hósdagur 9. apríl 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. apríl 2015
sosialurin 40
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
22
Óli Jacobsen
Hondin sum
broytti kósina
Í næstum eru 70 ár síðani seinni heimsbardagi var av. Millum tiltøkini at
minnast hetta verður tann 10. mai gudstænasta í Newcastle at minnast teir
føroysku og donsku sjómenninar, sum lótu lív undir krígnum
Søgur frá krígnum 1. partur
T
að verður nú ein støðgur í frásøgnini
hjá Øssur Debes inntil í mai. Lesarin
kann gleða seg til fleiri áhugaverdar
partar afturat.
Orsøkin til støðgin er, at í næstum eru tveir
søguligir dagar. Annar er 12. apríl. Tá eru 75 ár
síðani, vit gjørdust partur av seinna heims
bardaga. Hin er 5. mai. Tá eru 70 ár liðin, síðan
heimsbardagin var av.
Síðan krígslok hevur danska kirkjan í
Newcastle í Onglandi fyrst í mai hildið eina
minningargudstænastu fyri teir donsku og
føroysku sjómenn, sum fórust undir heims
bardaganum. Til hesa gudstænastu eru
gjøgnum árini komnir nógvir krígssiglarar,
eisini føroyingar.
Hetta liðið er sjálvsagt við at fækkast. Nú 70
ár eru liðin síðan bardagalok er hetta kanska
seinasta runda minningarhald við luttøku av
teimum, sum sigldu tá.
Gudstænastan verður í ár sunnudagin tann
10. mai kl. 12 í St. Nicholas Cathedral, Newcastle
upon Tyne.
Aftaná gudstænastuna verður móttøka, har
danski sendiharrin og flotaumboðsmaðurin
verða til staðar. Væntandi verður eisini almenn
føroysk luttøka. Um kvøldið verður døgurði,
har tað er neyðugt at tekna seg framman
undan. Hann kostar £30. Tey sum hava hug
til at luttaka í døgurðan kunnu siga frá til:
olijacobsen@olivant.fo ella til telefon 285769.
Við nýggju rutuni hjá Atlantic Airways til
Edinburgh liggur væl fyri at luttaka í hesum
tiltaki. Flogið verður fríggjadag og mánadag.
Tað tekur bert ein góðan tíma við toki til
Newcastle. Innivist kann bíleggjast hjá ferða
mannaskrivstovunum ella á netinum.
Tann sum skipar fyri hesum minningar
haldið er Inger Batchelor, sum er donsk og
búsett í Newcastle. Hon vónar eisini at síggja
føroyingar til minningarhaldið í ár.
Í kirkjuni er ein bók við yvirlit yvir allar teir
donsku og føroysku sjómenninir, sum lótu lív,
og tað eru allir hesir sum skulu minnast. Mill
um sjómenninar eru eisini fleiri føroyingar,
sum búðu í Danmark.
Eg var sjálvur við til “runda” minningarhaldið
í 2005, og fekk tá fleiri áhugaverdar frásagnir
frá bæði føroyskum og donskum krígssigl
arum. Umframt var eisini ein long og áhuga
verd frásøgn hjá Sofus Poulsen, okkara um
boðsmanni í Aberdeen í meira enn hálva øld.
Her skal í nøkrum pørtum verða tikið aftur í
nakrar av hesum frásøgnum.
Ein av teimum, sum var við í 2005, var
Sigurd Joensen úr Oyndarfirði. Hann luttók
saman við konuni Aðalbjørg og einum soni.
Tey bæði eru deyð fyri nøkrum árum síðani.
Sigurd: Siglingin undir krígnum
Fyrsta árið eg var til skips var í 1935, tá eg fór
til Grønlands við »Silver Lining«, sum Justines
Ejdesgaard, ið seinni gjørdist verfaðir mín, átti.
Undan krígnum fór eg við »Harald« við
Olivur Thomsen, og var eg eisini við har fyrstu
krígsárini. Síðani fór eg umborð á »Forsøk«,
sum var eitt av norsku flóttarfólkaskipinum,
sum komu til Føroyar í 1940. Eg var við honum
8-10 mánaðir. Skipari var Hillseth, sum eftir
kríggið fór til Amerika.
Vit fiskaðu undir Føroyum og sigldu niður
við fiskinum at selja. Tað vóru tríggir norðmenn
við og hinir av manningini vóru føroyingar. Vit
vóru einir sjey-átta mans. »Forsøk« var reiddur
út av versyni Kjølbro. Kjølbro hevði rættiliga
nógv at gera við norsku flóttafólkini. Hann
royndi, tað hann kundi, at fáa teimum arbeiði
í Føroyum, men hetta gekk ikki væl, tí tað var
ikki so nógv arbeiði í Føroyum tá. Roynt varð
so at fáa norskar bátar, sum vóru farnir til
Bretland, at koma til Føroyar.
Meðan vit eina ferð landaðu í Buckie í
Skotlandi, komu boð úr Føroyum, um vit ikki
vildu taka ein bát við okkum upp, tá vit komu
heim. Hetta var í lagi. Vit skuldu so gera av,
hvør ið skuldi umborð á bátin. Tað varð av
gjørt, at eg skuldi vera annar og Viggo á Hædd
í Klaksvík, búsitandi í Fuglafirði, skuldi vera
hin. Viggo skuldi mynstra sum skipari, og eg
skuldi vera maskinmaður. Hetta var ein lítil
deksbátur uttan koyggjur. Báturin hevði eitt
lítið lugar, men onga kabúss. Men tað var ein
blásilampa umborð, og við henni bar til at fáa
ein heitan munn. Tað fingu vit okkum tvær
ferðir á ferðini upp til Føroyar. Tað gekk fínt.
Tað var summar og gott veður. Vit fylgdust við
»Forsøk« og sóu hann alla tíðina. Hesin báturin
var vist tann, sum gjørdist til »Fisken«, fergan
hjá Kjølbro.
Seinni móti heysti skuldi ein annars bátur
koma upp. Hann lá eisini inni í Moray Firth.
Vit fóru eftir honum, og eg varð settur at vera
maskinmaður. Skiparin var ein norðmaður,
og vit vóru so tveireinir umborð. Eisini hesa
ferð fylgdust vit við »Forsøk«. Hesin báturin
var størri enn hin, eini 40 tons. Hann hevði
kabúss og í lugarinum var eisini ein bonkur,
so vit kundu skiftast um at sova.
Tann eina túrin høvdu vit tikið agn niðri í
Onglandi, góða feska sild. Tá vit komu upp á
leið vestanfyri Hetlandsoyggjar, sigur skiparin,
at hann hevði altíð hoyrt, at tað skuldi vera
so nógv blálonga at fáa á hesum leiðum. Lína
varð sett, og vit fingu nógva blálongu og fyltu
dekkið. Vit sigldu so suður aftur til Buckie at
selja, og vit fingu ein góðan túr burtur úr tí.
Vit fingu eisini nógvan háv á hesum leiðum.
Vit plagdu at seta nakrar stampar á veg til
marknað, og fyri hávin fekst sera góður prísur.
Sjómaður er sjáldan ráðaleysur
So fóru vit aftur til Føroya, men tá vit komu
Siðsøga
Minningargudstænasta fyri føroyskar og danskar sjómenn, sum doyðu undir
krígnum, verður sunnudagin 10.mai í St. Nicholas Cathedral i Newcastle.