Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-09, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. apríl 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. apríl 2015 sosialurin 40 24 Súsanna O. Skaale V árið er komið, páska­lilj­ urnar blóma, tjøldrini vitja aftur – og bæði dag­ ar­nir og sinnið kennast lættari. Tí hóast flestu okkara ikki líða undir veruligum tunglyndi, so hevur vet­urin, við sínum longu, myrku, ill­ fýsnu kvøldum, fleiri tungar tankar og løtur við sær, enn várið. Men hví verða vit glað og lættsint? Innan sálarfrøðina verður granskað í hvat tað er, sum ger lívið gott; hvat gev­ur menniskjum gleði, meining og lívs­góðsku. Tí tað, at hava tað gott, er sjálv­sagt ikki bert tengt at veðri og ljósi. Tað vísir seg, at tað er ymiskt vit aktivt kunnu gera fyri at varðveita eina góða sálarheilsu. Kanningar innan økið, ið nevnist positiv sálarfrøði, benda á, at til dømis tað at menna ein takksaman hug­ burð, at hava góð tilknýti til onnur, og tað at gera eitthvørt, ið røkkur út um okkara egna ego, gevur gleði í ger­ andis­degnum. Men fleiri vóru ónøgd, tá hendan granskingin í eydnu tók seg upp. Hetta við at fokusera uppá at vera glaður var hildið at vera eitt sindur soleiðis … grunt. Eitt sindur for yvir­ flatiskt, amerikanskt og banalt. Sannur vísdómur, harafturímóti, sprettir úr djúpari vanlukku og sálarneyð, hildu kritikarar. Vissi mann vil vera ein meira djúpur, kosmo­politiskur og verðins-klókur per­són­ur, ið fatar tær eksistentiellu dýbdir­nar í lívinum, so er mann ikki ein »happy chappy«. So gongur mann ikki runt og floytar allatíðina. Fólk, sum veruliga hava innlit og skil fyri samfelagnum, teim stóru heimspolitisku, religiøsu og mentanar­ligu spurningum, tey eru ikki so serliga kát heldur, ha? Gleði og eydna – tað er meira fyri smágrunnu – tey einføldu. Tað er eingin ivi um, at vit ofta hugsa soleiðis – men er tað rætt? Sofistikerað ónøgd Onkuntíð ber til at kanna ein pá­stand, við at hyggja at tí øvuta pástand­ inum. Í hesum føri kunnu vit, í staðin fyri at gera okkurt aktivt fyri at gerast glað­ari, miðvíst stíla eftir at gera lívið meira miserabult – meira ólukkuligt. Soleiðis ber til at fáa svarið uppá, um tað gagnar nøkrum ella ikki. Tað ber til at fara »hard core – all in« eftir óeydnuni við til dømist at gerast bundin av vandamiklum rús­ evn­um, ella at svíkja øll og byrja at sláa makan og børnini. Kundi tað ver­ið nakað? Hinvegin vissi mann er tann meira sofistikeraða og raffineraða typan, sum eisini vil hava rúm fyri van­liga ger­andis­lívinum, so eru her fýra hugskot, ið tú kanst umhugsa at menna sum fastar vanar, so tú kanst gerast meira ónøgdur: 1 Jótra neiligar tankar Ein kúgv jótrar, tá hon etur. Fyrst svølgir hon bara grasið. Síðani klíggjar hon tað upp aftur, tyggir tað, hon klíggjar – og svølgir aftur. Vilt tú vera ólukkuligur, er hetta ein góð fyrimynd: Hvønn dag skalt tú jótra allar tínar neiligu tankar. Einki við at kveistra teir burtur. Einki við at lata børnini órógva tínar keðiligu tankar, tá tey biðja teg koma at spæla ludo. Nei, halt fram at jótra. Ikki bjóða nøkrum til kaffi, tí tú jótrar best í einsemi. Jú longri jú betri. Tað er ein heppin háttur at halda fast í mis­nøgdini um teg sjálvan, lívið og heimin. Fyri mong, ið eru rakt av tunglyndi, er hetta IKKI eitt val, men nakað tey í løtum eru fasthildin í vegna sítt tung­ lyndi. Men fyri onnur, ið HAVA orku at velja okkurt annað, og sum VILJA ónøgd­semi heldur enn platta gleði, er av­gerandi ikki at velja nakað annað enn jótranina. Tað hepna her er, at okkara heili er eminentur til at fanga tað neiliga burturúr øllum tí jaliga, ið vit uppliva hvønn dag. So um tú til dømis hevur gjørt eina arbeiðsuppgávu væl og fær jaligt aftursvar frá 9 persónum og neiligt frá einum, so jótra tað neiliga og gloym tað jaliga. Fest teg við tað neiliga og ver har til orkan spakuliga svinnur úr tær. Tá tú hevur fingið fatur á ávísum neiligum tonkum, so knýtir heilin skjótt samband við aðrar líkn­andi neiligar støður, so her fær Ein lítil uppskrift uppá hvussu tú økir um tína ónøgd Hvussu blíva vit ólukkulig? Fyri onnur, ið HAVA orku at velja okkurt annað, og sum VILJA ónøgdsemi heldur enn platta gleði, er avgerandi ikki at velja nakað annað enn jótranina« Tað ber til at fara »hard core – all in« eftir óeydnuni við til dømist at gerast bundin av vandamiklum rúsevnum Savnsmynd