hósdagur 9. apríl 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. apríl 2015
sosialurin 40
17
tíðargrein
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Dómurin: Jørgen hevur snýtt,
– men kann ikki revsast!
Bjørn á Heygum
advokatur
J
ørgen er ikki frídømdur fyri
at hava snýtt í tolli
Onkusvegna er ein
grundleggjandi misskiljing
hend í samband við, at tey fýra
skuldsettu fjølmiðlafólkini, Dia
Midjord, Jan Lamhauge, Lillian
Weihe og Sveinur Tróndarson í
Føroya Rætti blivu dømd fyri at
hava ærumeitt Jørgen Niclasen.
Fólk hava nevniliga eftir øll
um at døma fingið ta fatan, at
allar skuldsetingar móti Jørgen
Niclasen um snýt og svik móti
landskassanum hervið eru manaðar
í jørðina.
Alment roynir Jørgen eisini at
gykla fólki, at hann er reinsaður fyri
skuldsetingarnar um groft tollsvik
og misbrúk av álitisstarvi, sum
umboð fyri Skipafelagið Føroyar í
Sørvági.
Aðramáta royna stuðlar og
politiskir ørindasveinar at geva
almenninginum eina fatan av, at
Jørgen er fullkomuliga fríkendur,
og at allar hesar ákærur um álvars
lig lógarbrot eru settar fram av
órøttum!
Tí kann av góðum grundum
verða spurt, um Jørgen Niclasen við
hesum veruliga er frídømdur fyri at
hava snýtt í tolli ella ikki?
Her kann svarast heilt stutt: Nei,
Jørgen Niclasen er alt annað enn
frídømdur fyri at hava snýtt í tolli,
og ei heldur er hann frídømdur
fyri at hava framt groft svik móti
landskassanum.
Fullgóð prógv førd
fram um svik
Veruleikin er nevniliga tann, at
fullfíggjað og haldgóð prógv vóru
førd fram um, at Jørgen Niclasen,
sum stjóri í P/F N.Niclasen í Sørvági
í tíðarskeiðinum 1989 - 1992 hevði
ábyrgdina av, at hundraðtals vøru
sendingar vóru tiknar út av goymsl
uni hjá Skipafelagnum Føroyar,
uttan at verða tollgreiddar, – so
sum fyriskrivað í lógini, – og uttan,
at tollvaldið fekk neyðugu skjølini
útflýggjað frá felagnum, – soleiðis
at tollurin kundi uppgerast og
tollrokning útskrivast.
Jørgen sigur, at hann ikki visti
av, at tollkreditturin var uppsagdur,
og at hann tískil handlaði fult
lógliga og í góðari trúgv.
Hetta páhald er so skeivt og
misvísandi, sum nakað kann vera.
Fyri tað fyrsta, so frítekur ein
møguligur tollkredittur ongantíð
felagið, og harvið Jørgen Niclasen,
fyri at røkja sínar lógásettu skyldur
um at lata inn øll neyðug skjøl
til tollvaldið, harundir faktura,
konnosement, fraktbrøv v. m. í
seinasta lagi 14 dagar eftir móttøku
til tess, at tollvaldið skal hava
møguleikar fyri at uppgerða tollin.
Reglan um, at vørurnar ikki
máttu pakkast út og útflýggjast
til víðarisølu áðrenn tollurin
var uppgjørdur og goldin, vóru
heldur ikki hildnar – við ella uttan
tollkreditt!
Sum serligt álitisumboð fyri
Skipafelagið Føroyar í Sørvági tók
Jørgen Niclasen bara seg sjálvan til
rættis, og handlaði sum goymslan
var hansara egna. Hann nýtti í
veruleikanum hesa goymslu, sum
hann hevði fingið í varðveitslu at
umsita annans vegna, sum sítt egna
sjálvtøkuborð, og tók vøruna út
og seldi hana víðari, - uttan nakra
fráboðan, – uttan útflýggingarloyvi
– og – uttan tollavrokning!
Uppsagdi tollkreditturin
gerst ikki effektivur
samb. áheitan frá Jørgen
Viðvíkjandi tollkredittinum kann
annars, sum eitt serligt fyribrigdi
nevnast, at Jørgen Niclasen í einum
skrivi til Tollvaldið longu 20. mars
1991, t.v.s. umleið 1 ½ ár áðrenn
hann segði seg at vita nakað um,
at tollkreditturinn var uppsagdur,
persónliga bønliga bað um, at
trygdin fyri tollkredittin ikki bleiv
gjørd effektiv.
