hósdagur 9. apríl 2015síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. apríl 2015
sosialurin 40
34
Pól Jóhan Djurhuus
T
alan er um heimskenda
evangelistin og bóka
mannin George Verwer!
Missiónsfelgaskapurin
Operartion Mobilisation (OM)
hevur verið kendur í Føroyum
síðani miðskeiðis í sekstiárunum,
tá trúgvandi tannáringar í Føroyum
longu tá abonneraðu upp á mánaðar
lig spolabond frá Operaration
Mobilisation, har George Verwer
hevði sínar brandtalur um Missión
– hann var longu tá ein íblástur hjá
ungum fólkum í samkomunum í
Føroyum!
Ein íblástur
George Verwer hevur verið íblástur
hjá túsundavís av føroyingum, sum
ígjøgnum fleiri ára tíggir hava verið
ein partur av heimsumfatandi
missiónsfelagskapinum OM, annað
hvørt á landi ella umborð á einum
av teirra skipum, hvørs flota gamla
Norrøna er ein partur av og sum í dag
eitur Logos Hope.
Í Føroyum áður?
Tað hava áður verið gjørdar royndir,
frá privatari síðu, at fáa George Ver
wer til Føroyar, og tað einu ferðina,
fyri nøkrum árum síðani, hevði hann
sett Føroyar í kalendaran sum eina
fyribilsnotat, men av einari ella aðrari
orsøk eydnaðist tað ikki – men nú
er tími hansara komin, og hetta er
hansara fyrsta vitjan í Føroyum!
Sjáldsamur ENTUSIASTUR
George kom til trúgv sum ein blað
ungur lesandi, og gjørdist skjótt ein
habilur traktat- og bókaevangelistur.
Hann er framvegis ein forkempari
fyri útbreiðslu av prentaða orðinum,
hvørs megi hann trýr fult og fast
uppá. Men hann er ikki einans bóka
evangelistur, hann er sanniliga eisini
ein røðari av Guds náði. Hann er
støðugt á ferð runt um í heiminum,
har hann luttekur á stórum stevnum,
sum bæði er fyri ung og eldri, har
hann talar og undirvísir í Guds orði
við sama brennandi eldhuga, sum tá
hann var í tjúgunum.
Kann vera, at stílurin hjá George
ikki fellur í hakk hjá øllum, men
hann útstrálar eina forvitnisliga og
fangandi persónligheit, tá hann á
talarstólinum heilt suverent gevur
úttrykk fyri sínum innastu hugsanum
um andaliga tilstandin hjá Guds fólki
í dagsins forbrúkarasamfelag – miss
ikki høvið at hoyra henda Guds
mann; kanska hansara fyrsta og ein
asta vitjan í Føroyum!?
Hann er 76 ár í dag, men aldurin
darvar honum als ikki, hvørki tá hann
talar, ferðast ella leggur framtíðar
ætlanir, og aldurin sæst heilt avgjørt
ikki, tá hann letur seg í sín mest
yndaða jakka, sum er eitt heimskort
í øllum ælabogans litum – man kann
siga um George Verwer, at hann “ber”
allan heimin á sínum herðum, sum
hann sanniliga eisini ger í hjartanum!
Byrðan fyri evangelisering gjørdist
so stór hjá unga og nýfrelsta mann
inum, at hann stovnaði ein felgsskap
við tí endamáli at náa Europa við
evangeliinum ígjøgnum útbreiðslu
av lesnaði. Felgasskapurin fekk
seinni navnið Operation Mobilisation
(OM). OM varð stovnað fyri meira
enn seksti árum síðani, og er í dag
ein altjóða missiónsfelagsskapur við
ikki færri enn 6.000 trúboðarum, sum
eru spjaddir um allan heimin. Millum
4-500 av hesum eru umborð á Gomlu
Norrønu, Logos Hope – flestu av
hesum árum hava føroyingar verið við!
