Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. juli 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 130 - 10. juli 2004 15 Spenningurin í Ísrael er so stórur, at tað kann enda við borg- arakríggi, og ein ætl- an um at myrða Ariel Sharon, forsætisráð- harra er kanska longu løgd ÍSRAEL Árni Joensen fartekst@mail.dk Ætlanin hjá Ariel Sharon at flyta øll tey jødisku niður- setufólkini úr Gaza-geiran- um og at avtofta fýra niður- setubygdir á Vsetara Áar- bakka hevur elvt til so stóra øsing í Ísrael, at politikarar í øllum flokkum eru farnir at tosa um, at vandi er fyri borgarakríggi. Samstundis hevur trygdarmálaráðharr- in, Tzahi Hanegbi, sagt, at tað er ikki óhugsandi, at onkur bólkur longu hevur lagt eina ætlan um at beina fyri forsætisráðharranum. – Eg ivist ikki í, at tað finnast fólk, sum longu hava gjørt av at "bjarga ísraelska fólkinum" og at beina fyri onkrum ráðharra, forsætisráðharranum, onkr- um løgreglumanni ella onkrum heryvirmanni, segði Tzahi Hanegbi í sam- røðu við ísraelska sjónvarp- ið týskvøldið. Sambært blaðnum Haaretz hevur trygdartænastan Shin Bet kunnað stjórnina um, at onkur tílík ætlan er løgd. Ísraelska tjóðartingið Knesset umrøddi ta spentu støðuna mikudagin, og har kom týðiliga fram, at polit- ikarar í øllum flokkum stúra fyri gongdini. Fleiri teirra nevndu vandan fyri borgarakríggi, og summir nomu eisini við vandan fyri, at onkur kann fara at gera av við Ariel Sharon, forsætisráðharra. Átrúnaður Tað, sum av álvara hevur fingið teir ísraelsku politik- ararnar at bera ótta fyri lívinum hjá forsætisráð- harranum, eru nøkur orð, sum fullu á einari ráðstevnu í Jerusalem í síðstu viku. Har segði tann sera víð- gongdi rabbinarin Avigdor Neventzal, at tann, sum roynir at lata øðrum jødiska jørð, kemur undir ta átrún- aðarligu regluna "din rod- ef". Eftir hesari regluni er tað loyvt at drepa ein jøda, um hann ella hon setir lívið hjá øðrum jødum í váða. Hetta hugtakið bleiv seinast umrøtt í tí politiska orðaskiftinum í Ísrael, eftir at Yitzhak Rabin, forsætis- ráðharri, var vorðin myrdur í november í 1995. Dráps- maðurin, Yigal Amir, segði undir rættarviðgerðini, at hann hevði gjørt eftir regl- uni um "din rodef". Í rætt- inum kom eisini fram, at hann hevði fingið stuðul frá fleiri rabbinarum, sum høvdu tætt tilknýti til niður- setufólkini á Vestara Áar- bakka og í Gaza-geiranum. Meiri víðgongdir Sambært blaðnum Jerusa- lem Post hevur eingin av rabbinnarunum, sum vóru hjástaddir á ráðstevnuni í Jerusalem í síðstu viku, sagt seg vera ímóti tí, sum Avigdor Neventzal segði. Hinvegin hava aðrir átrún- aðarligir serfrøðingar sagt seg vera harðliga ímóti hansara tulking av "din rodef". Teir siga, at orð hansara eru vandamikil, og at tey kunnu elva til borg- arakríggj. Í sjónvarpssamrøðuni týskvøldið segði Tzahi Hanegbi, at støðan er vorð- in uppaftur meiri spent í seinastuni, og at tað ber ikki til at venda gongdini bakið. Hann legði afturat, at stjórnin hevur skyldu at forða fyri, at tað, sum hendi í 1995, skal endurtaka seg. Við hesum sipaði hann til morðið á Rabin og vanda fyri, at Sharon skal fáa somu lagnu. Leiðarin í trygdartænast- uni Shin Bet, Avi Dichter, segði fyrr í vikuni, at høgravongurin í Ísrael er vorðin meiri víðgongdur, og hann vísti á ymiskt, sum fleiri rabbinarar og leiðarar hjá niðursetufólkunum hava sagt í seinastuni. Ætl- anin var, at Avi Dichter og ríkisadvokaturin, Meni Mazuz, skuldu umrøða støðuna í gjár. Sharon-ætlanin Í fyrstu atløgu hevur ísra- elska stjórnin tikið undir við avgerðini hjá Ariel Sharon at flyta 7.500 niður- setufólk úr Gaza-geiranum og at flyta fýra niðursetu- bygdir av Vestara Áar- bakka. Niðursetufólkini hava hótt við at gera mótstøðu, og mánadagin bað stjórnin Tommy Lapid, løgmálaráð- harra síggja til, at niður- setufólkini ikki leypa fram- av. Sjálvur er Lapid fyrr- verandi generalur í ísra- elska herinum, og hann hevur einaferð sagt, at tað kennist løgið, at hann nú er noyddur at verja seg ímóti sínum egnu. Tað