Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. apríl 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. apríl 2015 sosialurin 40 16 kjak klumman Atgerðir skulu steðgast – men orðið er frítt V árið er á gáttini, og fyri framman bíðar summ­arið. Summarið við lýkku, fuglasongi, tón­ leiki undir opnum himli, gonguferðum um dalar og fjøll, heimagrilli í sólskini, fríløtum, – og Sea Shepherd. Umhvørvisfelagsskapurin við teimum avgjørdu – og stundum radikalu – sjónarmiðunum hevur veru­ liga sett sjóneykuna á Føroyar seinastu árini. Ser­liga í fjørsummar merktist her á landi, at grønu atgerðar­ fólkini fóru í hernað ímóti grindadrápi. Tað spældi hampuliga væl av, tí tað kom ongantíð til stóra samanbrestini, lítið var av grind, og fólk og myndugleikar megnaðu – við fáum undantøkum – at standa ímóti opinlýsu provokatiónini. Í vikuni segði Jacob Vestergaard, landsstýris­mað­ur, at hann nú fyrireikar eitt uppskot at leggja fyri løg­ting­ ið, sum skal gera tað lættari hjá myndug­leikunum at steðga teimum, sum gera seg inn á grinda­dráp. Eisini skulu greið­ari reglar verða fyri revsing og frátøku av út­ gerð, sum verður brúkt til ólóglig átøk ímóti grindadrápi. Hetta er skilagott stig at taka. Sjálvandi skulu myndug­leikar steðga átøkum ímóti lógligum grinda­ drápi, og rímiligar heimildir skulu eisini verða at fyri­ byrgja hesum átøkum. Men tað má ongantíð koma hartil, at fólk verða nokt­að atgongd til føroyska samfelagið, tí tey hava sjónar­mið, sum okkum ikki dámar. Líkamikið, um tey eru radikal, manipulerandi ella provokerandi, mugu fólk sleppa at føra tað fram í talu og á skrift, sum tey hava hug til. Fólkaræðið og talufrælsið umfatar eisini hesi fólk og teirra sjónarmið. Myndugleikarnir gera rætt, tá ið teir fara eftir atgerð­ unum hjá umhvørvisfelagsskapunum, men propa­ganda­ stríðið mugu vit vinna á annan hátt enn við forboðum og útihýsan. Nú um dagarnar sást, at Paul Watson, leiðari fyri Sea Shepherd, endaði í verjustøðu, eftir at doku­ mentarfilminum »Inside the Grind: The Fight for Whale Hunting in the Faroe Islands« var lagdur á netið. Honum dámdi ikki nýggja filmin, sum hann helt gav misvísandi – og ikki nóg kritiska – mynd av grindadrápinum. Føroy­ ingar høvdu hug at rósa filminum fyri at verða hóvligan og geva eina hóskandi mynd av føroyskari mentan. Kanska skuldu føroyskir myndugleikar hugsa eitt sindur meira um at prika Sea Shepherd og Paul Watson og verið eitt sindur meira álopssinnað í propaganda­ stríð­num heldur enn bert at verða í hógligum defensivi allatíðina. Lógarparagraffir kunnu brúkast ímóti atgerðunum, men í propagandastríðnum er brúk fyri øðrum taktikki og størri snildni, enn vit hava sæð higartil. Bjarni Djurholm løgtingsmaður Í f a r n u viku setti undir­rit­aði lands­stýris­ mann­in­um í fíggjar­mál­um grein 52a-fyrispurning um uppá­haldið, at sam­gongan kostar verka­fólkum 1100 kr/ mðr. Uppáhald, sum fíggjar­ ráðgevi hjá FA fleiri ferðir hevur varpað almenninginum. At lýsa faktisku viðurskiftini, varð fyrispurningur tí settur landsstýrismanninum. Spurningar og svar eru at finna á logting.fo (grein 52a, nr. 72: Um verkafólk missa 1100 kr/mðr. orsakað av politikki samgongunnar). Ein viðkomandi spurningur og svar, skuldi man hildið. Men ikki í KvF. Spurningarnir, sum settir vórðu, hava annars verið um­røddir og viðgjørdir upp í saman í tinginum og eisini svaraðir, uttan at KvF nakran­ tíð hevur lýst hetta álvars­mál fyri almenn­inginum. Kanska tí, at svarini ikki passa í málaðu myndina hjá KvF? Tá so FA aftur almanna­ kunn­gjørdi somu skeivu upp­lýsingar á aðalfundinum fyri uml. trimum vikum síð­ ani, valdi undirritaði at seta landsstýrismanninum spurn­ ingar um skeiva uppáhaldið hjá fíggjarráðgevaranum hjá FA um lønir, skattir og eftir­ lønir v.m. Øll vita, at hetta var skjótt hjá landsstýrismanninum (um­sitingini) at svara uppá. Sum nevnt, hevur lands­ stýrismaðurin upp í saman svarað spurningunum í ting­ inum og í 2012 sendi Fíggjar­ málaráðið tíðindaskriv út um tað sama mál. Nóg mikið at trivið í. Svarið frá landsstýris­mann­ inum kom í so týskvøldið. Viðkomandi svar við talvum, har uppáhaldið frá FA og eisini andstøðuni var greitt afturvíst. So har skuldi verið nóg mikið at trivið í hjá KvF og miðlunum