leygardagur 10. juli 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 130 - 10. juli 2004
UTTAN ÚR HEIMI
Fyrireika seg til kríggj
Norðurkoreanski verjumálaráðharrin hevur biðið
landsins hermegi fyrireika seg til kríggj við USA.
Hósdagin vóru tíggju ár liðin, síðani fyrrverandi
norðurkoreanski forsetin Kim Il Sung doyði, og tað var
á einum minningarhaldi, at Kim Il Chol, verjumála-
ráðharri, bað landsins hermenn vera til reiðar at berjast
við amerikanararnar. Hann segði, at hermenninir mugu
fyrireika seg til at verja tað sosialistiska móðurlandið,
og at herurin skal standa sum ein jarnmúrur um landið.
Kim Il Chol legði USA undir at fyrireika seg til at
gera innrás í Norðurkorea, men at tað verður gjørt í
loyndum. Hetta er annars ikki fyrstu ferð, at hann sigur
USA fyrireika seg til leypa á Norðurkorea.
Færri danir
Framrokningar í Danmark vísa, at danska fólkatalið fer
at minka alla hesa øldina, og at um aldarskiftið verða
umleið 700.000 færri fólk í Danmark enn nú.
DREAM-bólkurin, sum ger ymsar framrokningar
fyri fleiri danskar ráðharrastovur, hevur fyrr mett, at
fólkatalið fór at veksa hesa øldina. Í dag búgva 5,4
milliónir fólk í Danmark, og bólkurin hevur fyrr sagt,
at talið verður 5,7 milliónir í 2100. Men nú stjórnin
hevur gjørt tað truplari hjá fremmandafólki at búseta
seg í Danmark, eru útlitini broytt, sigur bólkurin við
Politiken. Fyri trimum árum síðani búðu 5.430.000
fólk í Danmark. Síðani hevur talið verið minkandi, og
í 2100 fara 4,7 milliónir fólk at búgva í Danmark, vísa
framrokningarnar hjá DREAM-bólkinum.
Í 2100 verða 22 prosent av øllum dønum av útlendsk-
um uppruna, men DREAM-bólkurin sigur, at hevði
stjórnin ikki havt hert útlendingapolitikkin, høvdu tey
av útlendskum uppruna verið umleið ein hálv millión
fleiri um hundrað ár.
Dømdir fyri tikaradráp
Ein dómstólur í Kina hevur dømt tveir menn í fongsul,
tí teir høvdu dripið og etið ein sibiriskan tikara.
Tað er ikki loyvt at drepa sibiriskar tikarar, tí stovn-
urin er so lítil. Men teir báðir kinesararnir høvdu kort-
ini lagt eina tikarafellu uttan fyri heimbygdina í fjøll-
unum í Heilongijang-landspartinum. Almenna blaðið
Shanghai Daily skrivar, at tá fellan hevði staðið nakrar
dagar, kom ein sibiriskur tikari í hana. Tá hann hevði
sitið í felluni nakrar dagar, fóru menninir eftir honum,
drupu hann og ótu kjøtið. Nú hevur ein dómstólur givið
teimum báðum monnunum níggju og fimm ára fongsul
fyri tikaradrápið.
Altjóða grunnurin, sum arbeiðir fyri at verja hótt
villdjór, heldur, at tað eru ikki meiri enn einir 500 villir
sibiriskir tikarar eftir í landnyrðingspartinum av Kina
og har eysturi í Russlandi. Hóast myndugleikarnir í
Kina og Russlandi hava bannað monnum at veiða sibir-
iskar tikarar, verða fleiri veiddir á hvørjum ári, skrivar
Shanghai Daily.
Seyðin burtur frá vegnum
Tað er ikki bara í Føroyum, at seyðurin hevur hug at
leggjast fram við vegnum. Nógvastaðni í Noregi er
myndin tann sama, men í hvussu er ein bóndi hevur sett
sær fyri at loysa tann trupulleikan.
Alf Moe Carstens, sum er bóndi á Tromsø-leiðini,
sigur við blaðið Nordlys, at hvør einasti seyður, sum
heldur til við vegin ella niðri í fjøruni, verður tikin.
Hann viðgongur, at tað er ikki lætt at venja seyðin at
halda seg burtur frá vegunum, tí hevur eitt lamb verið
har saman við mammuni, fer tað aftur hagar seinni.
Kortini hevur hann valt at halda fast við avgerðina um
at drepa tað, sum fer oman til vegin.
– So seyðurin hevur einki í at velja. Fer hann tríggjar
ferðir oman til vegin, verður hann tikin og sendur
beinleiðis í sláturhúsið, sigur Alf Moe Carstens.
