hósdagur 9. apríl 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. apríl 2015
sosialurin 40
23
Komandi partur
Komandi partur verður um Pat, sum í sínum starvi við
sjómenn í Newcastle hitti havnarmannin Klæmint Jacobsen,
beiggja Jørgen Frants, sum hon giftist við.
vestur um hetlendska landgrunnin brotnaði
róðurarmurin, og vit fingu ikki stýrt. Vit høvdu
eina hampiliga stóra rørtong, sum vit royndu
at spenna róðrið við, men hetta riggaði ikki.
So hildu vit ráð um, hvat vit skuldu gera, tí lítið
var til av greiðum umborð. Vit funnu ein meitil
í maskinrúminum, men stóri trupulleikin
var, at vit funnu onga sleggju. Vit leitaðu
alla staðni, og tað endaði við, at vit funnu
eitt gamalt strúkijarn, sum kundi brúkast í
staðin.
Vit tóku so kabússina í kahúttini upp
á dekkið, koyrdu kol í hana, og nú skuldi so
róðurarmurin gløðast út. Men nú fáa vit ikki
gjørt holið í róðurarminum. Vit royndu at fáa
kúluna av ankarstokkinum. Hetta eydnaðist,
og vit fingu tað so bukað runt uppi á. Vit fingu
alt at rigga og fingu róðurarmin uppá pláss.
Hann gløddi at byrja við, men so oystu vit sjógv
útyvir fyri at køla.
Hetta bar væl til og síðan stýrdu vit á Havn
ina. Tá komu teir frá skipasmiðjuni at gera tað
aftur. So aftur út at fiska, tað gekk fínt. Vit fóru
vestur um Mykines, tað var ov mikið av fiski
at fáa.
Umborð á »Polarfarið«
Tá eg hevði gingið á motorskúla í Klaksvík,
fór eg umborð á »Polarfarið«, har skiparin var
tann sami sum við »Harald«, nevniliga Olivur
Thomsen, ættaður úr Norðragøtu. Beiggjar
hansara, Reinhold og Thorvald, vóru besti
maður og motorpassari. Eg sigldi við »Polar
farinum« alla tíðina, til kríggið var liðugt. Eg
var við hvønn tann einasta túr. Tað mesta var
at keypa fisk frá útróðrarbátum í Klaksvík og
at sigla til Aberdeen við honum. So vit sigldu
sera nógv.
Eg minnist ein túr, vit komu inn føstu
lávintsaftan, og vit fingu boð um at keypa
fisk beinanvegin. Vanliga mátti manningin
arbeiða við. Tað kvøldið fóru vit eisini í land
í dans. Tá vit út á fyrrapartin fastalávintsdag
tørnaðu út, var skipið fult aftur. So vit máttu
avstað beinanvegin. Men vit seldu gott. Tað var
jú góður feskur fiskur, og siglingin var stutt í
mun til teir, sum komu undan Íslandi, og gjørdi
hetta eisini góðskuna betri.
Tann eina túrin við »Polarfarinum« fóru
vit niður til Fleetwood, sum liggur á vestur
strondini, at landa. Siglt var so, at tað fekst land
kenning av suðurendanum á Hebridunum.
Ordrarnir úr Føroyum vóru, at vit skuldu sigla
millum fastlandið og oynna Man. Men tá vit
koma suður hagar, var ikki loyvt at sigla har,
og hetta visti skiparin einki um. Tá kemur ein
flúgvari, sum var sera nærgangandi. Tað vísti
seg at flogfarið var bretskt. Vit gjørdu okkum
klárar at skjóta, men tá sigur Olivur: »Skjótið tit
ikki fyrst«. Hann fer so niður í kahúttina at vita,
hvat er galið. Tá uppdagar hann, at hann hevði
gloymt at skifta signalfløggini við røttum tali,
sum hann skuldi havt gjørt á hesum leiðum.
So fingu vit tað í ordan, og nú var alt í fínasta
lagi, og vit fingu ein fínan túr.
Vit møttu ikki nógvum vandum við »Polar
farinum«. Vit vóru kortini fleiri ferðir við at
renna á minu, men sluppu undan hvørja ferð.
Tað var ikki gamansleikur um ein mina brast.
Umboðsmenninir í Aberdeen
Eg minnist væl okkara umboðsmenn í
Aberdeen. Tann fyrsti var Elias í Rættará.
Seinni kom Oddmar Skarðhamar. Men fyrst
undir krígnum, tá vit komu til Aberdeen við
»Harald«, haldi eg, at vit plagdu at hava sam
band við svenska konsulátið.
Fór við Jóhonnu
Sigurd helt áfram at sigla og var á sjónum í
50 ár.
