hósdagur 9. apríl 2015síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. apríl 2015
sosialurin 40
30
Niels Mortensen
nevndarformaður
Tórshavn, hin 9. apríl 2015
2014 var eitt gott og hendingaríkt ár
hjá Atlantic Airways við einum høgum
virkisstigi og nógvum grundleggjandi
broytingum í felagnum. Eitt gott
ársúrslit, gott gjaldføri, hækkandi
ferðafólkatøl – samstundis sum nógvar
bygnaðarbroytingar eru framdar –
hevur givið nevndini vissu fyri, at
nýggja kósin var ein røtt avgerð.
Atlantic Airways er eitt sterkt
flogfelag, sum við nógvari serfrøði og
einum væl útgjørdum flota stendur
seg væl í einum heimi, har flogvinnan
framvegis er illa sperd.
Ársúrslitið meira enn tvífaldaðist
í 2014, sammett við 2013. Úrslitið var
20,2 milliónir krónur fyri skatt í fjør,
samanborið við 8,7 milliónir krónur í
2013. Eftir skatt kom Atlantic Airways
út úr 2014 við 16,5 milliónum krónum. Í
2013 var ársúrslitið 7,1 milliónir krónur
eftir skatt. Inntøkurnar øktust seks
prosent úr 542,2 milliónum krónum í
2013 upp í 573,7 milliónir krónur í 2014.
Talið av ferðandi hækkaði úr 225.200 í
2013 upp í 237.028 í 2014, og tað var ein
vøkstur upp á fimm prosent. Gjald
førið var 103 milliónir krónur um
ársskiftið. Tað er 13 milliónir krónur
minni enn í 2013, men nevndin er væl
nøgd við støðuna, havandi í huga, at
felagið í tíðarskeiðnum samstundis
er farið ígjøgnum eina víðfevnda
broytingartilgongd, og at felagið eisini
hevur keypt aftur egin partabrøv fyri
68 milliónir krónur.
Samanumtikið vísa tølini rætta
vegin, og nevndin ætlar at halda
kósina, sum er løgd í nýggju strategiini.
Við nýggju strategiini í hondini er
margfeldið í virkseminum minkað,
og felagið hugsavnar seg nú um
at menna eitt regluligt og støðugt
rutunet í Norðurlondum við Føroyum
sum snúningsdepli og upphavsstaði.
Altjóða ætlanirnar við eyka flogførum
til leigutúrar uttan fyri Føroyar eru
steðgaðar, og “Atlantic Airways er
komið heim”, eins og felagið hevur lagt
dent í nýggju strategiini.
Rutuflúgvingin er raðfest fremst,og
tann orka og tað pláss, sum leypir
av rutuflúgvingini, verður selt til
leiguflúgving, tá ið tað er møguligt.
Øll menning í Atlantic Airways tekur
støði í nærøkinum. Felagið ynskir
at verða ein virðismikil loftbrúgv til
umheimin, sum hevur fleiri ymisk
sambond við grannalondini og harvið
fleiri ”hurðar” til restina av verðini. Vit
hava sostatt flutt bæði Atlantic Airways
og umheimin tættari at Føroyum.
Nýggj ferðaseðlaskipan
Beint eftir ársbyrjan varð gongd sett á
arbeiðið at tilevna nýggju strategiina,
og longu 18. juni 2014 kundu vit alment
boða frá, at úrslitið var “Bíligari, lættari
og einfaldari flogferðir”. Tað gjørdist
við lágprískalendaranum møguligt at
flúgva millum Føroyar og Danmark alt
árið fyri 799 krónur hvønn vegin, og tað
var eitt stórt framstig.
20 bílig setur eru til taks á megin
partinum av øllum fráferðum millum
Vágar og Keypmannahavn, Billund
og Ålborg, og tað svarar til 35.000
bíligar ferðaseðlar um árið. Treytirnar
eru, at ferðaseðlarnir verða keyptir í
seinasta lagi 60 dagar innan fráferð,
og teir kunnu hvørki broytast ella
endurrindast. Hesar treytir hava kortini
ikki rætt ferðafólkini – tvørturímóti –
tí eftir lutfalsliga stuttari tíð kundu vit
staðfesta, at 20.000 bíligir ferðaseðlar
vórðu seldir – eisini langt fram í tíðina.
