hósdagur 9. apríl 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. apríl 2015
sosialurin 40
29
E
in avgjørdur dómur um æru
meiðing gjørdi, at journalistar
og onnur hugsjónafólk,
sum berjast fyri fólkaræði
og talufrælsi og annars taka undir
við øllum mótmælum og grenji yvir
høvur í vælferðarsamfelagnum, fóru
at stúra fyri lagnuni hjá kritiska jour
nalistikkunum í Føroyum. At Før
oyar fara at enda sum eitt wannabe
demokrati ella eitt fólkaræði líkasum
look alike.
Tí nú fara Gud og hvør maður og
hvør kvinna at stevna, fáa tey eitt
øvugt og/ella skeivt orð í fjølmiðl
unum. Ja, okey, kanska ikki Gud,
hann hevur onnur vápn, hann
kann brúka og so sanniliga
eisini brúkar, tá lagið er til
tess, móti bæði tollarum
og syndarum og øllum
øðrum við.
Dómurin dómadagi
hjá Føroya rætti ger,
verður sagt og stúrt
fyri, at nú fer eingin at tora í holt við
kritiskan journalistikk móti teim
um altráðandi og vinnulívsfólki. Í
summum førum tey somu, sigst.
Talufrælsið, framsagnar
frælsið eru í ovurstórum
vanda, og tað brýtur í øll
borð hjá fólkaræðinum.
Eingin fer at tora
at grava í viður
skiftum, sum
kanska,
kanska, ikki, tola spakan ella kunnu
torga hann. Eingin fer at tora at lata upp
skáp fyri at vita um, nei, ikki samkynd,
men væl piðaðar beinagrindir bólta út
haðani. Tí tað kann kosta minst 100.000
kr. við øllum pluss mvg. Ella meira enn
tað.
Og við teimum ússaligu lønum,
journalistar fáa í Føroyum, er tað at
spæla í so vágið við inntøkuni.
Nei, har stendur einki til eftir fyrra
dómadagin.
Men onkra staðni er ketan slitnað í
allari hesari neyðini.
Latið okkum tí royna at steðga
súkkluni, áðrenn vit koma til næstu
undanbrekku uttan bremsu.
Eingin er dømdur fyri kritiskan
journalistikk. Eingin hevur fingið bót
fyri kritiskan journalistikk. Dagarnir
hjá dagbótunum fyri avdúkingar eru
taldir, teir eru null.
Eingin er dømdur at rinda skaðabót
fyri kritiskan journalistikk, tí kritiskur
journalistikkur hevur ongan skatt.
Eingin skal rinda sakarmálskostnað
fyri kritiskan journalistikk.
Tí einki sakarmálið var um kritiskan
journalistikk.
Dómurin er um ærumeiðing. Og
ærumeiðing og kritiskur journalistikkur
eru hvørt sítt. Ærumeiðing er ikki
kritiskur journalistikkur. Kritiskur
journalistikkur er ikki ærumeiðing.
Og dómsvaldið dugur væl at skyna
á, hvat er ærumeiðing, og hvat er
kritiskur journalistikkur.
Hvørki Føroya rættur ella Eystari
landsrættur fara at døma nakran fyri
kritiskan journalstikk, sama um onkur
advokatur fæst at stevna fyri slíkt.
So hvar er vandin, fólkaræðið og
talufrælsið eru komin í? Ja, hann er
ikki til.
Tí er eingin orsøk til at leggja
árarnar inn og fylla upp aftur meira
undirhald í fjølmiðlarnar fyri at sleppa
undan stevningum. Men, sjálvandi,
fer Landsrætturin at siga tá eina ferð
í oktober, at eingin ærumeiðing er,
er støðan ein onnur, sum tey plaga at
siga í politikki. Tá er markið flutt fyri
ærumeiðing. Men ærumeiðing verður
framvegis ikki kritiskur journalistikkur
fyri tað.
Móðurmálsdagur og móðurmáls
kvøld vóru herfyri. Málið er framvegis
livandi og broytist alla tíðina. Og vit
skilja enn hvønn annan, sama um vit
ikki benda longur og brúka donsk orð á
føroyskum og bara stava hendinga orð
rætt og siga seinni av fýra og næsti fyri
okkurt, sum longu hevur verið.
Og gomul orð fáa nýggja merking.
Til dømis hugnaliga og hugfarsliga
orðið túnatos.
Nú er túnatos eisini tos hjá roykj
arum, sum noyðast út í tún at roykja
og sleyga og ikki noyðast at arbeiða tær
løturnar.
Dómadagin, tann eina dag, verður
eingin roykipavsa og bara maðkatos.
Eftirverkir eftir dómadag
Valborg Heinesen
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
Mynd: heinesen myndir
Yrki: Lækni á Hjartadeildini á Hvidovre Hospital
Bústaður: Taastrup, Danmark
Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin?
– Sum barn vildi eg vera djóralækni ella kunstnari. Tá
eg bleiv eitt sindur størri bleiv lívfrøðin, náttúran og
mannakroppurin meira spennandi, og eg vildi kunna gera
mun. Tí vildi eg blíva lækni og hjálpa øðrum.
Hvat burdi hitt kynið vitað um
títt kyn?
– At vit eru fantastiskar. Punktum.
Hvat burdu børn vitað um tað at vera vaksin?
– At tað kann vera akkurát líka stuttligt og spennandi,
sum at vera barn, bara uppá ein heilt annan máta. Og at
tey ongantíð behøvast at steðga við at droyma og hava
tað stuttligt.
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til veruleika?
– Tað man vera í hesi vikuni, tá eg fekk framlagt eitt
hugskot, sum vit nú fara í gongd við at gera til eitt
granskingar-projekt innan kardiologi.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað?
– Um menniskjan lærdi at liva saman við nattúruni í
staðin fyri at oyðileggja hana. Menniskjan er nokk tann
mest sjálv-destruktiva veran í heimunum, og viðhvørt
hugsi eg, hvussu vakur og reinur heimurin hevði verið,
um tað ikki var fyri okkum menniskju.
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin?
– Fyri 3 vikum síðani, tá eg fekk mítt lívs størsta
yvirraskilsi!
Tað seinasta, tú hevur lært, er at:
– »Lívið skal livast í tí raðfylgju, tað kemur«. Hetta lærdi
eg av einum klókum manni herfyri og hesi orðini settu
seg.
Tann støðuga ringa samvitskan snýr seg um, at tú:
… veit nærum alt um heilsu og sunnheit, men allíkavæl
sovi eg ALT ov lítið, arbeiði alt ov nógv, drekki alt ov
nógv kaffi, eti alt ov nógv svans og venji slett ikki so
nógv, sum eg kundi hugsað mær.
Enda setningin: Føroyingar burdu …
… verið stoltir av, hvussu vælfungerandi samfelag vit
hava, og hvussu nógv evnarík fólk eru samlað á einum
stað heima á klettunum.