hósdagur 9. apríl 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. apríl 2015
sosialurin 40
13
Klaksvíkar Sjúkrahús og Suður
oyar Sjúkrahús eru smá í mun til
Landssjúkrahúsið, men Lands
sjúkrahúsið er sanniliga eisini eitt
lítið sjúkrahús samanborið við
Ríkissjúkrahúsið. Summir læknar
vildu sagt, at tað er óforsvarligt at
hava nakað sjúkrahús í Føroyum,
tí serlæknavitanin og talið av sjúk
lingum er ov lágt til, at skipanin
kann mennast nóg nógv. Hóast vit
sjálvsagt mugu hava eitt sjúkrahús í
Føroyum, so vísur hetta á, at okkara
lítla samfelag má vera tilvitað um, at
vit hava ein natúrligan vansa í mun
til grannalondini, tí vit eru lutfalsliga
fáir íbúgvar.
– Tá ið vit hava fáar serlæknar í
Føroyum, so mugu vit eisini hugsað
um at savna vitanina á einum stað,
soleiðis at okkara sjúkrahúsverk
kann mennast og sjúklingurin kann
fáa tað bestu viðgerðina. Tað nyttar
ikki at spjaða til dømis ein serlækna
yvir trý lítil sjúkrahús, vísur Shahin
Gaini á.
Hann tekur enn eitt dømi fram um
eina stóra frustratión, sum læknarnir
á Landssjúkrahúsinum hava í dag –
tá politikarar tvinga serlæknar kring
landið.
– Vit hava fleiri dømi um, at vit
hava ein serlækna til eitt stórt økið
her á Landssjúkrahúsinum, har vit
í veruleikanum kanska áttu at havt
fýra. Og so kemur politiski myndug
leikin inn og krevur, at tann eini ser
læknin eisini fer til Klaksvíkar ella
Suðuroyar at arbeiða. Tað er ógvu
liga frustrerandi, tí tað elvir til, at
tænastan ikki er nóg góð á nøkrum
sjúkrahúsið, sigur Shahin.
Onkuntíð vandamikið at
gerast sjúkur í Føroyum
– Politikarar hava eina løgna fatan av
læknum. Teir halda, at ein lækni veit
og kann alt. Men hevði tú kent teg
tryggan við at flogið við einum air
bussi, um flogternan, flogskiparin,
maskinmeistarin og flogteknikarin
vóru eini og sami persónur, spyr
Shahin.
Endar tú til dømis í einum ferðslu
óhappi, og skalt akut á Landssjúkra
húsið, so eru fleiri læknar um teg.
– Tú skalt hava ein kirurg, sum
kann eftirkanna um nakað skal
skurðviðgerast. Ein røntgenlækna,
sum kann taka eina røntgen mynd
fyri at vita júst hvat er brotið. Ein
intensiv lækna, sum tekur ímóti tær
og so framvegis. Hevur tú alla serfrøð
Shahin Gaini, serlækni á Landsjúkrhúsinum, vísur á, at longu nú
eru syrgilig dømi um sjúklingar, sum ikki hava fingið nøktandi
viðgerð einans orsaka av vantandi vitan og fakligheit.
Vit eru eitt so
lítið samfelag, at
tað eigur at
bera til at bøta
um okkara
sjúkrahúsverk
rímiliga skjótt og
ómakaleyst«
»Tá ið vit hava fáar serlæknar í Føroyum, so mugu vit eisini
hugsað um at savna vitanina á einum stað, soleiðis at okkara
sjúkrahúsverk kann mennast og sjúklingurin kann fáa tað
bestu viðgerðina. Tað nyttar ikki at spjaða til dømis ein
serlækna yvir trý lítil sjúkrahús«
Shahin Gaini
...framhald á næstu síðu