Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. apríl 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. apríl 2015 sosialurin 40 11 Deildir á Landssjúkrahúsinum Í Vikuskiftis Sosialinum í komandi viku varpa vit ljós á fíggjarligu støðuna á Landssjúkrahúsinu seinastu árini, og vit samanbera játtanina til føroyska sjúkrahúsverkið við játtanir til onnur sjúkrahúsverk í grannalondum okkara Barbara Holm S einastu mánaðirnar hava fleiri starvsfólk innan heilsuverkið í Føroyum rópt varskó. Ein teirra er Jan Rasmussen, sum seinastu árini hevur starvast á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum, og sum nú er í gongd við at útbúgva seg sum serlækni innan hjartasjúkur. Kritikkurin og ónøgdin frá starvs­fólkum í heilsuverkinum má tak­ast í størsta álvara, tí vandin er veru­ligur. Heilsuverkið og øll starvsfólk innan økið stremba eftir at halda norðurlendskan standard, men tað er trupult, tá ið serlæknar mangla inn­an ávís stór sjúkuøki. – Tær sergreinarnar og sjúku­ økini, sum ikki hava serlækna, hava heldur onga trygd fyri, at støðið á viðgerðunum er nøktandi. Ein ser­ lækni er útbúgvin til at vita júst hvat krevst innan sítt fakøkið, og kann samstundis tryggja, at alt, sum ferð fram á deildini, livur upp til norður­lendska støðið, greiður Jan Rasmussen frá. Tað eru ávís sjúkuøki, sum als ikki hava serlækna, og har kann trygdin vera í vanda. Meðan innan onn­ur sjúkuøki snýr tað seg mest um trivna og arbeiðsumstøður hjá ser­lækn­unum. – Ávísar sergreinar hava til dømis bert ein serlækna, meðan tær kanska áttu at havt fýra. Og tað viðførir, at tann eini serlæknin er fullkomiliga bundin at sínum starvi. Fer hann frá arbeiðinum eina løtu, so eru uppgávurnar alt ov nógvar í tali, tá ið hann kemur aftur, greiður Jan Rasmussen frá. Tað er ein øgilig ábyrgd, sum fylgir við, tá ið tú ert einsamallur ser­lækni innan eina sergrein. Og arbeiðsbyrðan er eisini alt ov tung. Tað viðførir, at trivnaðurin á ymsu deild­unum ikki er góður. – Vit hava sæð dømi um, at onk­ur sergrein hevur fingið tað normer­aða talið av serlæknum, og tá broytist trivnaðurin og harvið arbeiðs­lagið beinan vegin, sigur Jan Rasmussen. Samstundis er vansin við at bert hava ein serlækna á ymsu økju­num, at læknarnir ikki føla, at teir mennast í sínum yrki, og sam­ stundis, at fakligu umstøður­nar og tað kjak, sum eigur at hoyra til eitt fakøkið, ikki eru til staðar. Kundu gjørt tað gott Ein orsøk til, at starvsfólk innan heilsuverkið hava víst á sína ónøgd alment seinastu tíðina er, at tey síggja fyri sær, at tað ber til at gera heilsuverkið so nógv betur enn tað er í dag. Tað skal bert nakað av mál­ rættaðari planlegging til. – Tað undrar meg, at Heilsu­ mála­ráðið ikki hevur nakra til­vit­ aða ætlan við heilsuverkinum, men bert tekur tilvildarligar av­gerð­ir. Tað tykist mest sum, at Heilsu­mála­ ráðið ikki kennir til tær reellu av­ bjóð­ingarnar í sjúkrahús­verk­inum, sigur Jan Rasmussen. Hann vísir á, at um Heilsu­mála­ ráðið og leiðslan á Lands­sjúkra­hús­ inum høvdu eina greiðari fatan av avbjóðingunum í dag, og løgdu eina visjónsætlan fyri heilsuverkið, so hevði ivaleyst verið lættari at fingið læknar til Føroya og samstundis hildið uppá tey starvsfólk, sum eru í Føroyum í dag. – Um politikararnir tóku trupul­ leikan í álvara, so høvdu teir ivaleyst lagt eina miðvísa ætlan fyri hvussu man fær serlæknar til Føroya. Tað er neyðugt at seta seg beinleiðis í sam­band við teir læknar, sum vit hava tørv á her, tí annars koma teir ikki, sigur Jan Rasmussen. Samstundis vísur Jan Rasmussen á, at vit í dag hava før­oyskar serlæknar, sum búgva í Føroy­um, men sum arbeiða uttan­ lands, tí umstøðurnar eru betur. – Lønarlagið skal sjálvandi vera tað sama í Føroyum sum aðra­ staðni. Men lønin er ikki tað alt av­ ger­andi. Týdningarmest fyri meg og eg vænti fleiri við mær er, at arbeiðs­umstøðurnar eru nøktandi, vísur Jan Rasmussen á. Niðurstøðan hjá Jan Rasmussen er, at starvsfólk í heilsuverkinum í dag kenna tað ikki sum, at tey strekkja til í sínum starvi, tí arbeiðs­ byrðan á hvørjar deild sær er ov stór. Men vit hava góðar møgu­ leikar í Føroyum – tað krevur tó, at politikararnir leggja eina greiða ætlan fyri hvørjar raðfestingar teir vilja gera innan sjúkrahúsverkið komandi árini. barbara@sosialurin.fo – Á so at siga øllum deildum í heilsuverkinum í Føroyum er ein kensla av møði at hóma. Fólk eru ógvuliga sperd, og síggja ongan glotta fyri framman. Heilsumálaráðið og leiðslan á Landssjúkrahúsinum lyfta ikki sína uppgávu, heldur Jan Rasmussen, lækni á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum Vit sakna eina visjón Tær sergreinar­ nar og sjúku­ økini, sum ikki hava ser­lækna, hava heldur onga trygd fyri, at støðið á við­ gerð­unum er nøktandi« Jan Rasmussen, lækni og serlæknalesandi saman við familju síni. ✚ Anæstesideild (doyving) ✚ Apopleksi deild ✚ Barnadeild ✚ Bráðmóttøka og skaðastova ✚ Ergoterapi ✚ Eygnadeild ✚ Føðideild ✚ Fysioterapi ✚ Hjarta- og lungnadeild ✚ Intensiv deild ✚ Ljósmøðratænasta ✚ Medisinsk seingjardeild ✚ Medisinskt ambulatorium ✚ Oyrna-nasa-hálsdeild ✚ Psykiatri børn- og ung ✚ Psykiatri økiseind ✚ Psykiatrisk dageind ✚ Psykiatrisk demens dageind ✚ Psykiatrisk ergoterapi eind ✚ Psykiatrisk fysioterapi ✚ Psykiatrisk opin dageind ✚ Psykiatrisk viðgerðar eind ✚ Psykiatriskt sambýli ✚ Rannsóknarstovan ✚ Røntgendeild ✚ Sjúkraflutningstænastan ✚ Skurð ambulatorium ✚ Skurðdeild ✚ Skurðviðgerðardeild ✚ Tannlæknastovan ✚ Uttanlandstænastan