Tann olympiski eldu-
rin verður roknaður
sum tað fremsta tek-
inið um frið og
semju. Men á Kýpros
elvdi hann til polit-
iskan spenning.
Í næsta mánað byrja teir
olympisku summarleikirnir
í Athen, og ta seinastu tíð-
ina hevur tann olympiski
eldurin verið á veg til
grikska høvuðsstaðin. Nú
um dagarnar kom eldurin
til Kýpros, sum var tað
seinasta staðið, sum fekk
vitjan av eldinum, áðrenn
hann kom til Grikkalands.
Men á Kýpros hendi tað,
at stjórnin í tí turkiska
Norðurkýpros kravdi at
sleppa at fyrireika eitt al-
ment hátíðarhald í sam-
bandi við, at tann olymp-
iski eldurin kom til oynna.
Tað kravdi millum annað,
at eldurin skuldi berast eina
aðra leið enn upprunaliga
ætlað, men altjóða olymp-
iska nevndin segði nei.
Grundgevingin hjá nevnd-
ini var, at hon leggur seg
ikki út í tað politiska stríðið
á oynni.
Bara Turkaland hevur
viðurkent tann norðara
partin av Kýpros sum
sjálvsstøðugt ríki.
Olympiski eldurin elvdi til politiskt split
Ongantíð hava so
nógvir danskir reið-
arar søkt um upp-
høggingarstuðul sum
í ár, og vandi er fyri,
at fleiri av teimum
gonlu fiskivinnu-
havnunum hvørva
FISKIVINNA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fiskivinnan í Danmark er í
kreppu. Stórari kreppu.
Meiri enn 200 reiðarar hava
søkt tað almenna um upp-
høggingarstuðul, og so
nógvar
umsóknir
hava
myndugleikarnir
ikki
fingið í mong ár.
Serliga í Norðurjútlandi
hava nógvir reiðarar valt at
geva skarvin yvir, og har er
vandi fyri, at summar av
teimum gomlu fiskivinnu-
havnunum fara at hvørva.
Einaferð var Lemvig ein av
teimum stóru fiskivinnubý-
unum. Nú eru bara níggju
skip eftir har, og av teimum
hava fýra søkt um upp-
høggingarstuðul. Tað eru
bankarnir, sum krevja skip-
ini upphøgd, tí tey klára
ikki sínar skyldur, skrivar
Jyllandsposturin.
– Verða tey fýra skipini
upphøgd, hava vit bara
fimm eftir, og tað er ov lítið
til at reka ísvirkið, fiska-
marknaðin og bedingina í
býnum, sigur formaðurin í
fiskimannafelagnum
í
Lemvig, Jens Søndergaard,
við blaðið. Hann leggur aft-
urat, at skipini útvega nógv
arbeiði uppi á landi, so tað
er ein vanlukka fyri allan
býin, steðgar virksemið í
fiskivinnuni.
Formaðurin í danska
fiskimannafelagnum, Thor-
kild Førby, er dapurskygd-
ur. Hann sigur, at tað er
sera óheppið, verða so
nógv skip upphøgd. Veksa
fiskastovnarnir
aftur,
sleppa danir ikki at byggja
nýggj skip, tí ES-reglurnar
forða tí, sigur hann.
Í
matvørumálaráðnum
hava tey bara 50 milliónir
krónur til upphøggingar-
stuðul, men har eru tey
sinnað at finna meiri peng-
ar, so fleiri skip kunnu
høggjast upp.
Nógv donsk fiskiskip
skulu høggjast upp
Amerikonsku mynd-
ugleikarnir siga seg
hava upplýsingar um,
at al-Qaeda fyrireikar
eitt álop á USA
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Um stutta tíð fer yvirgangs-
felagsskapurin al-Qaeda at
søkja at onkrum máli í
USA.
Tað segði ein amerik-
anskur embætismaður við
blaðið New York Times í
gjár.
Embætismaðurin
segði, at USA hevur upp-
lýsingar um, at al-Qaeda
fyrireikar eitt álop, og at
leiðslan í felagsskapinum
er við í fyrireikingunum.
Sambært embætismann-
inum halda amerikanarar-
nir, at Osama bin Laden er
virkin framvegis, og at
hann heldur til einastaðni í
fjøllunum
á
markinum
ímillum Afghanistan og
Pakistan. Hann legði aftur-
at, at fregnartænastan CIA
er vitandi um, at bin Laden
hevur havt samband við
fleiri av sínum monnum, og
at hann hevur biðið teir
fyrereika eitt álop.
