Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. apríl 2015síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. apríl 2015 sosialurin 40 20 Edmund Joensen fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin Ávaringarlampur blunka, nú fría før­ oyska valskipanin aftur er komin í skot­ linjuna. Hesuferð er tað formaðurin í Tjóð­veld­inum, sum hevur snákað eitt uppskot til valskipan. Hann ætlar, at vendast skal aftur til tey illa gitnu sjey valdømini, sum í mong ár skerdu føroyska fólkaræðið. Við øðrum orðum: politikarar - ikki fólkið – skulu, meira og minni, gera av, hvørji skulu veljast í føroyska tjóðartingið. Vandi á ferð Ongin má ivast í, at stórur vandi er á ferð. Eitt er, at ein listinlærdur for­mað­ ur í einum flokki, ið hevur mist undir­ tøku frá veljarum, vil sleppa at broyta valskipanina til floksins fyrimun. Annað er, at lagt verður upp til at skerja fólkaræðið í okkara landi. Rætturin til at velja frítt skal takast frá føroyingum. Slíkt má ikki henda í einum landi við fólkastýri, og allar demokratiskar kreftir mugu standa ímóti slíkum. Eitt valdømi fyri allar føroyingar Hóast verandi, fría valskipan verður sett í ringt ljós, so er veruleikin, at skipanin við tí eina valdøminum sum heild hevur hepnast væl. Flestu veljarar munnu taka væl undir við henni. Her eru týðandi fyri­mun­ irnir, ið verða tagdir burtur:  Føroyski veljarin er settur full­ komiliga fríur til at velja flokkar ella persónar, líka mikið hvar í landinum tey stilla upp. Spennitroyggjan, har ið veljarin ikki slapp út um sítt egna valdømi við atkvøðu síni, og enntá ikki slapp at velja frítt í sínum egna valdømi, er burtur. Ein atkvøða er nú ein atkvøða - í mun til fyrr, tá ið summar atkvøður fingu størri ávirkan enn aðrar. Flokkar uppliva ikki longur ta órættvísu støðu og tilvildina, sum var í gomlu skipanini, nevniliga at ein flokkur kann gerast størstur í tingmannatali, hóast hann ikki er størstur í atkvøðutali. Fleiri kvinnur eru komnar á ting, og vónandi eru fleiri á veg Í grundini eru hetta demokratiskar landvinningar, ið vit sum luttakarar í føroyska demokratiinum kunnu fegnast um. Verja fólkið móti valdsharrum Royndirnar frá gomlu, ótíðarhóskandi skipanini vísa, at valdømisskipanir eru amboð hjá politikarum til at stýra veljarafjøldini. Tí er tað ómetaliga vandamikið, at politikarar ætla at venda aftur til eina skipan við valdømum og harvið taka fría og demokratiska valið frá fólkinum. Vit eru helst komin hagar til, at fólkið má verja seg ímóti politikarum, ið vilja taka sær vald, sum teir onki eiga í. Valskipanin er ikki til fyri politik­ arar. Hon er til fyri fólkið. Verja fólkið ímóti politikarum Stórur vandi er á ferð, nú politikarar ætla at taka fríu og demokratisku valskipanina frá fólkinum, tí teir sjálvir vilja sleppa at avgera, hvør ið skal veljast í Løgtingið Øvund og óseriøsitetur! Heðin Mortensen borgarstjóri Eg hugsaði ikki at halda fram við hesum lítið uppbyggjandi samskiftinum við Jákup Mikkelsen í miðl­unum. Men tá hann førir fram skeivar og sera óseriøsar upplýsingar um fakta í málinum, kenni eg meg noyddan at tala at enn einaferð. At útbyggja Tórshavnar havn hevur ongantíð verið mett at kosta eina milliard krónur, sum Jákup Mikkelsen førir fram, men 450 mió kr.  