leygardagur 10. juli 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 130 - 10. juli 2004
Nr. 130 - 10. juli 2004
5
Eftir summarfrítíðina
byrjar Sigurd
Bærentsen aftur sum
lærari í Skopunar
skúla, eftir at hann
fyri tveimum árum
síðan varð fluttur í
Sandoyar Meginskúla
orsakað av innanhýsis
ósemju í skúlanum í
Skopun
STARVSETAN
Edvard Joensen
Sigurd Bærentsen verður
aftur lærari í Skopun, tá
farið verður í skúla eftir
summarfrítíðina. Tað hevur
hann fingið at vita í brævi
frá Mentamálaráðnum. Tað
er eitt samt skúlastýri í
Skopun, sum hevur mælt til
at seta Sigurd Bærentsen
aftur í starv í Skopun.
Tað var eftir eina innan-
hýsis ósemju í Skopuna
skúla, at Mentamálaráðið í
2002 gjørdi av, at táverandi
fyrstilærarin skuldi flytast
úr skúlanum. Fyrstilærarin
fekk starv við Hoyvíkar
skúla. Sigurd Bærentsen,
lærari, varð fluttur í starv
við Sandoyar Meginskúla.
– Hetta kundi uttan víðari
gerast sambært setanar-
skrivinum, sigur Sigurð
Bærentsen. So tað var einki
at siga um tað. Men grund-
gevingina fyri flytingini
dámdi mær ikki, sigur
hann.
Grundgevingin var, at
hann sum partur av teirri
ósemju, sum var, skuldi
flytast úr skúlanum, fyri at
geva nýggja fyrstalæraran-
um betri møguleikar at
skipa arbeiðið í skúlanum.
– Men eg meti meg ikki
at hava verið nakran part í
nakrari ósemju, sigur Sig-
urd Bærenstsen. Og tað, at
eg nú fái at vita frá Menta-
málaráðnum, at eg eri flutt-
ur aftur í Skopunar skúla at
arbeiða sum lærari, taki eg
sum eina uppreisn og stað-
festing av, at tað var ikki eg,
sum var orsøk til nakra
ósemju.
Sigurd Bærentsen sigur,
at han hvørki hevur søkt
burtur ella aftur í Skopunar
skúla.
Hann varð biðin um at
søkja á Meginskúlan, men
gjørdi tað ikki. Sostatt varð
hann fluttur, sum Menta-
málaráðið eisini hevði rætt
til.
Í august í fjør fekk hann
at vita frá táverandi lands-
stýrismanninum við menta-
málum, Høgna Hoydal, at
hann kundi søkja aftur til
Skopunar í fyrsta lagi 1.
august 2004.
Tað hevur hann ikki
gjørt, sigur Sigurd Bærent-
sen, heldur enn at hann
søkti burtur. Men skúlastýr-
ið í Skopun hevur einmælt
heitt á Mentamálaráðið um
at seta Sigurd Bærentsen
aftur í starv, og hesum hev-
ur Mentamálráðið so skriv-
liga boðað honum frá, at
Mentamálaráðið
hevur
gjørt, sigur hann.
Sigurd Bærentsen sigur,
at sjálvandi fegnast hann
um, at hann nú kemur aftur
í tað starvið, hann framm-
anundan hevði røkt í 28 ár.
Men hetta hevur verið ein
keðilig tíð. Ikki minst fyri
familjuna, sigur hann.
Um hann fer at undirvísa
í somu lærugeinum, sum
hann plagdi, veit Sigurd
Bærentsen ikki enn.
– Fyribils hevur fyrsti-
lærarin heitt á meg um at
koma við ynskjum um,
hvørjar
lærugreinar
eg
kundi hugsað mær, sigur
hann.
Tað var í grundini
skúlastýrið í Skopun,
sum gjørdi av, at
Sigurd Bærenstsen
skuldi aftur í starv
við Skopunar skúla.
Mentmálaráðið var
bundið av brævi, sum
fyrrverandi
landsstýrismaðurin
hevði sent flutta
lærararanum
STARVSSETAN
Edvard Joensen
Táverandi landsstýrismað-
urin
við
mentamálum,
Høgni Hoydal, skrivaði 13.
august í fjør Sigurdi Bær-
entsen, lærara, eitt bræv,
har
landsstýrismaðurin
segði, at um Sigurd Bær-
entsen søkti, ella skúla-
stýrið í Skopun heitti á
Mentamálráðið um at flyta
Sigurd Bærentsen aftur í
starv sum lærari við Skop-
unar skúla, hevði hann rætt
til hetta. Tó í fyrsta lagi
tann 1. august 2004.
Og tað er júst hetta, sum
hent er nú. At skúlastýrið í
Skopun
hevur
heitt
á
Mentamálaráðið um at seta
Sigurd Bærentsen í starv
aftur í Skopun, sigur Jenny
Lydersen, undirvísingar-
leiðari á Fólkaskúladeildini
á Mentamálaráðnum.
– Tá innstillingin frá
skúlastýrinum
kom
til
okkara, varð kannað hjá
løgfrøðingi, hvussu farast
skuldi fram, sigur hon. Og
har var als eingin ivi.
Brævið frá landsstýris-
manninum, sum er dagfest
13. august 2003, er so
mikið griett, at tað skuldi
bara fylgjast. Sigurd Bær-
entsen er sostatt settur í
starv aftur í Skopun frá 1.
august 2004 at rokna.
Jenny Lydersen sigur, at
dentur er lagdur á í innstill-
ingini frá skúlastýrinum í
Skopun, at tað er eitt samt
skúlastýri, sum einmælt
innstillar Sigurd Bærent-
sen.
Har vóru ikki so nógvir
valmøguleikar, sigur undir-
vísingarleiðarin, tí hóast
eitt starv var leyst í Skopun,
varð ongantíð søkt eftir lær-
ara. Skúlastýrð metti, at
lærari var tøkur sambært
skrivinum frá landsstyris-
manninum frá august í fjør,
og tí var Sigurd Bærentsen
einmælt innstillaður til
starvið, sum leyst var.
Kennist sum treytaleys uppreisn
Sigurd Bærentsen, lærari, sum í 2002 varð fluttur úr Skopunar
skúla í Sandoyar Meginskúla, er nú eftir tilmæli frá
skúlastýrinum í Skopun settur aftur sum lærari í Skopun. – Eg
kenni hetta sum eina treytaleysa uppreisn, sigur hann
Skúlastýrið átti avgerðina
Skopunar skúli fær nú ein
gamlan kenning aftur í starv.
Sigurd Bærentsen, sum eftir
28 ár sum lærari í Skopun
var fluttur á Sandoyar
Meginskúla í 2002, er nú av
Mentamálaráðnum fluttur
aftur til Skopunar
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
5
4