er ikki alment kent, um nakar beinleiðis hevur hótt við at beina fyri Ariel Sharon, men tað, sum fleiri av teimum víðgongdu nið- ursetufólkunum hava sagt í seinastuni, bendir á, at í hvussu er summi teirra aftra seg ikki við at seta seg upp ímóti myndugleikun- um. Tað hevur ikki bøtt um støðuna, at ein høgrapolit- ikari hevur sagt, at eftir hansara tykki er tað ikki so løgið, um niðursetufólkini taka til vápnini, fáa tey boð um at flyta. Maðurin, sum kom við hesum orðunum, er Uri Elizur, sum var ovasti í herleiðsluni, tá Benjamin Netanyahu var forsætisráð- harri. Tey avvarandi hjá Yitzhak Rabin hava fyrr skuldsett júst Netanyahu fyri at hava eggjað øðrum til at myrða Rabin, tá hesin var andstøðuleiðari. (Kelda: Aftenposten) Vandi fyri borgarakríggi í Ísrael UTTAN ÚR HEIMI Ísraelskir politikarar tosa í álvara um, at víðgongdir niðursetumenn ella aðrir illir jødar kunnu fara at beina fyri Ariel Sharon, forsætisráðharra. Teir vilja eisini vera við, at vandi er fyri borgarakríggi í Ísrael 15 14 Nr. 130 - 10. juli 2004 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 10. juli. Knútur kongur, deyður í 1086. Hann varð myrdur fyri altarinum í St. Albans kirkju í Odense henda dag, og pávin skírdi hann halgimenni í árinum 1100. Hann fekk navnið Knútur hin Heilagi. 11. juli Josva. Dagurin halgaður minninum um Josva Nuns son, sum var eftirmaður Mósesar og leiddi Ísraels fólk inn í hitt fyrijáttaða landið (Josva- bók). Sama navnið sum Jesus, Guð frelsir. 12. juli. Heinrikur, deyður í 1024. Týski keisarin Heinrikur II var giftur við Húngunn (deyð í 1003). Pávin Eugen III skírdi hann halgimenni í árinum 1146. Upprunaliga týskt navn, samansett av orðun- um heim og ríkur. Aftasta rað f.v.: Poul Jacob Zachariassen, Hattarvík, Heri Jacobsen, Tórshavn, Sjúrður á Kósini, Klaksvík, Fritleif Henriksen, Sandavágur, Verner Hansen, Tórshavn, Per Andrew Olsen, Skála, Páll Mortensen,Tvøroyri, og Súni í Hjøllum, Toftir. Í miðjuni f.v.: Kristian Højsted, Funningur, Sjúrður Mikkelsen, Sørvágur, Herálvur Jacobsen, Sørvágur, Meria Jacobsen, Vestmanna, Sjúrður Hansen, Sørvágur, Krisjan Christiansen, Tórshavn, Sigrun Petersen, Vestmanna, Álvur Enni, Tvøroyri, Sæbjørn Olsen, Kunoy, Vagnur Dahl-Michelsen, Tórshavn, og Martin Eidesgaard, Tvøroyri. Fremra rað f.v.: Solveig Isfeldt, Tórshavn, Brynhild Hansen, Tórshavn, Liljan Petersen, Sandavágur, Karin Hammer, Tórshavn, Sigfríða Lamhauge, Klaksvík, Thurid Hattarstein, Miðvágur, Mai Breckmann, Tórshavn, og Margretha, Bjarnastein, Tórshavn. Kelda: Myndaárbókin - árið ið fór 1979 Fyri 25 árum síðan: Prógv á Føroya Læraraskúla í 1979 Í juni 1979 fingu 27 næmingar prógv á Føroya Læraraskúla Leikararanir hjá danska superligufelagnum FCK vóru væl koyrandi, meðan teir vóru í Føroyum. Bilasølan Norðbil lænti teimum 5 stórar og góðar Hyundai Sonata luksusbilar - teir flestu við V6 motori og 182 HK. Birgir Dam Jacobsen, stjóri hjá Norðbil, sigur, at leikararnir vóru sera væl nøgdir við bilarnar, sum vóru til taks hjá teimum at brúka í síni frítið, og teir vórðu nógv brúktir. Lýsingarfyritøkan Team 85 stuðlaði við at prýða bilarnar við reklamum, eins og Shell og Smyril Line eisini stuðlaðu tiltakinum. Eingin keta er sterkari ein veikasta liðið, sigur Birgir, sum letur væl at samstarvinum við hinar sponsorarnar. Norðbil sponsoreraði FCK við luksusbilum FCK-leikarranir saman við umboðum frá Norðbil og Nordcar uttan fyri Hotel Føroyar áðrenn teir fóru heim aftur hósdagin Mynd: Magnus Gunnarsson Frits Dam Jacobsen, sølustjóri, og Birgir Dam Jacobsen, stjóri, hjá Norðbil og Jens Petur Jensen, stjóri á nýggja felagnum, Nordcar Mynd: Magnus Gunnarsson Til mín elskaða son Regin! f. 6. mai 1980 d. 14. mai 2000 Tú kom sum ein sól tú var mín dýrgripur tú birti ljós í mítt lív Brádliga ljósið slóknaði sorgin er nívandi svár longsulin, saknurin eftir tær Títt smíl, tín látur tín eymleika sum ongin annar eigur tað í hjarta mínum eg goymi Eg vil altíð minnast og sakna teg. Tín mamma C M Y K 14