hitt eina so kar-
ismatiska og inspirerandi
kvinnu.
– Hon var lívsjáttandi og
positiv, hóast hon hevur alla
orsøk at vera beisk eftir ta
órættvísi og tann óndskap,
sum heimsøkti hana og
familjuna. Hon lat ongantíð
eitt ákærandi orð fella um
teir, sum tóku mann henn-
ara til fanga, og hon leit
frameftir, sigur Óli Jacob-
sen. Hann heldur, at hetta
eru eginleikar, føroyingar
kundu lært nakað av.
Óli greiðir frá, at Lor-
raine í vikuni fekk høvið at
vitja heimið hjá vinkonuni
Anette Wang, og tað var
kensluborið fyri Lorraine at
síggja skrivimaskinuna og
telefonina standa rúminum,
har Anette hevur sitið ár út
og ár inn fyri at ugga
neyðstødd fólk úti í heimi.
– Hetta er eitt ítøkiligt
dømi um eitt menniskja,
sum velur at engagera seg í
veruligar trupulleikar, og
hvussu stóran týdning hetta
hevur fyri neyðstødd menn-
iskju, sigur Óli Jacobsen.
Líkasæla
Fullur av íblástri eftir vitj-
anina úr Suðurafrika eftir-
lýsir stríðsmaðurin Óli Jac-
obsen størri eldhuga og
stríðsanda millum føroy-
ingar, og serliga liggur hon-
um á hjarta at síggja ein
virknari og visiónsríkari
ungdóm.
Spurdur, um vitjanin hjá
Lorraine Britten fer at fáa
fleiri føroyingar at skriva
brøv til avvarðandi hjá Am-
nesty samvitskufangum, og
um vitjanin fær føroyingar
at vakna úr dvala, er Óli
ivasamur.
– Mínar royndir í Am-
nesty hava víst mær, at tað
er sera torført at fáa føroy-
ingar at engagera seg í
veruligar trupulleikar og
taka aktiv stig til at hjálpa
neyðstøddum menniskjum.
Miðskeiðis í okkara væl-
ferðaryvirflóð og luksus-
lívsstíli er líkasælan eitt
høvuðseyðkenni fyri okk-
um føroyingar, sigur Óli
Jacobsen. Hann undirstrik-
ar, at hann skal sjálvur vera
tann fyrsti at taka í egnan
barm.
Óli Jacobsen hevur eyg-
leitt hetta lyndi føroyinga,
og harmast hann serliga um
ta líkasælu og tann passiv-
itet, sum eyðkennir unga
ættarliðið.
– Idealisman hjá ung-
dóminum er farin, og tað
vísir seg at vera ógvuliga
torført at fáa tey úr stólin-
um. Tað einasta, sum fær
ungar føroyingar út á gøtur-
nar, er stríðið fyri fleiri
veitslum og betri møguleik-
um fyri alkoholnýtslu, og
tað ger lítlan mun, vísir Óli
Jacobsen á. Hann heldur, at
tað mangan tykist platt, tá
studentar og ungdómar fara
út á gøturnar at mótmæla
ymiskt, sum í veruleikan-
um ikki hevur nakran týdn-
ing samanborið við t.d. teir
trupulleikar, føroyingar júst
hava verið vitni til á
vitjanini hjá Lorraine.
Luksus
Óli Jacobsen heldur, at før-
oyingar mangan hava lyndi
til at blása upp mál, sum í
veruleikanum als ongan
týdning hava, og tekur hann
dømi
frá
forsíðu
í
Sosialinum í seinastu viku.
– Tað, at nakrar stakkals
Restorff´s øl ikki verða
seldar í Føroyahúsinum,
eru reinar bagatellir saman-
borið við ta neyð og tann
óndskap, sum valdar í
heiminum, og sum m.a.
Lorraine
Britten
hevur
merkt á egnum kroppi. Vit
føroyingar skuldu heldur
kasta ljós á og engagera
okkum í slíkt, slær Óli fast.
Spurdur, hvør orsøkin
eftir hansara tykki er til
passiva og initiativleysa
ungdómin, peikar Óli á mat-
eriella støðið í Føroyum.
