Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. apríl 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. apríl 2015 sosialurin 40 19 Zacharias Hammer S einni veraldarbardagi var júst byrjaður, tá Árni 7. apríl 1940 varð borin í heim. Foreldruni vóru Conrad Joensen og Elsebeth Helena Joensen (fødd Isaksen). Barnaheimið var við Dalavegin í Havn. Hann var næst elstur av 5 systkum. Ikki løgið at Árni kom til verðina krígsárini, tí hann hev­ur altíð veri ein stríðsmaður og undan­ gongumaður. Bersøgin og hildið fast um sínar meiningar til tað mótsatta er prógvað. Longu eftir 4. premiliner mátti hann gevast, tí hann varð ósamdur við leiðslu skúlans og helt fast um sítt – varð burturvístur. Fór tó aftur í skúla 1956 og tók primilinerprógv í 1958 í Havn. Eftir loknan skúla fór hann sum messudrongur við Fiska­ nes til Grønlands. Kendi skiparin og seinni vinnu­ lívsmaðurin Hans Pauli Johannesen var skipari. Á hesum túri fekk Árni longu víst sítt hegni og skyl innan teknikk. Radarin, sum tá var nakað nýtt umborð á skipum og sera framkomið tól, var gingin fyri. Teir lærdu umborð royndu at finna feilin, men uttan úrslit. Boð vóru til seinast send eftir messudronginum, sum onkur visti dugdi nakað innan teknikk. Tað gekk ikki leingi, áðrenn 18 ára gamli messudrongur Árni hevði funnið brekið, og fingið radaran aftur at mala. Sera neyðugt og trygt millum ísfjøllini, í mjørka og kavaroki. Skiparin var skjótur at lata hetta fara út á fiskabylgjuni ,um stóra bragdi hansara messudrongur hevði gjørt við radaran. Líka so væl, sum hann fekk staðfest síni evnir innan teknikk, varð við sjóverkinum, sum hann ongantíð slapp av við á túrinum. Hetta gjørdist hansara fyrsti og seinasti túrur sum mynstraður sjómaður. Heimkomin fær hann lærupláss til radiomekanikkara. Hann stóð fyrstí læru í Havn so í Klaksvík og seinasta hálva ári í Føroyingahavnini hjá elsta bróðir sínum Eyðun C. Joensen. Fekk sveinabræv sum radiomekanikkari í 1962. Javnaldrar hansara í Klaksvík minnast enn hendan motorsjúka havnadreingin. Hevði eina kraftmikla motorsúklu, sum hann kappkoyrdi móti klaksvíkingum. Mær er sagt, at teir tíðum skiftu motorsúklu meðan teir koyrdu við fullari ferð eftir Klaksvíksvegnum. Longu í 1963 fer hann til Dan­ markar at nema sær kunnleika innan sjónvarpsteknikk, sum var hansara heilt stóri áhugið. Fyrst hjá Arena í Horsens og síðani hjá Storno og Bravour í Keypmannahavn. Hann kemur heim aftur í 1965 og fær arbeiðið hjá SHJ radiohandil. Javn­aldrin og vinur hansara, Halgir Lindberg arbeiddi eisini har sum radiomekanikkari Árni er ivaleyst okkara fyrsti pionerur at senda sjónvarp í Føroy­ um. Eg skal royna at lýsa hetta í stutt­ um. Sum tann ídni og framfúsni teknikk­ari biksaði hann við heima­ gjørdum sjónvarpssendarum longu í 1965/66 saman við Halgir Lind­ berg. Tekningar, diagrammir og deil­ir fingu teir úr bilsendarum frá Storno. Hesir sendarar settu teir dagliga í bilar og bátar , umframt umvælingar í teirra arbeiði hjá SHJ. Fleiri høvdu sjónvarpsmóttakarar, sum tey av og á sóu stutt brot frá grannalondum – nú komu so nøkur longri samanhangandi brot og filmar, send úr Havn við nógv betri góðsku. Árni, við góðari hjálp frá Halgir, fór nú av álvara at gera enn fleiri royndir við sjónvarpssendingum í Havn. Áhugin var stórur millum fólk, so teir avgjørdu at søkja um loyvið til royndarsjónvarp. Hetta fingu teir og byrjað varð leygarkvøldið 2.september 1967 við einum tíma senditíð. Tilfarið var bert ókeypis filmar teir kundu brúka, sum ofta vóru dokmentar um vinnuframleiðslur og meira ella minni lýsingafilmar um lond og býir. Sent var bert tann eina tíman um vikuna, sum tó varð endursendur. Tó royndu teir at senda frá mótaframsýningum o.