Gamalt var, at fáur lýgur meira enn helvtina.... Tað er ikki Heðin Mortensen, sum einsamallur hevur sett á skrá hesa verkætlan, og tað er ikki gjørt fyri at niðurpína – hvørki Skálafjørðin ella Klaksvík. Tað var hinvegin eitt samt býráð, sum gjørdi av at bøta um møguleikarnar hjá vinnulívinum í Tórshavnar kommunu og teimum mongu, sum hvønn dag brúka umstøðurnar á Tórshavnar havn, fyrst og fremst tí at stórur tørvur er á hesum, og tí at vinnulívið eftirspyr betri umstøður, um verandi virksemi skal kunna halda fram og vaksa. Tað er heldur ikki fyri at fjálga um kommunukassan í Tórshavn, tí hvør króna, ið verður vunnin av Tórshavnar havn, verður brúkt aftur at bøta um umstøðurnar á havnaøkinum, og kemur tí bara vinnulívinum tilgóðar. Eg haldi tað hevði sømt seg betur, um løgtingslimurin Jákup Mikkel­sen, heldur enn at niðurpína og tileinkis­ gera alt sum hendir í Tórshavn, viður­ kendi, at Føroyar hava ein høvuðstað. Og saman við okkum, sum varða av at menna og styrkja høvuðstaðin, hevði verið við til at stuðla undir og fegnast um tey tøk, sum hóast alt verða tikin  – ikki í mun til restina av Føroyum, men í mun til ta kapping, vit dagliga eru í við onnur lond í heiminum. Á havnaøkinum í Tórshavn arbeiða í dag 700 fólk. Tað eru tí nógvar familjur, sum eru heftar at hesum inntøkum. Og tær kunnu gerast fleiri, um umstøður eru til at vaksa um hesi arbeiðspláss. – Tað er tað sum Tórshavnar býráð arbeiðir fyri. At borgarar ivast og seta spurnar­ tekin við eina so stóra verkætlan, tað er natúrligt, sunt og gott, tí at hetta er ein týdningarmikil liður í demokratisku spælireglunum – og tað fer helst at føra til, at verkætlanin verður enn betri, livst so spyrst. Men at vit enn í dag hava tingmenn, sum ikki blúgvast við at standa fram alment og prógva svart uppá hvítt, at teir eru so trongskygdir, og so lítið upplýstir um samfelagsviðurskifti, at teir trúgva, at um bert teir megna at jarðleggja framburð í einum øki, so førir tað til framgongd í einum øðrum øki, tað kann vera til óbótaligan skaða fyri Føroya land, tí tá er skjótt at venda framburði til hóttafall – ikki bara í Havnini men í øllum Føroyum. Í Føroyum eru vit so vælsignað við náttúrutilfeingi, og vit liggja so væl fyri í mun til sjóflutning, at tað einasta, sum veruliga kann forða støðugari og burðadyggari mennig, er øvund, smáligheit og bygdaklandur. Eg veit væl, at danir hava eitt orðafelli um, at egin framburður er góður, men at vanlagna hjá øðrum er heldur ikki so galin, men tað er harmiligt, um tað veruliga er so, at vit eisini hava “lands”politikarar, sum ikki fata at hetta er sagt í speisemi. kjak Samfelagið má framtíðartryggjast Góðar tíðir fyri føroyska búskapin Bárður Nielsen Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og fíggjarnevndarformaður Búskaparstøðan í Før­oyum er góð í løtuni og arbeiði er til flest allar hendur. Tænastuvinnan hev­ur úr at gera, ali­vinnan og ein partur av okkara høvuðsvinnu hevur ikki upplivað betri tíðir og for­vinnur meira enn nakrantíð áður. Harumframt er útflutningsvirði metstórt, avlop er á handilsjavnanum og gjaldsjavnin hevur víst avlop í fleiri ár á rað. Fara vit eitt gott ár aftur í tíðina, var búskapurin framhaldandi merktur av fíggjar- og búskaparkreppuni, ongin trúði veruliga uppá uppgangstíðir - vinna og borgarar vóru ivasom um framtíðina og vildu tískil ikki brúka pening, og nýtslukvotan var framhaldandi metlág. Hetta er í dag