leygardagur 10. juli 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 130 - 10. juli 2004
Nr. 130 - 10. juli 2004
3
TÍÐINDASKRIV
Tórshavn Marathon
Fleiri áhugaverdir útlend-
ingar luttaka í Tórshavn
Marathon leygardagin tann
17. juli, m.a. ein týskari í
hevur heimsmet í at renna
flest marathon, ein frá
Kanada ið hevur runnið á
øllum 7 kontinentum og í
92 londum, og ein donsk
kvinna sum rann sítt mara-
thon nr. 100 í Keypmanna-
havn í mai.
Leygardagin tann 17. juli
verður Tórshavn Marathon
fyri aðru ferð. Fyrsta
royndin í fjør summar
hepnaðist sera væl og bert
smávegis tillagingar eru
gjørdar í skránnni. Luttak-
arar koma úr øllum norður-
londum, Týsklandi, Ong-
landi og Kanada og vænt-
andi koma enn fleiri innan
tilmeldingarfreistin er úti.
Fyrispurningarnir
hava
verið nógvir og úr nógvum
fjarskotnum londum, so
væntandi fara vit at síggja
nógvar fremmandar luttak-
arar komandi árini.
Luttakarin úr Týsklandi,
Horst Preisler, sum nú er 69
ára gamal fer at renna sítt
marathon nr. 1275 tann 17.
juli og er hann tann einasti,
sum enn hevur runnið
meira enn túsund marathon
og ultra marathon, t.v.s. at
hann í nógvum førum eisini
hevur runnið teinar sum eru
meira enn 100 km.
Úr Danmark luttekur
Birtta Houmann Sørensen
sum
er
fyrsta
danska
kvinna ið hevur runnið 100
marathon. Hon hevur runn-
ið 23 marathon skjótari enn
3 tímar, vunnið nógvar
danskar kappingar og hevur
runnið marathon í tíðini 2
tímar og 48 min. Tíðin í
hennara marathon nr. 100
varð 3 tímar og 41 min.
Nógvir føroyingar teljast
eisini millum marathon lut-
takararnar,
m.a.
Cecil
Weihe sum vann kapping-
ina í fjør. Spennandi verður
at vita um hann aftur í ár
setur met á rutuni og møgu-
liga vinnur kappingina.
Áhugin fyri stuttleika-
renningini er eisini stórur
og væntandi verður tað ein
stór fjøld av børnum og
vaksnum sum fara at royna
seg í ávikavist 3 km og 5,8
km teinunum. Ymisk tiltøk
verða í gongugøtuni fyri
áskoðarum og beinleiðis
samband verður við hjálp-
arfólk frá Bjargingarfe-
lagnum sum kunnu boða
frá hvussu gongst úti á
rutuni, millum Kaldbak og
Gongugøtuna.
Seinasti møguleiki at
melda til stuttleikarenning
ella marathon verður í
Ítrótttarhøllini
á
Hálsi
fríggjakvøldið tann 16. juli
har allir luttakarar eisini
kunnu styrkja seg til túrin
við pasta. Innan hesa freist
verður melda til online á
www.torshavnmarathon.com
TÍÐINDASKRIV
Eimskip byrjaði hesa vik-
una nýggja rutu millum
Føroyar og Bretland. Siglt
verður beinleiðis úr Føroy-
um til Grimsby og aftur til
Føroya. Talan er um eina
rutu, sum økir tænastustøði
innan bæði út- og innflutn-
ing munandi. Fyri útflutn-
ing ber til at røkka Bretland
og Norðurfrakland til sølu
mánamorgun, og fyri inn-
flutning er hetta ein øktur
møguleiki fyri innkeypi
beinleiðis úr Bretlandi.
Í Føroyum verður siglt av
Klaksvík, av Toftum og av
Tvøroyri.
Klaksvík
er
fyrsta havnin, hagan siglt
verður
mikukvøld.
Av
Toftum verður siglt seint
seinnapart hósdag, og av
Tvøroyri verður siglt hós-
kvøld.
Við at sigla beinleiðis
upp Grimsby, sum er í
Humberumránum, kemur
vøran inn í hjarta á Bretska
marknaðinum. Hetta bæði
um talan er um vøru til
detailliðið ella ídnað .
Skipið, siglt verður viðð
er Gullholm. Skipið er
plattaskip og fermur gott
1.000 plattarí 6 køli- og
frystilastum.
Eimskip hækkar tænastustøðið á
flutningi millum Føroyar og Bretland
Heimsmet í at renna flest marathon!
Britta Houmann Sørensen
Cecil Weihe sum
vann í 2003
TÍÐINDASKRIV
Nú er seinasta umfar av
spurnarkappingini
hjá
Amnesty liðugt.
Vinnararnir av fimta um-
fari eru:
Súsanna Jacobsen, 460
Norðskáli - Hjálmur frá
Aprilla, virðið 1.000 kr.
Eivind Johan Tauser,
Blankagøta 7, Tórshavn -
Sodavatn frá Føroya Bjór
Johnny
Lamhauge,
Grannatún 11, Saltangará -
Gávupakka
frá
Lands-
handlinum
Røttu
svarini
uppá
spurningarnar
í
fimta
umfari eru:
1. Hvussu eitur fløgan,
sum Amnesty gav út í
1991?
Svar: Amnesty Tónar
2. Hvussu nógvar kvin-
nur og børn hava gist á
Kreppumiðstøðini síðani
1990?
Svar: 206 kvinnur og 197
børn
3. Hvaðani er Antoinette
Chahin?
Svar: Libanon
4.
Hvør
er
altjóða
aðalskrivari hjá Amnesty
International?