– Mín niðurstøða er, at
bæði okkara ættarlið og tey
ungu hava tað ov gott. Tað
tykist eins og luksus og
líkasæla fylgjast hond í
hond, og hetta er syrgiligt,
sigur Óli Jacobsen at enda,
sum eftirlýsir ein virknari
ungdóm og eitt virknari
– Idealisman hjá ungdóminum er farin, og tað vísir seg at vera ógvuliga torført at fáa tey úr stólinum. Tað einasta, sum fær ungar føroyingar út á gøturnar, er
stríðið fyri fleiri veitslum og betri møguleikum fyri alkoholnýtslu, og tað ger lítlan mun, sigur Óli Jacobsen eftir vitjan av suðurafrikansku Lorraine Britten
– Mínar royndir í Amnesty hava víst, at tað er ógvuliga torført at fáa føroyingar at engagera seg í verulig-
ar trupulleikar og taka aktiv stig at hjálpa neyðstøddum, har eg sjálvur fyrst og fremst eri sekur. Ideal-
isman hjá ungdóminum er farin, og tað einasta, sum fær ungdómin út á gøturnar at mótmæla, er stríðið
fyri betri ballingarmøguleikum, sigur stríðsmaðurin Óli Jacobsen í kjalarvørrinum av vitjanini hjá
suðurafrikansku Lorraine Britten
Fiskivinnustevnan,
Fish Fair, verður
komandi ár hildin í
Havn. – Eg ivist ikki í,
at dygdin á stevnuni
fer at økjast munandi,
nú vit kunnu savna
hana undir einum
taki. Ein trupulleiki í
Runavík var, at vit
máttu ansa eftir
veðrinum, tí stórur
partur av stevnuni
var hildin í teltum,
men hesum sleppa vit
undan at hugsa um
nú, sigur Dánjal Petur
Hansen, fyrireikari av
Fish Fair
ÚR RUNAVÍK
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Fiskivinnustevnan, North
Atlantic Fish Fair, skiftir
ham. Fyrireikararnir av
stevnuni hava gjørt av at
flyta stevnuna úr Runavík
til Havnar. Seinastu árini
hevur
fiskivinnustevnan
verið hildin í Runavík, men
í 2005 verður stevnan fyri
fyrstu ferð hildin í Havn.
– Orsøkin til, at vit hava
valt at flyta stevnuna eru
fleiri. Tað gjørdist avger-
andi, at Norrøna brádliga
ikki varð tøk, tí hon hevur
havt stóran týdning fyri
stevnuna. Tað er heldur
einki dulsmál, at vit eru
ómetaliga fegnir um at hava
fingið møguleikan at nýta
stóru høllina á Sandvíkar-
hjalla til stevnuna, og hesin
møguleiki spældi sjálvsagt
eisini inn, sigur Dánjal
Petur Hansen, ein av fyri-
skiparunum av fiskivinnu-
stevnuni, Fish Fair.
Størsta høllin
– Skalt tú skipa fyri eini
stórari stevnu í Havn, slepst
valla uttan Mohrarnar, og
tað sluppu vit heldur ikki
hesaferð, sigur Dánjal Petur
skemtandi.
Fish Fair verður komandi
ár hildin í stásiligu høllini
hjá Poul Mohr á Sandvíkar-
hjalla. Høllin á Sandvíkar-
hjalla er størsta høllin í Før-
oyum, og hon fevnir um
5000 m2. Fyrireikararnir
vænta, at høllin kann húsa
meginpartin av tiltøkunum
í samband við stevnuna.
– Fyrimunirnir við at
hava stevnuna á Sandvíkar-
hjalla er, at staðið er eitt so-
nevnt knútapunkt. Fólk,
sum koma av flogvøllinum
og úr Eysturoynni hava
stuttan veg, eins og fólk úr
Havnini hava tað. Parker-
ingsviðurskiftini eru eisini
framúr á Sandvíkarhjalla,
greiðir Dánjal Petur frá.
Gott samstarv
Spurdur, um Rúnavíkar
kommuna hevur givið ilt av
sær, eftir at tað er komið
undan kavi, at Fish Fair
flytir til Havnar, svarar
Dánjal Petur, at teir hava
ikki fingið nakað ilt orð við
á leiðini.
– Vit hava havt eitt fyri-
myndarligt samstarv við
Runavíkar kommunu, og
kommunan hevur gjørt alt
fyri at fáa stevnuna so væl-
eydnaða sum gjørligt, sigur
Dánjal Petur Hansen
Stórur áhugi
2001 var fyrsta árið at skip-
að varð fyri Fish Fair í Før-
oyum. Fiskivinnustevnan er
á øðrum hvørjum ári, og
komandi ár verður stevnan
hildin í døgunum 3-5 mai.
Áhugin fyri stevnuni økist
alsamt, og hagtøl boða frá,
at bæði tali av luttakarum
og básum er økt munandi
frá stevnuni í 2001 til 2003.