avloyst av stórari optimismu, ið verður staðfest í nýggjastu konjukturvísitølunum og nýggjastu frágreiðingini frá Búskaparráðnum. Búskapurin í Føroyum kann skjótt venda – ein jo-jo-búskapur Vit eru í harðari kapping við um­ heimin um okkara dýrabara tilfeingið, ið er fólkið her býr. Uttan tey, er ikki møguligt at varðveita og menna eitt framkomið samfelag. Uppgávan hjá okkum er at fáa javn­vág millum kappingarførar væl­ ferðartænastur og skattatrýst, um­ framt, at arbeiðs- og útbúgv­ingar­ møguleikar eisini er avgerandi í kappingini um fólkið. Skyldan at lata eitt væl rikið sam­ felag víðari til okkara eftir­komarar Avbjóðingin er at fáa avlop aftur á landskassaroknskapin, soleiðis at vit byrja at afturgjalda skuld. Vaksandi skuld hevur við sær, at vit seta okkara handlifrælsið í pant. Tað er ongin loyna, at tá ið tað gongur væl í samfelagnum, verður trýstið á almennu kassarnar størri, og truplari er hjá okkum politikkarum at standa ímóti og annars at gera neyðugar bygnaðarbroytingar. Niðurgjalda skuld Neyðugt verður komandi árini at niðurgjalda skuld fyri ikki at liva í skugganum hjá kreditorunum. Seinasta árið eru fleiri frágreiðingar gjørdar um føroyska búskapin, ið allar staðfesta, at løtumyndin av føroyska búskapinum er góð, men at vit hava avbjóðingar fyri framman og skulu í bestu búskapartíðum megna eitt avlop á fíggjarlógini. Í heyst komu Nationalbankin og Moody’s við sínum metingum, og tann nýggjasta er frá Bú­skaparráðnum, ið staðfestur, at neyðugt er við bygnaðarbroytingum fyri at framtíðartryggja vælferðina. Ávaringarlampurnar lýsa Boðskapurin frá ratingstovninum Moody's er greiður. Røkka Føroyar ikki málinum um javnvág í 2016, og vit byrjað at niðurgjalda skuld, so er hugsandi, at ratingin versnar og at rentan á landskassaskuldini hækkar, og minni verður til vælferðartænastur. Eisini leggur Moody’s dent á, at tætta sambandið í Ríkisfelags­skapinum er við til at tryggja høgu ratingina og harvið lága rentu. Fleiri pengar í kassan og meira fáast fyri hvørja skattakrónu Fyri at tryggja framhaldandi búskaparvøkstur er neyðugt við trygg­ um kørmum fyri okkara høvuðsvinnu og vinnuna annars. Tann parturin av okkara høvuðsvinnu, ið hevur nakað at lata av, er helst sinnað at gjalda eitt rímuligt gjald fyri síni rættindi, men har hevur politiska skipanin verið alt ov afturhaldin at áleggja gjøld. Her høvdu allir partar verið betri tjentir við, at ein rímuligur partur kom til vælferðina. Atkomuligheit til vinnuna Fyri at tryggja nýskapan og menning, eiga vit at gera skipanir, ið eggja vinnuni og borgarunum annars, at skapa og bróta upp úr nýggjum. Ein fyritreyt fyri hesum er atgongd til okkara tilfeingið. Tað er ikki altíð tey, sum sita á tilfeinginum, ið hava bestu hug­skotini og hugin til nýskapan, onnur eiga eisini at sleppa framat. Vit hava havt eina metstóra fram­ gongd í vinnuni seinnu árini, við nýggjum pelagiskum tilfeingi og eini alivinnu í heimsflokki. Tað eru framvegis ríkir møguleikar at fáa enn størri virði og fleiri arbeiðspláss burturúr, bæði til vinnuna og landið, um rætt verður atborið. Javnvágir í búskapinum og bygnaðarbroytingar Tað skulu vera nakrar hóskandi javnvágir í samlaða búskapinum, hjá borgarum, vinnuni og almennu kassunum. Tað er tað ikki í dag, tí skulu bygnaðarbroytingar til á fleiri økjum, bæði í vinnuni og hjá tí almenna.