Hví skuldi hann senda eina slíka
umbøn um ikki at gera trygdina
fyri tollkredittin effektiva, um
tollkreditturin ikki frammanundan
var uppsagdur, kundi av góðum
grundum verið spurt? Ein trygd fyri
ein tollkreditt kann jú ikki gerast
effektiv uttan so, at tollkreditturin
frammanundan er uppsagdur! Ergo,
– má Jørgen Niclasen hava vitað,
at tollkreditturin var uppsagdur, tá
tað annars als ikki gevur meining at
koma við einari slíkari áheitan um
at bíða vit at inndraga trygdina fyri
henda sama kredit!
Jørgen misnýtt álitisstarv
sum umboð fyri
Skipafelagið Føroyar
So sigur Jørgen Niclasen ramliga
og við einum vissum stoltleika á
røddini, at landskassin ikki misti
eitt oyra av hansara lógarbrotum.
Enn einaferð lýgur Jørgen, tí tá
málið var uppgjørt, var staðfest, at
landskassin hevði mist kr. 52.182,10,
meðan restin av tapinum hjá
landskassanum varð inndekkað
av Skipafelagnum Føroyar, sum
mátti bløða við kr. 382.720,16 vegna
lógarbrotini hjá Jørgen Niclasen.
Jørgen Niclasen hevur harvið
ikki bara snýtt landskassan, men
eisini kyniskt misbrúkt serliga
álitisstarvið, sum umboð vegna
P/F Skipafelagið Føroyar til at gera
sær dælt av serligu atgongdini til
goymsluna hjá hesum felag, fyri
harvið at útvega felagnum hjá sær
sjálvum ein fíggjarligan vinning.
Uttan serligu heimildina, sum
umboð skipafelagsins til at umsita
goymsluna teirra vegna, hevði tað
eyðvitað aldrin borið til at fingið
fatur á hesum vørum uttan um
tollvaldið.
Tá P/F N. Niclasen, við Jørgen
Niclasen sum stjóra, ongantíð hevur
fingið loyvi frá Skipafelagnum
Føroyar, at skúgva til viks og bróta
allar tær reglur, sum eru galdandi
fyri umsitingina av eini slíkari
goymslu, og sum aftur elvdi til eitt
ovurstórt tap fyri Skipafelagið, - so
er her enn einaferð talan um groft
svik, ella tað sum á lógarmáli av
røttum kallast mandatsvik, - sum
væl at merkja er revsivert í sjálvum
sær, men hóast tað ikki kann
revsast nú so mong ár aftaná.
Jørgen Niclasen ber fram
ósannindir á tíðinda
fundinum 17. jan. 2014
Á tíðindafundinum tann 17. januar
2014 bedýraði Jørgen Niclasen eisini,
at onki var farið út av goymsluni
eftir, at hann í september 1992
skuldi eitast at hava fingið at vita,
at tollkreditturin var uppsagdur.
Tað sær út til, at Jørgen Niclasen
framvegis ikki smæðist burtur við
at bera fram beinleiðis ósannindi
fyri almenninginum. Veruleikin
er tann, at vørur framhaldandi
vóru tiknar av goymsluni eisini
eftir september 1992, uttan
tollavgreiðslu og fráboðan til
Tollvaldið, og er hetta eisini skjal
prógvað í málinum. Í samband
við vørueftirlit á goymsluni
tann 9. august 1993 var nevniliga
staðfest, at 9 vørusendingar vóru
útflýggjaðar, uttan at tollavgreiðsla
var farin fram, og tann 29. sept.
sama ár var aftur staðfest, at 7
vørusendingar vóru útflýggjaðar
uttan tollavgreiðslu.
Niðurstsøðan er sostatt tann, at
tað er væl og virðiliga skjalprógvað,
at Jørgen Niclasen hevur snýtt,
og framt groft svik móti bæði
Landskassanum og Skipafelagnum
Føroyar, sjálvt um hann ikki er, ella
kann revsast fyri síni lógarbrot.
Hví vóru fjølmiðlafólkini
dømd fyri ærumeiðing?
Men so kann við góðum rætti
spyrjast, hvi í allari víðu verða hesi
fjølmiðlafólk, so vóru dømd fyri
ærumeiðing fyri at hava sagt sann
leikan, og sett fram skuldsetingar,
sum vóru væl og virðiliga skjal
prógvaðir undir rættarmálinum?
Ein dómari kann væl saktans
ikki bara taka feil, – ella hvat?