Fyrradagin segði amer-
ikanski
trygdarmálaráð-
harrin, Tom Ridge, at al-
Qaeda fer at leypa á mál í
USA í sambandi við for-
setavalið í heyst. Sambært
ráðharranum hevur CIA
boðað frá, at valstríðið upp
undir forsetavalið er eitt
álopsmál hjá al-Qaeda.
Nú hóttir hann aftur USA
Úr fjøllunum á markinum ímillum Afghanistan og Pakistan hóttir Osama bin Laden nú aftur
við at leypa á mál í USA
Nr. 130 • leygardagur • 10. juli 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Hart lív at rógva
Annað árið eru FM
stevnurnar sjey í tali.
Talið á stevnum hevur
økst so líðani upp
gjøgnum árini, so tað
munnu rógvararnir
ikki hava merkt so
væl. Men fyri fyrstu
ferð nakrantíð verður
róð seks FM stevnur
út í eitt
KAPPRÓÐUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Fyri fyrstu ferð nakrantíð
hava rógvarar luttikið á FM
stevnum seks vikuskifti út í
eitt. Hetta er nakað, sum
ongin hevur roynt fyrr, men
sjálvandi hava nøkur helst
luttikið á bygdastevnum,
sum tó ikki telja við hóast
alt.
Men sum sagt, so er
hetta, við seks stevnum út í
eitt, nakað spildurnýtt.
Summi vilja vera við, at tað
hoyrist meira um skaðar í ár
enn undanfarin. Av tí sama
verður hvíldin tað minni, tá
tað skal venjast hvørja viku
til stevnu.
Um hetta er rætt ella ikki,
skal her verða ósagt, men
tað er ein sannroynd, at
fleiri av manningunum
hava upplivað, at tey missa
ein av teirra rógvarum í eitt
tíðarskeið vegna ryggskaða
ella okkurt annað.
Stutt ár
Hóast kappróður valla kann
sigast at hava ein langt
kappingarár, er talan um
eitt hart ár. Venjingin hjá
summum byrjar longu í
januar, og gerst hon bara alt
harðari og harðari so hvørt
sum tað líður móti sumri.
Einans sjey dystir, so er
kappingin avgjørd. Eirinda-
leyst? Kanska, men um vit
taka fótbóltin sum eitt
dømi, so hevði tað neyvan
borið til at havt 18 FM
stevnur í kappróðri.
Kappróður verður skýrd-
ur at vera ein tann harðasta
ítróttargreinin, sum er til.
Tað er helst ikki so langt frá
veruleikanum. Um hugt
verður at manningunum, tá
tær eru lidnar at rógva, er
ikki nógv eftir av teimum ta
fyrstu løtuna. Og so ikki at
gloyma árabløðrurnar og
bekksárini, sum hvør tann
einasti rógvari stríðist við
tær fyrstu vikurnar, eftir at
venjingarnar í bátinum eru
byrjaðar.
Tað kann til tíðir vera
nærum
óhugnaligt
at
hyggja í eyguni á einum
rógvara, sum hevur givið
alt. Men á ein ella annan
hátt, so rúnarbindur hendan
ítróttin tey flestu, sum
royna hana.
Einaferð segði ein rógv-
ari, at kappróður er soleið-
is, at antin elskar tú tað, ella
hatar tú tað.
Økir spenningin
Inntil einaferð miðskeiðis í
nítiárunum vóru tað einans
fimm stevnur, sum taldu
við í FM. Hetta varð hildið
at vera ov lítið, tí FM kapp-
ingin kundi verða avgjørd
aftaná einans tríggjar stevn-
ur. Tá kom so sundalags-
stevnan við í FM og í fjør
kom so sjeynda FM stevn-
an, sum kallast fjarðastevna
og skiftir ímillum Vest-
manna, Skála og Strendur.
Tað letur til at vera nøgd-
semi millum rógvararnar
kortini um, at so nógvar
stevnur telja við. Hetta økir
jú um spenningin og møgu-
leikarnar hjá teimum ymsu
at gera seg galdandi, eru
góðir, hóast byrjanin ikki er
so góð.
Vit hava spurt nakrar
rógvarar, sum hava róð í
fleiri ár, um tað er øðrvísi,
nú so nógvar stevnur eru
upp í slag. Svarini hjá teim-
um síggjast niðanfyri.
Kappróður er ein sera hørð
ítróttargrein, men kortini
verða rógvararnir so tiknir av
henni, at flestu teirra halda
fram í fleiri, fleiri ár
Savnsmynd
Maiken Johannesen,
rør við Havfrúnni
Situr á lærinum stýriborð
Hvat heldur tú um, at tað
eru sjey FM stevnur?