Higartil eru umleið 30.500 einvegis
799-ferðaseðlar seldir, og summarið
2015 eru slakir 9.000 av hesum bíligu
ferðaseðlum seldir.
Næsta stigið í broyttu ferðaseðla
skipanini varð almannakunngjørt
í desember 2014 við ferðaseðlunum
TÍÐLIGA og ALTÍÐ á øllum rutnetin
um, sum eru broytiligari enn 799-ferða
seðilin, ið bert verður seldur á rutunum
millum Føroyar og Danmark. TÍÐLIGA
og ALTÍÐ vóru úrslitið av einari
nágreiniligari gjøgnumgongd av
allari ferðaseðlaskipanini, ið hevði til
endamáls at gera skipanina einfaldari.
Talan var um eina drúgva tilgongd við
nógvum tøkniligum broytingum.
Bíligasti einvegis TÍÐLIGA-
ferðaseðilin kostar 949,00 krónur, og
bíligasti einvegis ALTÍÐ-ferðaseðilin
fæst fyri 1849,00 krónur. Nýggju ferða
seðlarnir eru upp í 10 prosent bíligari í
byrjunarprísunum, sammett við gomlu
ferðaseðlarnar.
TÍÐLIGA er ferðaseðilin til ferðandi,
ið vilja hava nakað av fleksibiliteti, og
sum kunnu bóka ferðaseðilin tíðliga.
ALTÍÐ er ferðaseðilin til teirra, ið
vilja hava nógvan fleksibilitet, og sum
møguliga skulu avstað við stuttum
skotbrái.
Nógvar reglur, sum áður stýrdu
valinum av ferðaseðli, vórðu tiknar
burtur. Tey áður høgu broytingar
gjøldini fyri ferðaseðlar minkaðu niður
í eitt broytingargjald á 200 krónur
fyri ein TÍÐLIGA-ferðaseðil. ALTÍÐ-
ferðaseðilin kann broytast uttan gjald.
Tað er framhaldandi galdandi fyri
bæði sløgini av ferðaseðlum, at um ein
ferðaseðil verður broyttur, verður ein
møguligur prísmunur lagdur omaná.
Samanumtikið hevur henda
einfaldari ferðaseðlaskipanin –
umframt bíligi 799-ferðaseðilin og
sum heild lægri ferðaseðlaprísir –
verið ein væl móttikin sólskinssøga.
Hetta grunda vit á ta sannroynd, at
sølan hjá felagnum økist, umframt
at seinasta kundakanningin, ið var í
februar, vísir eina greiða framgongd í
áskoðanini, sum føroysku ferðafólkini
hava á prísirnar hjá felganum, sammett
við eina kundakanning í oktober 2014.
Her kann leggjast afturat, at kanningin
í februar varð gjørd eftir, at síðsti
parturin av broytingunum í prísum
og reglum varð almannakunngjødur
3. desember 2014 við ferðaseðlunum
TÍÐLIGA og ALTÍÐ, sum høvdu
við sær eina bíligari og greiðari
ferðaseðlaskipan.
NORÐ og SÓL
Ein annar týðandi partur av nýggju
strategiini er at arbeiða upp eitt
regluligt og støðugt rutunet millum
Føroyar, Noreg, Ísland og Stórabretland
– NORÐ-ruturnar.
NORÐ skal stuðla upp undir
vakstrar-møguleikarnar hjá føroyskum
vinnulívi, og hetta rutunetið skal eisini
verða til gleði fyri føroyska fólkið og
ferðafólk, sum ynskja at vitja Føroyar. Í
NORÐ-ferðaætlanini eru fýra fráferðir
um vikuna til Bergens, tríggjar til
Reykjavíkar og tvær til Edinburgh.
Aberdeen skuldi upprunaliga
verða partur av NORÐ-rutunum,
men ætlanin var endurskoðað, og
Edinburgh og stóri flogvøllurin har,
sum hevur fleiri fyrmunir, sammett við
Aberdeen, vóru vald í staðin. Edinburgh
er ein fyrimunur fyri ferðandi, sum
ynskja at halda frí í einum býi ella
ynskja eina samanseting av Edinburgh,
Skotlandi og øðrum ferðamálum.