annars, men so eiðasørt. Redaktørurin í ÚF skipaði tó so fyri, at tíðindini skoytaðu tvørturum spurningar og svar, og ístaðin var søgan, at undirritaði fær skjótari svar enn onnur tingfólk? Altso, nú skuldi varpast eitt missteinkiligt ljós á svargongdina og soleiðis sleppa KvF undan at viðgera svarini. Síðuvinningurin hjá KvF var so, at almenningurin heldur ikki hesaferð fekk innlit í faktiskar upplýsingar, men harafturímóti aftur varð fóðraður við upplýsingum um, at okkurt odiøst ella óreiði­ligt fyriferst millum lands­stýrismannin og samgongulim. Henda miðlaviðferðin í KvF er átaluverd. Upp í móti hesi tíðinda­ viðferðini av samgonguni/ landsstýrinum er tað alkent, at bara tað lotar úr onkrum andstøðulimi, so er KvF á staðnum í stundini. Dømini eru ótald. T.d. setti ein tjóðveldis­ tingkvinna herfyri ein grein 52a-spurning. Spurningur og svar vóru ikki bert viðgjørd í KvF, nei spyrjarin slapp enntá at kommentera svarið?! Hetta er so selektiva støðan hjá KvF, sum í roynd og veru er bæði margháttlig og óvirðilig. Annars er at siga, at í øllum samgongum er tað siðvenja, at samgongufólk ikki leggja lógaruppskot og uppskot til samtyktar fyri tingið. Einasti máti hjá sam­ gongufólkum at gera vart við ymisk politisk mál er at seta fyrispurningar. Tí er tað eisini burturvið av KvF at sáa iva um, at samgongufólk seta landsstýrisfólkum spurningar. Aðrir spurningar lagdir til viks Farna hálva árið hevur undir­ ritaði sett fleiri aðrar við­ komandi skrivligar, munnligar og grein 52a spurningar í Løg­ tinginum. Onkrir eru í hissini umrøddir í KvF, kortini als ikki teir, sum lýsa viðkomandi og faktisku støðuna, um lønar-, skattlig-, veitingar- og onnur líknandi viðurskifti. Hesir spurningar og svar hava verið tagd burtur, allar­helst tí, at svarini frá embætisverkinum (sum kunn­ugt er tað embætisverkið og ikki landsstýrismaðurin sum gera svarið) ikki eru í samljóði við ta myndina, sum m.a. KvF hevur málað av umrøddu viðurskiftunum og samgonguni farnu 3-4 árini. Úr rúgvuni kunnu verða nevndir hesir spurningar: Skrivligur spurn. nr. 38: Um Føroyar skulu taka móti flóttafólki. Løgmaður svaraði og vardi orðaskiftið hálvan­ triðja tíma í Løgtinginum. KvF tók slettis ikki málið uppá tungu. Skrivligur spurningur nr. 28: Um lønarinntøkur, skattir, gjøld og frádráttir fyri ymsu lønarbólkarnar. Tilsaman 16 spurningar. Landsstýrismaðurin (um­ sitingin) svaraði sera neyvt í januar. Svarið var heilar 8 síður langt við væl útgreinaðum talvum. Harumfarmt vóru eisini 4 fylgiskjøl. KvF hirdi ikki at um­røða sera viðkomandi upplýs­ing­ arnar við einum orði. Grein 52a-spurningur, nr. 32: Um støðuna hjá støkum uppihaldarum undir forsorg og hjá somu lutað út á bólkar. Svarið frá lands­stýris­ manninum (umsitingini) var sera áhugavert, væl uppsett við ógvuliga greiðum talvum. Eitt sera positivt svar um forsorgartilboðini. KvF viðgjørdi slettis ikki viðkomandi svarini. Kortini ringdi áðurnevndi redaktørur, tá tíðindakvinna, og vildi hava at vita, hvat motiv var fyri at seta spurningin? Svaraði henni greitt upp á hennara ivasemi, og segði hon, at hon skuldi ringja aftur og gera samrøðu. Tað gjørdi hon sjálvandi ikki. Ístaðin fann KvF aðra vinkling, sum lítið hevði við sjálvan spurningin at gera - nevniliga, at húsarhald, sum tjena meira enn 247,900 kr, ikki fáa frípláss á dagstovni, men skulu rinda vaksandi part av ansingargjaldinum. So her var ein funnin fress­ ur at senda eina negativ-søgu, so tíðindakvinnan gjørdi samrøðu við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um frípláss í ansingarstovnum, sum er kommunumál......? Tað var so tann umrøðan í KvF. At forsorgarøkið generelt í Føroyum er betri enn í øllum grannalondunum (kanska undantikið í DK) var als ikki umrøtt. Hugvekjandi má sigast. Tað má metast undranar­ samt, at tá landsstýrisfólk svara spurningum um faktisku viðurskiftini í samfelagnum, serstakliga har svarini eru í andsøgn við ta mynduna, sum er málað fyri almenninginum - ja, so er einki miðlajørðildi, har spurningar og svar eiga nakran møguleika. Ikki serliga reiðiligt í fólka­ ræði, sum somu siga seg um­ boða. Tá selektivi tíðinda­flutning­ urin er meginreglan? Ver við í kjakinum! Send teldupost til post@sosialurin.fo Meiningar og kjak Eyðun Klakstein