ø. beinleiðis til sjónvørp, sum stóu í sýnisgluggum í miðbýnum í Havn. Hetta minnist eg sjálvur og var sera forkunnugt. Regluliga royndarsjónvarpið fekk tó stutta livitíð. Tríggjar mánaðar seinni, fyrst í desember 67, fingu Árni og Halgir hóttanarbræv frá sjálvum løgmanni um at gevast, tí teir høvdu ikki rætt at senda – Útvarp Føroya hevði einkarrætt í føroyska loftrúminum til sjónvarps- og útvarpssendingar. Um teir ikki steðgaðu, kundu teir vanta revsing smbr. lógir og kunngerðir. Royndarsjónvarpið sløkti send­ aran eftir bert at hava sent uml. eitt ár, harav regluliga teir seinastu tríggjar mánaðarnar. Neistin fyri sjónvarpið í Føroyum var tó tendraður. Fólk tóku seg saman, eisini fleiri býráðs- og lands­ politikkarar, fyri at fáa stovnað eitt Sjónvarpsfelag. Kallað var saman til fundar seinni í desember 1967. Úrslitið varð, at í januar mánaða 1968 var Sjónvarpsfelagið sett á stovn og nevnd vald. Árni kom í nevndina og gjørdist kassameistari. Halgir Lind­ berg kom inn sum eykmaður. Men long tí skuldi ganga áðrenn nýggja Sjónvarpsfelagið fekk loyvið at senda. Vit skulu heilt fram til 1979, tá fe­ lagið slapp at senda reguligar send­ ingar. Hetta er ein long og áhugaverd søga, sum endaði 1.apríl 1984, tá al­ menna sjónvarpið, Sjónvarp Føroya, byrjaði sínar royndarsendingar. Øll hesu árini stríddist Árni fyri einum føroyskum sjónvarpið. Kom við uppskotum og tilboðum um útgerð til at senda og taka upp før­ oyskt sjónvarpstilfar. Alt sjónvarpsmálið var ein kastu­ bløka millum føroysku politikkarar, blandað saman við samband og loysing, danskt ella føroyskt mál og um føroyingar toldu at síggja sjónvarp. Árni giftist í 1966 við Jórun í Dali og tey fáa sonin Brandur í Dali árið eftir. Árni og Jórun eru saman til 1980. Í 1967 byrjar Árni sum teknikkari hjá p/f Data, sum var annað av teimum stóru teldu fyritøkunum í Føroyum, hitt var p/f Elektron. Hetta var eitt krevjandi starv bæði innan elektronik og mekanik. Tað var ikki so einfalt at stilla øll tey túsundtals tannhjul og sliskur mongu holkortini skuldi ígjøgnum fleiri ferðir um dagin. Í 1970 fekk hann sítt egna radio­ verkstað, sum hann hevði til 1980. Sama ár byrjaði hann sjálvur ann­ ar við tí tá so vælkenda Diskotek­ klubb­anum. Hann gavst við bæði Disko­tek­ klubb­anum og radioverkstaðnum í 1980. Nú fór Árni við egnum nýggum felag, p/f Videomyndir, undir tað hann øll árini hevði brent mest fyri - at framleiða sjónvarpstilfar o.a. sjón­ varpsarbeiðið. Nú 35 ár seinni hevur hann somu fyritøku og arbeiðir enn, men væl niðursetta tíð. Hann keypti sær framkomna upptøku- og redigeringútgerð. Hetta var alt analogt. Tungt og stórt at fáast við og kravdi sanniliga sín mann. Her kom eg at kenna Árna, sum ein sera dugnaligan sjónvarpsteknikkara, góður í ráðum og altíð fúsur at hjálpa. Ein hollur stuðul, tá ein gjørdi send­ingar, einamest gjøgnum EVR, til Sjónvarpsfelagið. Árni hevur eisini verið undangongumaður innan før­ oyskar sjónvarpslýsingar. Hann hevur framleitt meira enn 10.000 lýsingar. Eitt langt tíðar­ skeið gjørdi hann meira enn 50 % av lýsingunum til KVF. Fleiri av lýsingunum vóru sera orginalar og nýskapandi. Árni