Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. apríl 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. apríl 2015 sosialurin 40 15 Er í síðsta enda ein vansi fyri sjúklingin Barbara Holm S júkrarøktarfrøðingar í Før­ oy­um eru á høgum støðið saman­borið við norður­ lendska standardin, og føroyska útbúgvingin er mett at vera tann besta í Norðurlondum, saman við ís­lendsku útbúgvingini. Men stóri vansin í Føroyum samanborið við Norður­lond er, at tað er sera trupult at til­rættis­leggja virksemi á ymisku deild­unum, tí sjúklingar, sum eru bráð­feingis innlagdir, eru ein stórur partur av sjúklingatalinum á hvørjari deild. Í londunum kring okkum eru heilsuverkini farin undir at effektiviserað deildirnar soleiðis, at sjúk­lingar, sum til dømis koma inn at skifta mjødn, bert eru innlagdir í fimm dagar. Fær sjúklingurin so onkra infektión ella annað, sum ger, at viðkom­andi má vera longri á sjúkrahús­inum enn væntað, so verður sjúk­lingurin sendur á eina aðra deild, meðan deildin, sum tekur sær av mjadna skurð­viðgerðini, heldur fram at fáa sjúklingar inn teir normeraðu fimm dagarnir. Men hetta ber ikki til í Føroyum, tí sjúkrahúsverkið er ov lítið. Um sama støða kom fyri í Føroyum, so hevði viðkomandi sjúkling­ur verið verandi á somu deild, og tískil hevði ikki verið møguligt at tikið ein nýggja sjúkling inn tá fimm dagar vóru farnir. – Hetta viðførir, at tað er vón­leyst at planleggja arbeiðið á ymsu deild­ unum, og tí er talið á sjúkra­røktar­ frøðingum á hvørjari deild onkun­tíð ov lítið og onkuntíð ov nógv, greiður Óluva í Gong frá. Tað viðførir, at nógvar morgnar á árinum mugu deildarleiðarar á ymisku deildunum á Landssjúkra­ hús­inum ringja runt til sjúkrarøktar­ frøðingar, og fáa teir at koma til ar­ beiðis, tí annars eru ov fáar hendir um sjúklingarnar. Tað í sær sjálvum er ikki ein trupul­leiki, men tá ið tað kemur fyri ferð eftir ferð, so viðførir tað, at tær ymsu deildirnar ov mangan hava sjúkra­røktar­frøðingar, sum ikki hoyra til deildirnar undir vanligum um­støðum. – Og tað sigur seg sjálvt, at um ein sjúkrarøktarfrøðingur ikki hevur tað servitan, sum skal til fyri at geva sjúklinginum tað bestu viðgerðina, so gongur tað í síðsta enda út yvir tað viðgerð, sum sjúklingurin fær, sigur Óluva í Gong. Hon vísur á, at hóast føroyskir sjúkra­røktarfrøðingar eru á høgum støðið samanborið við norðurlond, so eru ov fáir sjúkrarøktarfrøðingar knýttir at føroyska heilsuverkinum saman­borið við londini kring okkum. – Í mun til fólkatalið eru vit ov fáir sjúkrarøktarfrøðingar í før­oyska heilsuverkinum. Og so er spurn­ing­ urin um vit kunnu veita sjúkling­ inum tað bestu tænastuna, sigur Óluva í Gong. barbara@sosialurin.fo – Sjúkrahúsverkið í Føroyum er ov lítið til, at tað ber til at planleggja nóg væl. Onkrar dagar eru 30 % ov nógvir sjúklingar á einari deild, sum eru innlagdir bráðfeingis, meðan aðrar tíðir eru 10 % færri enn vænta. Og tað viðførir, at tað er sera trupult at meta um starvsfólkatørvin á hvørjari deild sær, sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Savnsmyndir Sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum eru á høgum støðið samanborið við norður­ lendska standardin. Óluva í Gong. »Í mun til fólkatalið eru vit ov fáir sjúkrarøktarfrøðingar í føroyska heilsuverkinum«