hósdagur 9. apríl 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. apríl 2015
sosialurin 40
9
Nýggi formaðurin í Sjálvstýris
flokkinum vil ikki vita av
samkyndum hjúnalagi og fríari
rúsdrekkasølu. Men hann vil hava
eina greiða visjón fyri heilsuverkið
Sleppa at
fylgja síni
samvitsku
Áki Bertholdsen
T
að verða ikki tey etisku
málini, vit fara til val
upp á.
Tað
staðfestir
Jógvan Skorheim, nýggjur for
maður í Sjálvstýrisflokkinum.
Er tað nakað, sum kann kloyva
bæði føroysku tjóðina og politisku
flokkarnar í tvey, er tað tey málini,
sum vanliga verða kallað etiskt
mál.
Og Jógvan Skorheim ger greitt,
at í hesum málum dregur hann
somu línu sum fráfarni formað
urin í Sjálvstýrisflokkinum, Kári
P. Højgaard, sum var ímóti at gera
broytingar á hesum økjum.
– Vit fara ikki at føra valstríð upp
á tey etisku málini. Tvørturímóti
fer Sjálvstýrisflokkurin at leggja
dent á onnur mál, sum hava týdn
ing fyri samfelagið.
Og nú fer floksleiðslan at seta
seg saman at viðgera, hvørji mál
flokkurin skal leggja dent á í val
stríðnum, og í næsta valskeiði.
Fylgja síni samvitsku
Jógvan Skorheim sigur, at í etisk
um málum skal fólkaræðið ráða.
– Í etiskum málum fara vit at
loyva hvørjum politikara sær at
taka støðu eftir síni egnu sann
føring, sigur nývaldi formaðurin
í Sjálvstýrisflokkinum.
Hetta merkir samstundis, at
flokkurin fer ikki at gera sum
Miðflokkurin, og at seta sum krav
fyri at fara í samgongu, at etisk
mál skulu ikki nertast.
– Soleiðis føra vit í Sjálvstýris
flokkinum ikki politikk. Vit fara
ikki at brúka etisk mál til at seta
ein kíla í eitt samstarv við aðrar
flokkar, sigur hann.
Men Jógvan Skorheim leggur
dent á, at sjálvur fer hann hvørki
at taka undir við samkyndum
hjúnalagi, fríari rúsdrekkasølu,
ella fríari fosturtøku.
Visjón fyri heilsuverkið
Hóast leiðslan í Sjálvstýrisflokk
inum nú fer at stinga politikkin
hjá flokkinum út í kortið, er tað tó
eitt mál, nýggi formaðurin serliga
fer at virka fyri.
Og tað er at fáa eina semju um,
hvussu vit skipa okkara heilsu
verk.
– Vit mugu fáa semju um,
hvussu heilsuverkið skal skipast,
hvørjar viðgerðir, vit skulu bjóða
og, hvussu virksemið skal býtast
sundur ímillum tey trý sjúkra
húsini.
– Vit mangla eina visjón fyri
heilsuverkið og fyri, hvussu virk
semið, skal skipast ímillum sjúkra
húsini.
– Tað er neyðugt fyri at sleppa
undan hesum afturvendandi
stríðnum um, hvørjar viðgerðir
skulu vera hvar, sigur Jógvan
Skorheim.
Men hann ger eisini púra greitt,
at tey trý sjúkrahúsini skulu varð
veitast, og tað verður ikki við hon
um í samgongu, at Klaksvíkar
Sjúkrahús verður niðurlagað, ella
niðurlagt.
Og hann heldur ikki, at loysnin
er at seta eina felsgs leiðslu fyri tey
trý sjúkrahúsini.
– Ofta eru fyrimunir við at hava
leiðsluna so nær borgarunum sum
gjørligt og ofta er lættari at gera
broytingar í smáum fyritøkum.
Hann er eisini samdur við
teimum sum siga, at vit skulu ikki
spjaða sama slag virksemi á fleiri
sjúkrahús.
– Men á summum økjum
sleppa vit ikki undan, eitt nú má
tilbúgving verða á øllum teimum
trimum sjúkrahúsinum, sigur
Jógvan Skorheim.
aki@sosialurin.fo
»Soleiðis føra vit í Sjálvstýris
flokkinum ikki politikk«
Jógvan Skorheim
Tá ið hann nú tekur við sum
formaður í Sjálvstýrisflokkinum, er
samstundis greitt, at hann fer at stilla
upp til løgtingið.