Edinburgh hevur eisini nógv sambond
við aðrar flogvøllir sum t.d. London
City og London Heathrow, ið kunnu
gagna vinnulívinum.
Hóast vit hava raðfest leigutúrar
uttan fyri Føroyar lægri, so flýgur
Atlantic Airways framvegis føroyingar
beinleiðis til sól og summar. Í
summar eru Barcelona og Mallorca
í ferðaætlanini. Harumframt fingu
føroyingar møguleikan at atkvøða
um, hvat ferðamál Atlantic Airways
skuldi flúgva til nakrar ferðir í vár. Væl
umtókta Facebook-kappingin um eitt
ferðamál vísti á Sardinia, har nógvir
føroyingar fingu høvið at halda frí í vár.
Ein bonusskipan
Atlantic Airways styrkti 1. apríl
í ár samstarvið við EuroBonus,
samstundis sum Súluskipanin so
líðandi fer í søguna. Við øðrum orðum
fer Atlantic Airways frá tveimum
til eina bonusskipan, eins og longu
var boðað frá, tá nýggja kósin var
almannakunngjørd síðsta summar.
Ferðandi fáa Súlu-stempul til og við 31.
mars í ár, og Súlu-ferðir skulu brúkast
í seinasta lagi 31. mars 2016.
Atlantic Airways velur tættari
samstarv við EuroBonus, tí tað
er ein umfatandi bonusskipan, ið
kundarnir kunnu fáa fyrimunir av t.d.
við bonusferðum, tá teir ferðast við
Atlantic Airways, ella tá teir ferðast
víðari við eitt nú Star Alliance feløgum.
Vit royna at hava eitt so lagaligt
skiftistíðarskeið, sum gjørligt, eftir at
kundarnir í nógv ár hava verið vanir
við Súlu-skipanina. Kundarnir kunnu
brúka øll Súlu-stemplini sum lutvíst
gjald at keypa Súlu-ferðaseðlar,
áðrenn skipanin fer endaliga úr gildi.
Atlantic Airways hevur eisini valt at
lata skipanina fara so líðandi úr gildi
eftir einum heilum ári, hóast skipanin
sambært reglunum kann setast úr gildi
eftir trimum mánaðum.
Flotin
Atlantic Airways hevur trý Airbus
319 flogfør og tvær Bell 412 tyrlur í
flotanum.
Tað er yvirkapasitetur í Airbus-
flogførunum. Vit er framvegis bundin
at sáttmálanum upp á eitt flogfar, ið
varð leigað til at flúgva leigutúrar fyri
Atlantis Rejser til Egyptalands, og sum
hevur kostað felagnum fleiri milliónir
krónur. Í fyrstu atløgu hava vit tí valt
at flúgva NORÐ-ruturnar við Airbus
319 til heystið 2016. Hetta tíðarskeiðið
er tískil ein royndartíð at kanna eftir,
um grundarlag er fyri at útvega eitt
minni flogfar til NORÐ. Framvegis
verður hugt eftir, hvat annað slag
av flogfari kann verða hóskandi til
NORÐ-ruturnar.
Tey trý Airbus 319 flogførini eru
øll útgjørd við nýggju navigatións-
tøknifrøðini frá Airbus, RNP AR 0,1,
sum – saman við størri denti á rutu
flúgvingina – hevur havt við sær
munandi betri reglusemi og harvið
færri seinkingar. Eitt nú er stundvísið
í fráferðum, har seinkingarnar eru
minni enn fimm minuttir, økt átta
prosentstig, sammett við 2013, og
stundvísið í fráferðum, har seink
ingarnar eru minni enn 15 minuttir,
er økt fimm prosentstig, sammett við
2013.
Talan er um eina tøknifrøði
grundaða á GPS-skipanina, ið nú eisini
er sameind við vanligu ILS-skipanina
á flogvøllum, og sum samanlagt er
eitt sera neyvt tól til innflúgvingar
Eitt gott og hendingaríkt ár
Frágreiðing frá nevndini í Atlantic Airways til aðalfundin hin 9. apríl 2015