Í 2005 gjørdi sluppin Jóhanna ein túr,
sum nógvir føroyingar gjørdu undir kríg
num, nevniliga fyrst til Íslands at keypa fisk,
og síðani til Aberdeen at selja. Føroya Fiski
mannafelag hevði tvey umboð við hendan
túrin. Annar var Sigmund Hentze av Sandi,
sum var stjórnarlimur í fiskimannafelagnum.
Hin var Sigurd.
Hetta var ein ógvuliga væleydnaður túrur,
sum lýsti umstøðurnar hjá okkara siglandi
fólki hesi árini.
Sigurd Joensen, vm, Hans í Líðini, skipari á Johannu, og Sigmund Hentze á veg at
leggja krans við minnisvarðan í Vági fyri teir sjómenn, sum fórust undir krígnum.
Føroyskir luttakarar í minningarhaldinum í 2005 syngja sálmin Gakk tú fram við góðum
treysti. F.v. eru tey Hildigerð, Diana, Elinborg, dóttir Sigurd, Petur Andrew Petersen,
prestur, Hjalti, sonur Sigurd, Aðalbjørg, kona Sigurd, Sigurd og Dion Vestergaard.
Dion Vestergaard heilsar uppá borgmeistaran í Newcastle og konu hansara
H
ann vildi ikki fortelja mær um sína egnu sigling, men
hann vildi fegin greiða frá eini hending hjá pápa
sínum, Dánjal Johan Vestergaard. Hon var henda:
Pappa var skipari á »Vilhelminu«. Hann sigldi undir
øllum krígnum millum Ísland, Ongland og Føroyar við
fiski. Ein túrin teir fóru avstað til Ísland at keypa fisk, og
hann lá í koyggjuni, var hann úti fyri eini serligari hending.
Hetta var 8.juli 1943. Hann segði seinni, at hann visti
ikki, um hann svav ella var hálvvakin. Men hann sá eina
hond koma í sjókortið, og hondin peikaði á eina positión
á kortinum, sum veik 90 stig frá teirri kós, sum skipið
sigldi. Hann tørnaði út og broytir kós 90 stig, soleiðis
sum hondin hevði víst. Manningin undraðist, og teir hildu
skiparan vera frá sær sjálvum og høvdu hug til at taka
ræðið av honum. Hann setti allar menninar at hava útkikk,
herav ein uppi í mastrina. Eg veit ikki heilt vist, hvussu
leingi teir sigldu, men eg haldi, at tað vóru um 4 tímar. So
sigur hann eina ferðina: »Síggja tit nakað?« »Nei«, siga
teir. So sigur hann samstundis sum hann peikar: »Hyggið
har í horisontinum, er nakað har«. »Ja«, siga teir, »har
er okkurt«. Teir sigldu so eftir tí, og so vísti tað seg, at
tað var »Misletoe«, sum eisini var á veg til Íslands. Hon
var bumbað og sundurskotin við maskinbyrsu av týskum
flogfari. Teir komu til »Misletoe«, og teir settu stórbátin
út. Bestimaðurin fór við bátinum yvir til teirra. Manningin
á »Misletoe« var komin í stórbátin. Men hann lak sum
sáldið, tí hann var raktur av maskinbyrsuskotunum hjá
flogfarinum.
Kendi hondina aftur
So teir tóku bátin umborð á »Vilhelminu«. Teir vóru eisini
umborð á »Misletoe« og tóku okkurt upp har sum t.d.
medisinkistuna. Teir komu so aftur at »Vilhelminu« við
manningini á »Misletoe«. Men ein maður var tá deyður. Tá
teir komu at borðið, høvdu teir eina presenning yvir tann
deyða mannin. Hondin kom undan, og tá kendi pappa
hondina aftur á tí deyða manninum, sum hana, hann
hevði sæð í kortinum.
Tað vísti seg, at tann deyði maðurin visti, at hann
fór at doyggja eftir, at hann var raktur, tá hann stóð í
stýrihúsinum. Hann hevði biðið til Várharra fyri mann
skapinum og fyri síni familju heima á Glyvrum. Hetta var
tann 42 ára gamli Martin Jacobsen av Glyvrum. Eftir sat
einkja við 13 børnum, sjey av teimum vóru ikki undan
komin.
Ein annar maður varð eisini raktur og doyði á veg
inn eftir hjálp. Tað var tann 24 ára gamli Hilmar Egholm
úr Hvalvík.
Hondin sum
broytti kósina
Ein av føroyingum í Newcastle í 2005 var vágbingurin Dion Vestergaard,
sum búði í Danmark. Hann doyði i fjør 87 ára gamal