hósdagur 9. apríl 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. apríl 2015
sosialurin 40
12
Barbara Holm
Á
triðju hædd nýggja bygn
inginum á Landssjúkra
húsinum situr Shahin
Gaini í einum viðgerðar
rúmið á medisinsku deild. Shahin er
yvirlækni á deildini, men hann leggur
dent á, at í dag úttalar hann seg ikki
sum yvirlækni. Í dag úttalar hann seg
sum privatpersónur, og ikki vegna
Landssjúkrahúsið. – Tað, sum eg havi
at siga, sigi eg sum ein royndur ser
lækni, sum óttast fyri framtíðini hjá
føroyska sjúkrahúsverkinum, sigur
Shahin.
Viðgerðarhølið á triðju hædd eru
ikki hansara undir vanligum um
støðum. – Her plagar giktalæknin
at sita, men nú er hann eisini farin,
greiður Shahin frá.
Og júst tóma kontórið hjá gikta
læknanum er enn eitt dømi um støð
una á Landssjúkrahúsinum. Syrgiligu
og visjónsleysu støðuna, sum stendur
við og versnar. »Hvar skal eg byrja«
spyr Shahin, og leitar fyrst av øll
um eftir einari lýsing av politiska
myndugleikanum, sum eigur evstu
ábyrgd av sjúkrahúsverkinum.
– Her hjá okkum er ein stór ónøgd
við tað vantandi politisku leiðsluna.
Politikararnir lurta ikki eftir fakligum
tilráðingum, og taka so at siga altíð
onnur samfelagslig atlit framum,
sigur Shahin.
Politikararnir halda fast um, at tað
skulu vera trý sjúkrahús í Føroyum,
men vilja ikki siga hvat skal vera á
hvørjum sjúkrahúsið. Heldur enn
at leggja eina ætlan fyri hvussu
sjúkrahúsverkið skal innrættast í
framtíðini, tvíhalda politikarar um
at síggja sjúkrahúsverkið sum eitt
arbeiðspláss, ein almennan stovn,
eina skattainntøku.
– Men eingin spyr eftir hvussu
sjúklingurin skal uppliva sjúkrahús
verkið, sigur Shahin.
Lokalpolitikkur liggur til grund
fyri, at tvíhildið verður um trý sjúkra
hús, meðan eingin torir at nerta við
hvat skal vera á hvørjum sjúkrahúsið
sær. Og júst vantandi kjakið um enda
málið við sjúkrahúsverkinum er tað,
sum er størsti vandin í dag.
Sjúklingurin má vera
tilvitaður um vandan
Kjakið um trý sjúkrahús kontra eitt
sjúkrahús endar mangan í einum
lokalpolitiskum ellibita, har fýlst
verður á, at spurnartekin yvirhøvur
verður sett við, um tað er
fakliga ráðiligt at hava trý
sjúkrahús. Men hvat liggur
aftanfyri læknaligu tilmælini
um, at tað mesta skal miðsavn
ast á einum stað? Shahin vísur á
eitt dømi um barnsburðardeildina á
Tvøroyri.
Fakliga tilmæli frá Landssjúkra
húsinum og Landslæknin segði fyri
nøkrum árum síðani, at tað ikki var
ráðiligt at hava barnsburðardeild á
sjúkrahúsinum á Tvøroyri.
– Og orsøkin er sera einfalt tann, at
man metti ikki tað var ráðiligt at lata
kvinnur føða á einum sjúkrahúsið,
har hvørki ein narkosulækni ella ein
kirurgur eru knýttur fast at sjúkra
húsinum. Um til dømis ein bráð
feingis keisaraskurður má gerast, so
er eingin serlækni har at gera tað,
vísur Shahin Gaini á.
Men her varð serfrøðiliga til
mælið sett til viks, tí politiskt var ikki
undirtøka fyri at niðurleggja barns
burðardeildina á Tvøroyri.
Og tað í sær sjálvum er fyri so
vítt ikki ein trupulleiki, sambært
serlæknanum. Trupulleikin kemur,
tá ið sjúklingurin ikki er tilvitaður
um tann vandan, sum er til staðar.
– Eg haldi tað er rætt og rímiligt
at kvinnur, sum skulu føða, fáa at
vita, at her er eingin narkosulækni
ella kirurgur tá tú skalt føða, og tað er
ein ávísur vandi við tí, sigur Shahin.
Men tað er ikki bara á smáu
sjúkrahúsunum, at ein vandi er.
tema Heilsuverkið
Politikararnir
seta sjúklingin
í váða
Her hjá okkum
er ein stór ónøgd
við tað vantandi
politisku leiðsl
una. Politikarar
nir lurta ikki eftir
fakligum tilráð
ingum, og taka
so at siga altíð
onnur samfelags
lig atlit framum«
Shahin Gaini
myndir: Fotostudio/Finnur Justinussen
– Færri serlæknar eru, og størri arbeiðsbyrðu hvør serlækni hevur,
størri er vandin fyri, at sjúklingurin fær skeivu diagnosu ella ov
drúgva viðgerðartíð. Politikararnir mugu taka á sín kappa, at teirra
vantandi visjón fyri sjúkrahúsverkinum viðførir, at sjúklingar í
Føroyum eru í størri vanda enn sjúklingar í grannalondunum,
sigur Shahin Gaini, serlækni á Landssjúkrahúsinum
Sjúkrahúsið
hevur samanlagt
umleið 715 ársverk
deild á umleið 870
starvsfólk