Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-09, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. apríl 2015síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. apríl 2015 sosialurin 40 31 og útflúgvingar. Sambært Airbus er Atlantic Airways fyrsta flogfelagið í heiminum at nýta RNP AR 0,1 og ILS sameint í eitt amboð til inn- og útflúgvingar. Atlantic Airway hevur í fyrstu atløgu lagað sameiningina av RNP AR 0,1 og ILS eftir Vága Floghavn, sum harvið er fyrsti flogvøllur í heiminum, har hesin framferðarháttur verður nýttur. Tey trý Airbus flogførini hjá Atlantic Airways kunnu sostatt t.d. flúgva lægri og í verri sýni inn á flogvøllin í Vágum enn áður. Atlantic Airways var fyrsta flog­ felagið í Evropa, sum fleyg við nýggju tøknifrøðini, tá felagið í 2012 keypti eitt nýtt Airbus flogfar. Tey trý Airbus 319 hjá føroyska flogfelagnum eru nú øll farin ígjøgnum eina gjølliga dagføring av RNP AR 0,1, og tað fekk Airbus í einum tíðindaskrivi í januar at staðfesta, at ”Atlantic Airways flýgur framkomnastu loftrúms tøknifrøði í Evropa”. Ein partur av nýggju strategiini hevur verið gjølliga at endurskoða tyrlutilbúgvingina. Atlantic Airways og landsstýrið hava við støði í hes­ um arbeitt við einum uppskoti um at endurnýggja tyrluflotan til ein nútíðarhóskandi, væl útgjørdan, framtíðartryggjaðan flota, sum skal verða við til at styrkja tilbúgvingina í Føroyum og innanoyggja flúgvingina. Tær báðar B412 tyrlurnar verða væntandi skiftar út við tvær nýggjar AW139 tyrlur. Umframt dagliga arbeiðið at røkja leiting, bjarging og innanoyggja flúgvingina, fegnast felagið um, at tyrludeildin summarið 2014 aftur fekk høvið at veita Statoil tænastur innan frálandavinnuna. Alment partafelag Í 2014 keypti Atlantic Airways megin­ partin av privatu partaeig­arunum, sum tilsamans áttu 33 prosent av partabrøvunum, út úr felagnum fyri tilsamans 68 milliónir krónur. Harvið áttu Atlantic Airways og Føroya Landsstýri 99,2 prosent av partapeninginum um ársskiftið, og felagið verður aftur eitt 100 prosent alment partafelag, tá ið seinastu partabrøvini eru keypt aftur í næstum. Støðan við einum triðingi í privatum partabrøvum var ikki haldgóð, tí smáu eigararnir og landsstýrið vóru bundin at hvørjum øðrum, uttan at partarnir høvdu nakran fyrimun av hesum, og tað var eitt haft um beinið á felagnum. Ein natúrlig avleiðing av partabrævakeypinum var, at Atlantic Airways varð tikið av keypsskálunum í Keypmannahavn og Reykjavík. Tað hevur borið við sær nógv meira frið í dagliga rakstrinum. Loftbrúgv til listafólk Atlantic Airways var í 2014 við til at stovna ein loftbrúgv til listafólk, sum breiða kunnleikan um føroyska mentan úti í heimi. Talan er um eina stuðulsskipan til flogferðir, sum er eitt samstarv millum Atlantic Airways, Norðurlandahúsið, Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðið. Skipanin verður í fyrstu syftu galdandi í 2015 sum eitt royndarár. Hetta fyrsta árið er tilsamans ein millión krónur settar av til ferðastuðul. Teir fýra stuðlarnir hava sett 250.000 krónur í part í skipanina. Endamálið er at spreiða út vitan í útlondum um føroyska mentan, og partarnir staðfesta við samstarvinum, at mentanin hevur alstóran týdning, tá Føroyar skulu lýsast uttanlands sum eitt livandi og spennandi samfelag. 3.000.000 ferðandi 28. november 2014 fór ferðafólk nummar tríggjar milliónir hjá Atlantic Airways um borð á Airbus 319 við kós ímóti Keypmannahavn. Atlantic Airways fleyg sín fyrsta túr 28. mars 1988. Ferðafólk nummar 500.000 fleyg við felagnum í juli 1998 – góð 10 ár eftir fyrsta túrin. Ferðandi nummar ein millión fór umborð í november 2003, og nummar tvær milliónir fleyg við flogfelagnum í mars 2010 – og sum nevnt, ferðandi nummar tríggjar milliónir fleyg við Atlantic Airways í november í fjør. Samanumtøka Atlantic Airways setur kundarnar í miðdepilin, og felagið skal upplivast sum eitt opið, munadygt og tænastusinnað rutufelag, sum á lønandi hátt støðugt lagar seg eftir tørvinum hjá kundunum og samfelagnum. Vit vilja vera nærri kundanum og leggja dent á eina góða kundauppliving, sum røkkur heilt frá bílegging av ferðaseðlum til eftir heimkomu. Tá talan er um vinnulívið, ynskja vit framhaldandi at vera í tættum samskifti um tørvin hjá vinnulívinum. Tað gongur støðugt og eftir ætlan at seta nýggju strategiina í verk, men ein strategi er ikki læst føst, og skuldi tað hent, at alt ikki gongur eftir ætlanini, so kunnu avgerðir sjálvandi endurskoðast. Tað er tó týdningarmikið at halda fast um, at Atlantic Airways fyrst og fremst skal tæna Føroyum og føroyingum. Atlantic Airways er komið heim. Atlantic Airways stendur – við dugnaligum starvsfólkum og tryggari støð í Føroyum – á sterkum undirstøði, og felagið er til reiðar at taka ímóti avbjóðingunum, sum liggja fyri framman.