Hann er varamaður á løgtingi, men
hann sigur, at hann fer ikki at taka
sæti á tingið í hesum valskeiðnum.
Ongin avgerð
Hinvegin sigur Jógvan Skorheim
eisini, at hann hevur ikki gjørt av,
hvussu hann fer at skipa seg ímillum
Klaksvíkar Býráð og løgtingið, skuldi
tað hent, at hann verður valdur.
– Tað er ein spurningur, vit taka
upp, skuldi tað komið hartil, sigur
hann.
Men hann sigur, at hann hevur
áður víst, at tað ber til at røkja bæði
starvið sum borgarstjóri í Klaksvík og
løgtingsmaður og hann sigur, at hann
hevur fullan stuðul heimaífrá til at
gera tað, hann heldur vera rættast.
– Tað verður so ikki tað, sum av
gerandi fyri, hvørja støðu, eg taki. Eg
haldi eisini, at eg havi arbeiðsorku til
at røkja bæði størvini, leggur hann
afturat.
Men tá ið Sjálvstýrisflokkurin nú
skal hava nýggjan formann, hví velja
tit so ein formann undirhonds, uttan
at kalla saman til eykalandsfund ella
eykaaðalfund?
– Vit hildu ikki, at tað var neyðugt.
Eg eri næstformaður í flokkinum,
men Kári P. Højgaard er formaður
og hevur sjálvur gjørt av at leggja
frá sær. Tað stendur í viðtøkunum
fyri flokkin, at formaðurin skal vera
tingmaður, har tað ber til. Men tað
ber ikki til, sum støðan er nú, tí Kári er
einasti tingmaður. Tí hildu vit, at tað
mest nátúrliga er, at eg taki av sum
formaður, til landsfundur verið aftur,
sigur nývaldi formaðurin.
Taka øll á bóli
Nývaldi formaðurin sigur, at hann
fer undir hesa uppgávuna sum for
maður í Sjálvstýrisflokkinum við eyð
mykt og góðum treysti.
– Og nú verður tað so mín uppgáva
at føra flokkin víðari og at tryggja
okkum umboð aftur á løgtingi, hóast
veljarakanningarnar ikki fara so væl
við okkum.
Men nývaldi formaðurin ger
greitt, at málið er ikki bara at fáa eitt
umboð á tingi.
– Endamálið er púra greitt at fáa
tvey umboð á løgting, og kanska klára
vit at taka øll á bóli við at klára tað
heilt ómøguliga, nevniliga at fáa trý
umboð á ting, sigur hann.
Sum støðan er nú, er Sjálvstýris
flokkurin sterkast í Norðoyggjum og
í Eysturoy. Samstundis er flokkurin
nógv viknaður í Havn, har valevni
hava vent honum baki, og aðrastaðni
í landinum er hann púra eiðasørur.
Men Jógvan Skorheim ivast ikki
í, at tey fáa ein sterkan lista til løg
tingið, eisini við góðum valevnum í
høvuðsstaðnum, og aðrastaðni í land
inum.
Hann sigur, at nú fer hann at kalla
floksleiðsluna og lokalfeløg saman at
viðgera, hvørji tey politisku málini
skulu vera, sum flokkurin skal leggja
dent á og at orða tann politikk, sum
skal bera flokkin inn aftur á ting, og
ígjøgnum næsta valskeið.
Endamálið hjá nýggja formann
inum er at fáa Sjálvstýrisflokkin aftur
í samgongu. Og hendir tað, er Jógvan
Skorheim, sum floksformaður, sjálv
skrivaður sum landsstýrismaður.
– Tað er langur vegur har til, og tað
er ikki partur av roknistykkinum enn,
sigur Jógvan Skorheim.
aki@sosialurin.fo
Tað er eitt rættiliga krevjandi
starv at vera floksfor
maður, men fyri meg er
tað avgerandi, at familjan
stuðlar mær, sigur Jógvan
Skorheim, nývaldur formaður
í Sjálvstýrisflokkinum.
Mynd: áki bertholdsen