hósdagur 9. apríl 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. apríl 2015
sosialurin 40
14
tema Heilsuverkið
ina á einum stað, so er møguleikin hjá
sjúklinginum at yvirliva nógv størri,
sigur Shahin.
Eitt sjúkrahúsverk er ein pakka
loysn, har fleiri læknar mugu arbeiða
saman fyri at geva sjúklinginum tað
bestu viðgerðina. Og ein vansi við at
spjaða tað lítlu serfrøðina vit hava
kring trý sjúkrahús er, at tað kann
ganga ov long tíð frá tí sjúklingurin
vendur sær til sjúkrahúsverkið, til
viðkomandi fær røttu viðgerðina.
Tað er ein vansi við at gerast sjúkur
í Føroyum innan eitt sjúkraøkið, har
vit ongar serlæknar hava. Tað viðførir
langa bíðitíð, drúgva sjúkralegu, og
vandin fyri at tað verður uppdagað
ov seint, verður størri. Í dag hava vit
ongan neurolog (heilalækn), so fært
tú epilepsi, migrenu ella heilasjúkur
annars, so kanst tú vænta tær at
bíða leingið. Fært tú eina óvanliga
heilasjúku, ja so er vandin størri
í Føroyum fyri, at tað ikki verður
uppdagað rættstundis. Vit hava
heldur ongan húðlækna í Føroyum,
tó vit hava útlendskar læknar, sum
vitja her við jøvnum millumbili. Tað
merkir millum annað, at fær tú til
dømis eksem ella psoriasis, so skalt
tú vænta tær langa bíðitíð. Vit hava
ongan ortopedkirurgi í Føroyum,
og tað merkir, at høvuðspersónurin
á Landssjúkrahúsinum, tá ið til
dømis beinbrot, ferðsluvanlukkur
og líknandi henda, er ikki til staðar
longur. Vit hava heldur ongan lunga
lækna ella giktlækna. Ongan nýra
kirurg, og ongan krabbameinslækna.
Samstundis eru tað bara tveir
yvirlæknar undir 45 ár á
Landssjúkrahúsinum,
og miðalaldurin hjá
yvirlæknunum er
ógvuliga høgur.
– Vit halda
vit hava ein
trupulleika
í dag, men
legg ja
vit
ikki eina kós
fyri
sjúkra
húsverkið, so at
ungir læknar vilja
koma her at starv
ast, so enda vit í einari
ræðuligari støðu um nøkur ár,
tá ið helmingurin av læknunum í
dag eru farnir frá vegna aldur, sigur
Shahin.
Leggið nú eina ætlan
fyri sjúkrahúsverkinum
At ov fáir serlækar eru, og at miðal
aldurin er heldur høgur á Lands
sjúkrahúsinum, er ikki tann einasti
læknaligi trupulleikin, sum føroyska
samfelagið hevur í dag.
Serlæknin í beinagrindskirugi fór
fyri stuttum til Norra at starvast, tí
hann kendi ikki arbeiðsumstøðurnar
nøktandi í Føroyum longur, hóast
hann leingið hevði roynt at betra
um støðuna.
– Og júst tað fer at henda í størri
mun framyvir, um politikararnir ikki
vakna, og innrætta sjúkrahúsið
útfrá sjúklinginum, og
ikki útfrá øðrum
politiskum áhuga
málum, sigur
Shahin.
»Tað syrgi
ligasta
av
øllum er, at
vit helst út
búgva flest
serlæknar pr.
íbúgva í Skandi
navia. Teir tíma
bara ikki at starvast
undir slíkum umstøðum«.
Óttin fyri, at serlæknarnir
fækkast í tali, og at nýútbúnir
serlæknar heldur vilja starvast
uttanlands, er avgjørt nakað, sum
fyllur í hugaheiminum hjá Shahin
Gaini, og helst øðrum læknum við.
Shahin hevur valt Føroyar framum
onnur lond. Ikki tí, at lønin ella
arbeiðsumstøðurnar eru betur her.
Men tí hann ynskir at liva og virka
í Føroyum.
– Eg skilji ikki hví politiski
myndugleikin ikki ger meira fyri at
halda fast uppá teir læknar, sum
hava valt Føroyar til, undrast Shahin.
Seinastu mánaðirnar hava vit
millum annað hoyrt giktalæknan og
onnur starvsfólk innan heilsuøkið
alment víst sína ónøgd við skipanina í
dag. Og tað er einki løgið í tí, sambært
yvirlæknanum.
– Vit eru ikki stavnsbundin at vera
her. Tað er gravgangur eftir serlækn
um í øllum londunum kring okkum,
og har høvdu vit fingið hægri løn og
betri arbeiðsumstøður, sigur Shahin.
Um politikararnir høvdu sett sær
mál fyri sjúkrahúsverkið, og torað at
lurta eftir fakligu tilmælunum, so
hevði ivaleyst verið lætt at bøtt um
støðuna.
– Vit eru eitt so lítið samfelag, at
tað eigur at bera til at bøta um okk
ara sjúkrahúsverk rímiliga skjótt
og ómakaleyst. Tað krevur bara, at
politikararnir tora at raðfesta og seta
sjúklingin í fokus, sigur Shahin.
Niðurstøðan hendan dagin á
triðju hædd á Landssjúkrahúsinum,
í hølunum hjá tí júst fráfarna gikta
læknanum er, at tíðin er við at
renna undan politikarunum. Verður
eingin raðfesting gjørd á sjúkrahús
verkinum komandi árini, so er vón
leyst at tryggja føroyska sjúkling
inum eina nøktandi tænastu. Hóast
hann ikki vil nevna nøkur ítøkilig
dømi, so vísur Shahin Gaini á, at
longu nú eru syrgilig dømi um sjúk
lingar, sum ikki hava fingið nøktandi
viðgerð einans orsaka av vantandi
vitan og fakligheit.
Vit eru ikki
stavnsbundin
at vera her. Tað
er gravgangur
eftir serlæknum í
øllum londunum
kring okkum, og
har høvdu vit
fingið hægri løn
og betri arbeiðs
umstøður«
Shahin Gaini
Landssjúkrahúsið
er meginsjúkrahús og
undirvísingarsjúkrahús í
Føroyum og hevur uml. 160
sengur innan somatiska og
psykiatriska økið
mynd: Fotostudio/Finnur Justinussen
– Eg haldi tað er rætt og rímiligt at kvinnur, sum skulu føða, fáa
at vita, at her er eingin narkosulækni ella kirurgur tá tú skalt
føða, og tað er ein ávísur vandi við tí, sigur Shahin Gaini.