Dánjal Petur Hansen sig-
ur, at útlendski áhugin er
nógv øktur, og fleiri útlend-
ingar hava longu víst áhuga
fyri stevnuni komandi ár.
Hann leggur afturat, at fyri-
reikararnir til stevnuna í
2005 fara fyrst og fremst at
leggja seg eftir dygdini á
stevnuna heldur enn vídd-
ini.
– Við at hava allar neyð-
ugu karmarnar í lagi, fáa vit
økt um dygdina. Eg ivist
ikki í, at dygdin á stevnuni
fer at økjast munandi, nú
vit kunnu savnað hana
undir einum taki. Ein trup-
ulleiki í Runavík var, at vit
máttu ansa eftir veðrinum,
tí stórur partur av stevnuni
var hildin í teltum, men
hesum sleppa vit undan at
hugsa um nú, sigur Dánjal
Petur Hansen at enda.
Rýma úr Runavík
RÝMA ÚR RUNAVÍK
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Borgarstjórin í Runavík-
ar Kommunu, Rodmund-
ur Nielsen, sigur seg vera
ómetaliga vónsviknan av
framferðarháttinum hjá
fyrireikarunum av Fish
Fair.
– Spyrt tú meg, eg eri
eg ikki í iva um, hvat er
farið fram. Kommunan
og stórkapitalurin í Havn
hava snøgt sagt yvirbjóð-
að okkum, og longri er
søgan ikki. Tað er eingin
loyna, at vit hava lagt
ómetaliga nógv í stevn-
una, og tí kennist tað
sárt, at vit nú brádliga
missa stevnuna, sigur ein
harmur
Rodmundur
Nielsen.
Stutt skotbrá
Rúnarvíkar
kommuna
fekk boðini frá fyrireik-
arunum av Fish Fair í
farnu viku um, at teir
høvdu valt at stinga í
sekkin og flyta stevnuna
til Havnar. Rodmundur
Nielsen heldur, at alt ov
lang tíð er fráliðin, áðr-
enn teir fingu boðini.
– Vit hava verið á fleiri
stevnum uttanlands, har
vit hava greitt útlending-
unum frá, at vit aftur í
2005 skipa fyri eini
fiskivinnustevnu.
Vit
hava havt faldarar úti um
stevnuna, og tí kennist
ómetaliga sárt at fáa at
vita, at eingin stevna
verður í Runavík kortini,
sigur
borgarstjórin
í
Runavík.
Spurdur, um hann ikki
skilir grundgevingarnar
hjá fyrireikarunum um at
flyta stevnuna, tá tað
hevur eydnast teimum at
fáa hendur á størstu
høllini í Føroyum, svarar
Rodmund, at tað skilir
hann væl, men tað kenn-
ist kortini ómetaliga sárt.
Stóran týdning
Spurdur, hvønn týdning
stevnan hevur havt fyri
Runavíkar
kommuna,
svarar Rodmund, at hon
hevur havt ómetaligan
stóran týdning.
– Í fjør vóru 11.000
vitjandi. Stevnan hevur
havt stóra atdráttarmegi,
og nú verður hesin
møguleiki brádliga tikin
frá okkum, og tað er við
ringum tannabiti at vit
mugu veittra stevnuni
farvæl, sigur Rodmundur
Nielsen at enda.
Stór kapitalurin í
Havn eigur munin
Fyrireikararnir av fiskivinnustevnuni, Fish Fair, staddir
uttanfyri høllina hjá Poul Mohr á Sandvíkarhjalla. Komandi
ár húsar føroya størsta høll fiskivinnuráðstevnuni, Fish Fair
Mynd: Jonhard Hammer
-Fyrimunirnir við at hava stevnuna á Sandvíkarhjalla er, at staðið er eitt sonevnt knútapunkt.
Fólk, sum koma av flogvøllinum og úr Eysturoynni hava stuttan veg, eins og fólk úr Havnini hava
tað. Parkeringsviðurskiftini eru eisini framúr á Sandvíkarhjalla, greiðir Dánjal Petur Hansen,
fyriskipari av Fish Fair, frá
Borgarstjórin í Runavíkar kommunu,
Rodmundur Nielsen, er ómetaliga
harmur um, at Fish Fair flytur til Havnar.
– Spyrt tú meg, eg eri eg ikki í iva um,
hvat er farið fram. Kommunan og
stórkapitalurin í Havn hava snøgt sagt
yvirbjóðað okkum, og longri er søgan
ikki, sigur hann
C
M
Y
K
7
6