hósdagur 9. apríl 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. apríl 2015
sosialurin 40
8
persónssøga
Áki Bertholdsen
S
um støðan er nú, havi eg
skyldu at hjálpa til.
Tað sigur Jógvan Skor
heim, borgarstjóri í Klaksvík.
Og hann ætlar at royna at taka øll
á bóli við einum góðum valúrsliti, tá
ið løgtingsval verður seinni í ár.
Í gjáramorgunin kunngjørdi Sjálv
stýrisflokkurin púra óvæntað, at
Kári P. Højgaard, brádliga hevur lagt
frá sær sum formaður í Sjálvstýris
flokkinum, og at Jógvan Skorheim
hevur tikið við sum floksformaður
eftir hann.
Serliga óvæntað er hetta, tí fyri
einum hálvum ári síðni kunnugjørdi
Jógvan Skorheim, at hann fór ikki at
stilla uppaftur, tí hann er borgarstjóri
í Klaksvík og har er arbeiðsbyrðan so
mikið stór, at hann sær seg ikki føran
fyri at vera uppi í landspolitikki eisini.
– Tað er ótrúliga spennandi og
krevjandi at vera borgarstjóri í Klaks
vík, og við teimum stóru ætlanum, vit
høvdu um at byggja nýggjan skúla,
miðbý, og annað, sá eg meg ikki føran
fyri at kunna røkja starvið sum eg
vildi, skuldi eg vera uppi í lands
politikki eisini.
Kundi ikki siga nei
Jógvan Skorheim sigur, at hetta
hevur eisini verið hansara støða – til
fyri heilt nýliga.
Og hann staðfestir, at orsøkin til
at hann kúvendir, er at síðani hann
boðaði frá, at hann ikki stillaði upp
aftur, er støðan í flokkinum nógv
broytt.
Ein stór broyting er, at eitt av
høvuðsvalevnunum, Kristianna
Winther Poulsen, hevur boðað frá, at
hon stillar ikki upp aftur fyri flokkin,
og síðani hevur hon meldað seg inn í
Javnaðarflokkin.
Men tað hevur eisini ljóðað, at
onnur fólk, sum hava verið framma
liga í flokkinum, hava takka fyri seg.
– Tá ið flokkurin er komin í eina
støðu sum hesa, haldi eg, at eg hava
skyldu til gera mítt fyri at lyfta
flokkin upp aftur, sigur Jógvan
Skorheim.
– So tá ið eg fekk tilboð um at ger
ast formaður í flokkinum, var ta eitt
tilboð, er ikki kundi siga nei til, leggur
hann afturat.
Tá ið Jógvan Skorheim boðaði frá,
at hann ikki stillaði upp aftur fyri
flokkin, var dúgliga gitt um at hann
var heilt á veg úr flokkinum
Men tað avsannar hann avgjørdur.
– Fyri meg hevur tað bara verið ein
flokkur og tað er Sjálvstýrisflokkurin,
staðfestir hann.
Tí helt hann, at hann kundi ikki
sita hendur í favn, ímeðan flokkurin
er í einum slíkum aldudali.
– Tað var floksformaðurin, sum
sjálvur gjørdi av at leggja frá sær, og
tað er hann, sum heldur, at eg eigi at
standa á odda fyri flokkinum. Tí haldi
eg, at eg havi skyldu til at gera tað, og
tí hevði tað verið skeivt at víst hesum
møguleikanum frá mær.
Avgerðandi týdning
Kári P. Højgaard sigur, at kanningin,
sum er sett íverk ímóti honum í
sambandi við Eysturoyartunnilin,
kann skaða trúvirðið á hann, og á
flokkin, og tí heldur hann, at tað er
betri fyri flokkin, at hann leggur frá
sær sum formaður.
Jógvan Skorheim hevur ongar við
merkingar um grundgevingarnar hjá
Kára P Højgaard at leggja frá sær.
– Tað, sum hevur týdning, er, at tað
hansara egna avgerð, at hann leggur
frá sær, sigur hann.
Men hann sigur eisini, at tilboðið
um at verða formaður kom rættiliga
óvæntað beint fyri páskir og tí tók
hann ikki av alt fyri eitt.
Hann ásannar somuleiðis, at tað
er eitt rættiliga krevjandi starv at vera
floksformaður, so tá ið hann gjørdi
av at taka av, var tað við vælsignilsi
frá familjuni - og eisini eftir at
hava prátað við varaborgarstjóran í
Klaksvíkar Býráð.
- Tað hevði avgerandi týdning
fyri meg. Tað hevði eisini avgerðandi
týdning, at Sjálvstýrisflokkurin
stendur fullsamdur aftanfyri meg
sum formanni.
Harafturat sigur hann, at tær
stóru verkætlanirnar í Klaksvík,
liggja nú í eini tryggari legu, og teir
flestu sáttmálarnir eru skrivaðir
undir.
– Sostatt er ringasta trýstið tikið
av starvinum sum borgarstjóri, sigur
nývaldi formaðurin í Sjálvstýris
flokkinum.
Men hann heldur eisini, at hann
hevur fingið gott í beinið heimanífrá.
– Heima hjá okkum vóru vit altíð
lærd at taka ábyrgd. Vit lærdu eisini
um hugtøk sum íverkseting, at taka
sær av hvørjum øðrum, og har birtist
eisini mín sjálvstýrisneisti, sigur
Jógvan Skorheim.
Kanska klára vit
at taka øll á bóli
við at klára tað
heilt ómøguliga«
Jógvan Skorheim
Eg fekk eitt tilboð, sum var ov gott at siga nei til, sigur
Jógvan Skorheim, sum nú aftur stígur fram í fremstu røð
Vit fara
at royna
at taka
øll á bóli