Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-09, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. apríl 2015síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. apríl 2015 sosialurin 40 21 Nýggja fjarskiftislógin skal gera tað betri fyri brúkaran Árni Gregersen S um so ofta fyrr, var ikki ser­ liga stórt orðaskifti, tá ið Løgtingið hevði 1. við­gerð av uppskotinum til fjar­skift­is­ lóg. Ikki tí, at hendan langa og týdn­ ing­ar­mikla lóg ikki hevur áhuga, men tí at tá ið 1. viðgerð er av einum so stór­um og umfatandi máli, so eru ting­fólk sjálvdan nógv væl ílatin til eitt skilagott kjak. Vitanin um so stórar lógir kemur oft­ast ikki til tingfólk fyrr enn eftir at lógin hevur fingið nevndarviðgerð. Soleiðis er eisini við lógini um fjar­ skifti. Við viðmerkingum og skjølum er hon 140 A4 síður. Endamálið er at virka fyri ein­um vælskipaðum markn­aði fyri fjar­ skift­is­kervi og fjar­skift­is­tæn­ast­um til frama fyri allar endabrúkarar. Lógin hevur virkað sum góður karm­ur fyri fjarskiftisøkið. Talan hev­ur verið um eina smidliga lóg við greið­um ásetingum, sum avmarkaðu broyt­ing­ar­nar síðani 1997 eisini bera boð um. Hartil hevur lógin ført til, at vit í dag hava meir enn ein veitara av fjar­skift­is­veitingum. Tann tøkniliga menningin, und­ ir hesum samanrenningin av tøkni og miðl­um, og økta nýtslan av tráð­ leysum samskifti og inter­net­in­um, eru við­urskifti, ið ikki á sama hátt gjørdu seg galdandi, tá verandi lóg varð tilevnað. Fyri at lógin skal virka væl fyri brúk­ararnar, so skal fjarskiftislógin fylgja við. Landsstýrismaðurin skriv­ ar í viðmerkingunum: – Eisini hevur tað í sjálvum sær týdn­ing, at okkara lóggáva líkist lóg­ gáv­un­um í londunum kring okk­um, so­leiðis at veitarar úr øðrum lond­um “kenna seg aftur”, skuldu teir valt at veitt tænastur til føroyskar enda­ brúk­ar­ar. – Hetta hevur týdning, uttan mun til um slíkir veitarar í veruleikanum koma á føroyska marknaðin ella ikki, tí tað, at lækka gáttina fyri at bjóða seg fram í Føroyum merkir, at verandi veit­arar verða hildnir til eldin: gerst kapp­ing­in ov lítil í Føroyum, so út­ seta teir seg fyri, at aðrir ynskja at koma inn á marknaðin; tað verið seg út­lendskir ella føroyskir veitarar, verð­ur sagt í viðmerkingunum til lóg­ar­uppskotið. ES er grundarlagið Grundarlagið undir upp­skot­in­um, sum í løtuni fær við­gerð í vinnu­ nevnd­ini eru fjar­skift­is­regl­urnar hjá ES, men lógaruppskotið er eisini ein partur av donsku fjarskiftislógini. Nýggjastu lógirnar í ES londunum byggja á rammudirektivið, sum í veru­leikanum skal tryggja at bæði borg­arar og vinnulív hava eitt gott og bíligt fjarskifti og eitt breitt úrval av fjarskiftistænastum. Loyvisdirektivið tryggjar, at veit­ ar­ar fáa objektiv, gjøgnumskygd, ikki- diskriminerandi og lutfallsliga til­lag­ að rættindi, treytir og mannagongdir. Direktivið um atgongd fevnir um av­tal­ur um atgongd og sambinding mill­um televeitarar. Í einum frælsum markn­aði eiga ongar forðingar at vera fyri, at fyritøkur innanhýsis samráða seg til loysnir á fjarskiftisøkinum. Eisini eitt direktiv er um veit­ ing­ar­skyldu. Hetta direktiv hevur til endamáls attryggja tænastur við høgari góðsku og at hesar eru tøk­ar. Hetta direktivið tryggjar eisini hvørj­ ar tænastur skulu vera tøkar. Eisini er eitt dirketiv, sum fevnir um dátuvernd á fjarskiftisøkinum. Kapping Nýggja lógin leggur eisini upp til, at tryggjað verður ein kapping á fjar­skift­is­økinum. RMS-veitarar eru veit­arar, sum hava eina ráðandi markn­að­arstøðu. Í lógini verður ásett, at hevur ein veitari meira enn 50 prosent av marknaðinum. Í Føroyum er tað Føroya Tele, sum er RMS-veitari. Eisini hevur tað í sjálvum sær týdn­ing, at okkara lóggáva líkist lóg­ gáv­un­um í londunum kring okk­um, so­leið­is at veitarar úr øðrum lond­um “kenna seg aftur”, skuldu teir valt at veitt tænastur til føroyskar enda­ brúk­arar. Hetta hevur týdning, uttan mun til um slíkir veitarar í veruleikanum koma á føroyska marknaðin ella ikki, tí tað, at lækka gáttina fyri at bjóða seg fram í Føroyummerkir, at verandi veit­ar­ar verða hildnir til eldin: gerst kapp­ing­in ov lítil í Føroyum, so út­seta teirseg fyri, at aðrir ynskja at koma inn á marknaðin; tað verið seg út­ lendsk­ir ella føroyskir veitarar. Í nevndini Hendan stóra lógin, sum altso telir 140 síður er í løtuni til viðgerðar í vinnu­nevndini. Fleiri hoyringsskriv eru latin nevnd­ini, sjálvandi fyrst og fremst frá Før­oya Tele og Vodafone. Lógin setir krøv tilt elefeløgini, men hon setir so sanniliga eisini krøv til Fjar­skiftiseftirlitið, sum skal syrgja fyri, at lógin verður fylgd. Ein partur av lógini er, at tá ið ein skift­ir veitara, so skal bera til at fáa tele­fon­nummarið við sær og hetta skal kunna gerast innanfyri 36 tímar. Føroya Tele vísir á í hoyr­ings­skriv­ in­um, at hetta kann gerast trupult í ser­støk­um førum og vil hava eina heim­ild til Fjarskiftiseftirlitið um at kunna leingja hesa freist. sosialurin@sosialurin.fo Vinnunevndin hjá Løgtinginum arbeiðir við uppskotinum um nýggja fjarskikftislóg, sum landsstýrismaðurin við vinnumálum hevur lagt fram Føroya Tele, føroyskur RMS-veitari,  hevur fleiri viðmerkingar til lógina. Johan Dahl vil hava nýggja fjarskiftislóg. Vodafone er ein stórur partur av restini av marknaðinum politikkur Fjarskiftiseftirlitið skal syrgja fyri, at lóg­ in verð­ur hild­in.