hevði jú ikki aðrar føroyskar lýsingar frá øðrum at kopiera og halda seg til. Hann mátti gera og taka hesar úr egnum barmi. Hann er ein tekniskur snillingur við nógvum viðføddum gávum – hetta kemur mangan til sjóndar í hansara mongu lýsingum og upptøkusnildum. Hóast útbúgvin radioteknikkari, eftirútbúgving innan sjónvarpstøkni, luttikið á skeiði hjá Danska Film­skúl­ anum, sjónvarps pionerur frá seksti­ árunum og við ríkum tekniskum gávum, fekk hann ongantíð fast starv í Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya. Kanska tí hann altíð hevur verið so bersøgin, gingið egnar leiðir og ikki víkt frá sínum, fyrrenn hann fekk prógv fyri tí mótsatta. Hetta byrjaði sum nevnt longu í premilinerskúlanum, tá hann mátti gevast vegna ósemju. Hetta hevur hann fleiri ferðir upplivað gjøgnum lívið á fleiri læru- og arbeiðsplássum. Hann gav tó ikki upp, herjaði á og hevur nú hann fyllir 75 , megnað at gjørt films- og sjónvarpsarbeiðir fáur annar hevur loyst. Hesum hevur hann liva av seinastu 35 árini, sum kanska hin einasti sjálvsrekandi innan hesa vinnu í Føroyum. Eftir at ein sjálvur frá 1980 til 84 gjørdi fleiri sendingar til Sjón­varps­ felagið (í nøkrum sendingum við góðari tekniskari hjálp og útgerð frá Árna) fekk eg fast starv í almenna sjón­varpinum 1.august 1984. Árni hevur tó gjørt ítróttarsendingar fyri KVF, lænt útgerð og tikið myndir til Dag og Viku. Øll hesu ár síðani tá, havi eg og Árni veri bestuvinur og gjørt mangar uppgávur saman so væl innan og uttan fyri almenna sjónvarpið. Serliga tá ein hevði far­ loyvið frá SVF. Sum dugnaligur teknikkari, keypti Árni sær mest framkomnu redigeringsteldirnar, tá sjónvarps­ upptøkurnar gjørdist digitalar. Hann var altíð millum tey fremstu í tøkni. Upptøkuferðirnar saman við Árna eru mangar. Pláss er bert at nevna fá dømir, har Árni hevur hjálpt mær á vandaferðum í bjørgum og skorum. Við Eiðismonnum eftir veðrum í Eiðiskolla, er óivað ein hin brattasta skor og farleið ein hevur filmað og gjørt sengding frá. Her var Árni sjálvur annar við mær, sum mín besti stuðul og teknikkari. Minnist tí einu ferðina fyrst í 2000 við fugloyingum í skorunum í Hattarvík. Her fór Árni, sum ikki heilt ungur maður í land á helluni og læsti seg upp línuna eins væl, sum teir ungu og vandu skora­ mennirnir. Á bakinum hevði hann tungu upptøkuútgerðina. Og tá ein sjálvur fleiri ferðir hevur roynt hetta, veit ein hvat stendur á. Tá vit vóru við hvalbingum í Urðini fyri vestan á lundafleyg, var tað ein hægri hond í bjargaði Árna. Hann fór fyrstur oman á helluna og helt í línuna. Næstan oman komin, tók hann í skeiva togendan, sum ikki var fastbundin. Datt og rullaði fleiri metrar longu niður har ein steinur , sum vigaði fleiri tons kom aftaná. Árni steðgaði tó niðri í einum holi millum fjørugróti, har stóri steinurin ikki slapp niður í. Árni kundi krúpa út uttan sjónligan skaða, tó eymur og skakaður. Her var ein verndareingil, sum bjargaði Árna. Ein sjálvur hevur ofta havt einglavakt á mínum mongu vandaferðum á landi sum á sjónum. Árni hevur verið ein góður og trúfastur vinur, tey gott 35 árini vit hava kenst. Hevði ynskt at brúkt hansara ráð betur, tí hann er sera vísur og vælmeintur. Ynski tær hjartaliga tillukku við teimum sjeytifimm árunum trúfasti og holli vinur. Framhaldandi blíðan og góðan byr og Harrans ríku signing. Norðdepil 7. apríl 2015 Føroyski sjónvarps pionerurin, Árni Conradson, sjeytifimm ár 7. apríl