hósdagur 9. apríl 2015síða 25
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. apríl 2015
sosialurin 40
25
tú automatisk meira mentalt gras
at jótra. Tí er vert at geva gætur, at
hesin vani skjótt kann gerast tíðar
krevjandi, so tú mást skapa pláss fyri
tí í kalendaranum.
2
Samanber við onnur
Samanber, samanber, samanber.
Hvørja ferð tú upplivir eitt hvørt
gott, stuttligt ella gevandi, er týdn
ingarmikið, at tú ikki er so banal, at
tú verður takksom, men at tú held
ur samanber teg við onkran, ið tú
ímyndar tær hevur tað stuttligari og
betri enn tú.
Sólarmyrkingin var ein stór upp
living, men hevur tú minst til at
hugsa um tey, ið upplivdu tað á ein
meira stórslignan hátt enn tú? Sum
sóu tað klárari enn tú? Sum kanska
høvdu alla sína stóru, heitu, harmon
isku familju við sær í løtuni?
Far á facebook við eittans enda
máli: at samanbera tína innaru
støðu, tá tú er kedd, særd, rastleys
ella ónøgd, við tey, sum síggja út til
at hava tað gott – ella í øllum førum
betri enn tú.
Um tú hevur eitt arbeiði, sum tú
samanumtikið ert nøgdur við, og ein
maka, sum tú ert góður við, so er um
ráðandi, at tú setur fokus á allar teir
dreymar og vónir, tú enn ikki hevur
realiserað. Hetta kanst tú gera við at
samanbera teg við tey, ið hava nátt
tí, sum tú enn ikki hevur nátt. Dvøl
við kensluna av misnøgd – smakka
ómegdina, helst minst ein tíma um
dagin.
Hugsa ikki um, at tað tú
sært hjá øðrum, bara er
tað ytra. Ein fasada.
3
Hugsa um
teg sjálvan
og finst at øðrum
Hugsa ikki um sam
felagsmál. Tað órógvar.
Títt høvuðsfokus má vera
tú sjálvur – altíð. At tú stúrir
um tína fíggjarligu støðu, tín
trivnað í parlagnum, hvat tú fær
burturúr tínum vinarbondum,
hvat arbeiðsplássið gevur tær,
hvussu tín sinnisliga støða er, og
hvat tær manglar, leingist eftir og
tørvar her í lívinum.
Finst at tínum nærmastu reglu
liga. Til dømis makanum. Leyp ver
balt í krovið á honum, tá hann minst
væntar tað. Helst alment, t.d. tá tit
keypa inn og hann roynir at gera av,
hvat hann skal gera til nátturða. Ver
dramatisk og skelda út um, at tú er
troytt av hansara ókreativa døgurða
vali. Tað fer at sjokera hann, so hann
ikki megnar at svara aftur í løtuni. Tá
hann tekur tað uppaftur seinni fyri at
skilja hvat hendi, kanst tú blankt av
nokta alt og siga, at tað bara er okkurt
í hansara høvdi.
Ver kreativ og orginal í tínum
kritikki – so finnur tú skjótt útav,
hvussu lætt tað er, tí tað er altíð okk
urt at finnast at. Møguleikarnir er
óendaligir. Til dømis ber til at fara
konsekvent ímóti øllum rundan um
teg, serliga tá tey eru glað um okkurt.
Vissi øll á arbeiðsplássinum t.d.
kendu stóra ærufrykt og gleði undir
sólarmyrkingini, so kundi tú latið
eina viðmerking fallið um, at tað nú
hevði verið stórslignari, um himmalin
hevði verið heilt klárur.
4
Dvøl við spiltar
møguleikar
Lít aftur á títt lív regluliga og hugsa
um allar teir møguleikar, ið aldrin
blivu til nakað. Einaferð stóðu allar
dyr víðopnar fyri tær. Men tá tú
fórt inn gjøgnum eina, lótust hinar
aftur.
Hugsa um tað. Vel tær ein góðan
sess í einum hálvmyrkum rúmi, lat
eyguni aftur og hugleið um, hvussu
óheppið tað er, at tú valdi tann
makan, tú valdi. Minst til tá tú vart
20 ár og hitti vituga og vakra Giovanni
í Italia. Mann hann ikki vera eins
spennandi enn? Hvussu eydnusom
og eksotisk hevði tilveran ikki verið
í Italia?
Hugsa um hvussu nógvar lestrar-
og arbeiðsmøguleikar tú einaferð
hevði, og hvussu lítið og avmarkað
títt arbeiðslív endaði við
at vera. Meditera
yvir
hvussu
keðiligt títt
lív er við
tess føstu
kørmum
og kon
s t a n t u
e n d u r
t ø k u m
og trúgv
uppá, at
tað altíð fer
at vera, júst
sum tað er nú.
Einki áhugavert fer
at henda í framtíðini. Eingir
nýggir, inspirerandi persónar fara at
koma inn í títt lív. Tú, við øllum tínum
evnum og tíni uniku persónligheit
bleiv ímóti tínum vilja avmarkað til
hetta keðiliga lívið, ið tú livir.
Og týdningarmest av øllum: Ver
aldrin takksom fyri nakað, sum er
hent tær! Tað er skjótasta leiðin til
eyðmjúka gleði – og slíkan banalitet
ert tú ov klók til… ella hvussu?
post@sosialurin.fo
»Hví verða vit glað og lættsint? Innan sálarfrøðina
verður granskað í hvat tað er, sum ger lívið gott«
Sannur vís
dómur sprettir úr
djúpari vanlukku og
sálarneyð, hildu
kritikarar