– Eg haldi, at tað er nokk
so strævið. Kappingarárið
verður so langt, men annars
haldi eg, at tað er fínasta
slag.
Er tað strævnari í ár, nú
seks stevnur eru út í eitt?
– Ja, tað er ræðuliga
strævið, haldi eg.
Væntar tú, at talið á
stevnum fer at økjast
meira?
– Nei, tað vænti eg ikki. Í
øllum verður talan um eitt
øgiliga langt kappingarár,
um so verður.
Hava tit havt nógvar skaðar
umborð hjá tykkum?
– Ja, onkur hevur havt
skaða, men tað hevur ikki
verið so nógv kortini.
Hvat tippar tú til róðurin
dag?
– Vit ætla okkum sjálvandi
at vinna, vit vóru jú so nær
við seinast. Men annars
vænti eg, at Blikur og Sílið
eisini
fara
at
verða
frammarlaga. Og kanska
Firvaldur eisini.
Uni Oknadal, rør
við Nevinum Reyða
Situr á lærinum, bakborð
Hvat heldur tú um, at tað
eru sjey FM stevnur?
– Tað er deiligt. Sjálvandi
skulu tað vera nógvar
stevnur, tí tað er betur at
sleppa at kappast oftani.
Tað grundi eg á, at tað er so
nógv venjing, og tekur tú
samlaða minutt talið á
stevnuróðrum og venjing-
um, so kundi tað komið
nógv meiri burturúr.
Er tað strævnari í ár, nú
seks stevnur eru út í eitt?
– Tað havi eg ikki beinleiðis
hugsað so nógv um. Tað er
bara gott, at tað eru nógvar
stevnur,
men
sjálvandi
merkist tað fyri familjuna.
Man hevur ikki ta somu
tíðina við hús.
Væntar tú, at talið á stevn-
um fer at økjast meira?
– Nei, tað verður tað ikki,
sum nú er. Tað er ein reglu-
gerð, sum sigur, at tað skal
vera eitt frítt vikuskifti
undan ólavsøku, um tað
skuldi verðið neyðugt at
flutt ein róður. So um
tíðarskeiðið skal vera tað
sama, fer tað ikki at bera
til. Men tað kundi verðið
gott, um tað blivu fleiri.
Hava tit havt nógvar skaðar
umborð hjá tykkum?
– Ja, vit hava verið nógv
merktir av skaðum. Fleiri
hava mist fleiri venjingar
orsakað av skaðum. Og eg
haldi, at tað hava verið
fleiri í ár enn undanfarin ár.
Men tað veldst jú um,
hvussu persónarnir eru.
Hvat tippar tú til róðurin í
dag?
– Eg vænti, at vit vinna. So
verður Argjabáturin numm-
ar tvey og Kvívíkingur
nummar trý. Sjálvt um eg
onki hevði havt í móti, at
tað varð umvent har.
Martin Venned, rør
við Eysturoyingi
Situr á toftini, stýriborð
Hvat heldur tú um, at tað
eru sjey FM stevnur?
– Tað dámar mær væl. Tað
áttu faktiskt at verið fleiri,
tí tað er gott at kappast
nógv. Harvið fæst nógv
meira burtur úr kappróðr-
inum. Og um ein tapir eina
av
teimum
fyrstu
stevnunum, so hevur ein
betur møguleika til at vinna
tað tapta innaftur við
nógvum stevnum.
Er tað strævnari í ár, nú
seks stevnur eru út í eitt?
– Tað havi eg ikki hugsað
so nógv um, so nei, tað
haldi eg ikki.
Væntar tú, at talið á stevn-
um fer at økjast meira?
– Eg vænti ikki, at tær fara
at økjast í tali. Kappróður
er so fokuseraður upp á
stevnur, sum er, og tað er
ikki
pláss
fyri
fleiri
stevnum, so sum umstøður-
nar eru nú, trúgvi eg ikki, at
talið fer at økjast. Men tað
kundi verðið gott, haldi eg.
Tí so kanska man kundi
flutt fokus frá stevnum og
gjørt føst FM øki at rógva
kapp á og havt munandi
fleiri kappingar.
Hava tit havt nógvar
skaðar umborð hjá tykkum?
– Nei, vit hava ikki havt
nógvar skaðar í ár.
Hvat tippar tú til róðurin í
dag?
– Eg vænti, at Eysturoy-
ingur fer at vinna. So verð-
ur Nólsoyingur nummar
tvey
og
Havnarbáturin
nummar trý.
C
M
Y
K
17
16