Svar: Irene Khan
Og so er tað høvuðs-
vinningurin: Pocket Loox
teldan frá formula.fo
Hepni vinnarin er Inger
Jacobsen,
Kristiansand,
Norra
Vit ynskja henni hjarta-
liga tillukku! Eisini takka
vit øllum sum hava luttikið.
Amnesty fer í summar at
skipa fyri fleiri tiltøkum.
Vit fara at hava ein bás á
G! festivalinum 16. og 17.
juli. Har fara vit at selja
Amnesty vørur og hava
ymiskt kunningartilfar um
Amnesty og sakir vit
arbeiða við.
30. juli kl 16. fara vit
væntandi at hava fótbólts-
dyst aftur í Gundadali.
Leikararnir verða løgtings-
limir, samgonga móti and-
støðu. Peningurin, sum
kemur inn fer til Amnesty
arbeiðið.
Amnesty við á G! festivalinum
Landsstýrismaðurin um viðgerðarstovnarnar:
Virksemið skal lýsast
betur
– Vit hava sett fram
krav um, at virksemið
á Heilbrigdinum og
Blákrossheiminum,
sum landið veitir
fíggjarligan stuðul til,
verður lýst betur, sig-
ur Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður í
almanna-og heilsu-
málum. Men hann
leggur dent á, at hetta
ikki er komið í kjalar-
vørrinum av málin-
um um unga drongin,
sum lat lív á Heil-
brigdinum í 1997
ALMANNAMÁL
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Fyri hálvum øðrum mánaði
síðani ella so vóru fólk frá
almanna- og heilsumála-
stýrinum á vitjan á Heil-
brigdinum, har endamálið
var at fáa eina kunning um
virksemið, sum fer fram á
stovninum.
Ætlanin
er
somuleiðis at vitja hin
stovnin við sama endamáli.
– Hetta er nakað, sum vit
hava arbeitt og kjakast um í
longri tíð, og vil eg undir-
strika, at onki av hesum er
íkomið av málinum um
sorgarleikin á Heilbrigdin-
um í 1997, sigur landsstýr-
ismaðurin.
Ákoyringar hava verið
frammi fyrr um, at við-
gerðarstovnarnir eiga at
vera
beinleiðis
undir
heilsuverkinum, men tað
hevur ongantíð vunnið pol-
itiskan frama. Og tað hevur
landsstýrismaðurin heldur
ongar ætlanir um at fara í
holt við, sum nú er.
Báðir viðgerðarstovnar-
nir fáa eina stuðulsjáttan,
sum er á fíggjarlógini, men
eru teir sjálvstøðugir stovn-
ar, har nevnd ella stýri og
leiðsla vara av stovnunum
og øllum viðurskiftunum á
teimum.
– So longi sum stovnarnir
eru stýrdir av nevnd ella
stýri, eru tað tey, sum hava
ábyrgd av virkseminum og
eftirlitinum,
staðfestir
hann.
Avrúsingarspurningur
Innan fyri hetta økið av
viðgerð er avrúsingin tann
dýrasti parturin, og tískil
kundi tað verið áhugavert
at sett fram spurningin um,
ikki avrúsingin átti at verið
avmarkað meira enn hon er
í dag.
Sum støðan er í dag, fer
avrúsing fram á báðum
stovnunum, og til saman-
beringar kann sigast, at í til
dømis Malmø við 500.000
íbúgvum, fer øll avrúsing
fram á sjúkrahúsunum,
meðan eftirviðgerðin fer
fram á stovnum.
Hans Pauli sigur, at hetta
hevur verið frammi í kjak-
inum, men tað er onki, sum
bendir á, at hetta verður
ført út í lívið, sum nú er.
– Hatta er ein áhugaverd-
ur spurningur, og vit hava
leystliga havt tað á orði,
men longur er tað ikki
komið. Hatta er sostatt ikki
aktuelt í løtuni, sigur hann.
Hans Pauli vísir á, at í
viðgerð fyri misnýtslu eru
fleiri viðgerðarhættir. Sum
til dømis avrúsing, eftirvið-
gerð og familjuterapi.
– Tá vit vitjaðu Heil-
brigdið, varð ynski sett
fram um, at hava familju-
terapi eisini, so her eru
fleiri viðurskifti, sum eiga
at verða tikin upp til kjak,
heldur landsstýrismaðurin.
Frætta niðurstøðu
Í sambandi við málið um
unga drongin, sum lat lív,
segði Jákup Lindenskov,
formaður í nevndini fyri
Heilbrigdinum, við Útvarp
Føroya, at nevndin fer at
hava ein fund, har tað skal
tosast um hetta málið.
Hans Pauli sigur, at tey
hava heitt á stýrið um at
lata frætta frá sær, tá fund-
urin hevur verið.
Hann leggur at enda aft-
urat, at við at lýsa virksem-
ið betur, so kundi hann
hugsað sær, at tað komu
nøkur hagtøl á borðið
eisini.
– Ikki nakað persónsmál,
men nøkur tøl, har tað ber
til at síggja, hvussu nógvar
viðgerðir hava eydnast væl
og so framvegis. Men eg
má undirstrika enn eina-
ferð, at alt hetta, sum vit
hava tosað um, hevur verið
uppi til kjak longi, og tískil
kemur tað ikki í kjalarvørr-
inum av sorgarleikinum í
1997, sigur Hans Pauli
Strøm, landsstýrismaður, at
enda.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og
heilsumálum, sigur, at stýrið fer at krevja at virksemi, sum
almennir pengar fíggja á viðgerðarstovnunum, verður lýst
betur
Savnsmynd
C
M
Y
K
3
2