Jú, tey vóru dømd fyri ærumeið
ing av tí einfaldu grund, at dómarin
Søren Seerup (hálvur nólsoyingur)
metti, at við at hava sett fram
skuldsetingar móti Jørgen Niclasen
fyri at hava »snýtt« í tolli, so høvdu
tey samstundis skuldsett Jørgen
Niclasen fyri at hava gjørt nakað,
sum var »revsivert« (strafbart).
Samb. Søren Seerup kanst tú
ikki út frá samanhanginum siga
»snýta«, – uttan samstundis at siga,
– at viðkomandi hevur gjørt nakað,
sum skal og eigur at vera »revsað«!
At tað ber væl til at snýta uttan
at kunna revsast fyri hetta, kemur
honum eftir øllum at døma ikki til
hugs.
Samb. M.Nepper Christensen
(Finn Ougaard) so kundi Jørgen
mest sannlíkt ikki revsast fyri toll
svik, fyri tað fyrsta tí heimildin í
tolllógini fyri at revsa var ivasom,
fyri tað næsta tí málið eftir øllum at
døma var fyrnað, og fyri tað triðja
tí, at myndugleikarnir høvdu verið
alt ov jánkasligir, og latið hetta
óreglusemi um seg gingið í alt ov
langa tíð uttan at hava tikið tikið
neyðug stig til at steðga lógarbrot
unum.
Við hesi grundgeving slepti
Landfútin málinum, – ikki tí
Jørgen ikki hevði snýtt –, men
tí at ein ákæra um øll hesi brot á
tollógina eftir umstøðunum – ikki
kundi føra til revsing –.
Ivasami logikkurin
hjá dómaranum!
Logikkurin hja dómaranum var
hereftir tann sera einfaldi, at tá ein
skuldseting um »snýt« er tað sama
sum at hava skuldsett viðkomandi
fyri at hava forbrotið seg soleiðis, at
hann harvið kundi »revsast«, ja – so
kundu fjølmiðlafólkini dømast fyri
ærumeiðing – rætt og slætt tí, at tað
ongantíð var komið hartil, at Jørgen
Niclasen var revsaður fyri at hava
snýtt í tolli, líka so lítið, sum tað
nakrantíð var reist nøkur ákæra um
tollsvik móti honum.
Tað stutta av tí langa var sostatt,
at tá fjølmiðlafólkini ikki kundu
prógva, at Jørgen var revsaður ella
var ákærdur fyri nakað »revsivert«,
so vóru tey dømd fyri ærumeiðing,
sjálvt sum tey við ørgrynnu av
skjølum høvdu prógvað, at Jørgen
ikki bara eina ferð, men heilt neyvt,
bara út frá tí einu kanningini – 290
ferðir – , hevði snýtt bæði Lands
kassan og Skipafelagið Føroyar
So lat tað standa rimmar fast, at
sjálvt um fjølmiðlafólkini eru dømd
fyri ærumeiðing, so hevur Jørgen
Niclassen framvegis »snýtt« tann
kassa hann í dag er settur at umsita
av Kaj Leo Johannesen, løgmanni.
Sami maður, sum hevur snýtt í tolli
umsitur nú tollmál, og skal syrgja
fyri, at øll hini sum snýta í tolli –
uttan hann sjálvur – verða revsað, –
soleiðis hongur føroyska samfelagið
eftir øllum at døma saman í dag!
Perspektivini fyri
framtíðar pressufrælsi
Perspektivini fyri framtíðar pressu
frælsi samanhildið við henda marg
háttliga dóm kunnu sýnast heldur
døpur, sjálvt um tað í grundlógini
stendur, at »censur kan ingensinde
på ny indføres«.
Spurningurin er nevniliga um
fjølmiðlarnir ella vanligi borgarin
av ótta fyri inntrivi og revsing frá
dómstólunum í framtíðini kann
loyva sær at skuldseta ein politikara
fyri at hava snýtt ella svikað, sjálvt
um ført verður fram sannleika-
prógv fyri hesum skuldsetingum,
tá tann sum førir hesar ákærur
fram ikki samstundis kann prógva,
at viðkomandi politikari møguliga
kann revsast fyri sítt brotsverk.
Samb. Søren Seerup verður
nevniliga í slíkum førum ærumeitt
við at siga sannleikan. Verður t.d.
ein politikari skuldsettur fyri svik,
sum dómarin og Føroya Landfúti
halda ikki kann revsast, ja so verður
dømt fyri ærumeiðing, sjálvt um
viðkomandi hevur svikað – so
einfalt er tað!
Ber hetta til, og er hetta ein
haldbar støða í einum demokratisk
um rættarsamfelag við talu- og
skrivifrælsi?
Hetta kemur so landsrætturin at
taka støðu til.
Livst so spyrst.