Føroyar 1983
Fyrstu ferð OM vitjaði í Føroyum við
einum av teirra skipum, var í 1983.
Skipið kallaðist Logos og var gamli
Umanak, sum í fleiri ár sigldi við
føroyskum fiskimonnum millum
Føroyar og Grønland. Eftir vitjanina
í Føroyum í 1983 kom OM at hava
meiri skipaði viðurskifti í Føroyum,
við tað at Gidda og Jørleif Vang vóru
sett sum OM-umboð í Føroyum undir
høvuðsleiðsluni, sum var í Danmark.
Tey umboðaðu OM í mong ár, og vóru
við til at hjálpa fleiri 100 føroyingum,
at koma í tænastu fyri Harran
innan Operation Mobilisation (OM),
annaðhvørt við einum av skipunum
ella á landi.
Sjálvstøðug umboðan
Seinastu árini hevur OM havt sjálv
støðuga umboðan í Føroyum, sum
er skipað við eini nevnd og eini
landsleiðslu. Nevndin er mannað
við limum úr ymiskum samkomum
í Føroyum, og tað eru hjúnini Anita
og Oddmar Tausen á Toftum, sum í
dag eru landsleiðarar.
Tað eru landsleiðslan og nevndin,
ið hevur bjóðað George Verwer til
Føroyar, og tey hava sett niður ein
bólk, sum hevur fyrireikað skránna,
sum kemur at vera ein tættpakkað
skrá. George kemur til Føroyar við
flogfari fríggjadagin 10. apríl, og longu
mánadagin seinnapartin fer hann av
landinum aftur.
Mánamorgunin verður samrøða
við George Verwer í upptøkuhølunum
hjá IKTUS í Søldafirði. Samrøðan
verður seinni send í IKTUS í viku
skiftinum 8 -10 mai.
Nevnd, landsleiðsla og fyrireik
ingabólkur lata heilsa, at tey gleða
seg til at síggja nógv fólk til møtini,
og vænta, at Gud fer at gera eitthvørt
stórt hesar komandi dagarnar.
Tey, sum vilja vita meira um vitj
anini eru vælkomin at seta seg í
samband við OM-Føroyar: telefon
219923 / info.fo@om.org / www.om.fo
gjaranes@olivant.fo
George Verwer í eyðkenda heimskort-jakkanum
Leingi hevur verið bíðað
– men nú kemur hann!
SKRÁ
FRÍGGJAKVØLDIÐ 10. APRÍL KL.20.00 Í BADMINTONHØLLINI Í
KLAKSVÍK:
George Verwer talar. Ymiskar framførslur verða við m.a. drama og
filmi, væl kryddað við vakra sanginum hjá Betesdakórinum. Bjóðað
verður til drekka aftaná. Møguleiki verður at vitja teir ymisku OM-
básarnar og stóru bókasøluna.
LEYGARDAGIN 11. APRÍL KL.10.00 Í SJÓNÁM Í KLAKSVÍK:
Nevnd og landsleiðsla bjóða til aðalfund hjá OM-Føroyar, sum verður
hildin í hølunum hjá Sjónám. Tey, sum eru limir í OM-Føroyar fáa eina
persónliga innbjóðing, men tann, sum ikki er limur kann tekna seg á
aðalfundinum. Eisini ber til at tekna seg á heimasíðuni: www.om.fo
ella teldupost: info.fo@om.fo
Á aðalfundinum verður formansfrágreiðing og roknskapur fyri OM-
Føroyar lagdur fram. Skipað verður eisini fyri bønarløtu, sum George
Verwer kemu at leiða.
LEYGARKVØLDIÐ 11. APRIL KL.20.00 Í BADMINTONHØLLINI Í
KLAKSVÍK:
Kvøldið verður býtt sundur í tvær løtur, har drekka verður millum
løturnar. George Verwer kemur at tala á báðum løtunum. Á fyrru løtuni
kemur sangbólkurin í KFUM&-K Solo Gratia at syngja; eisini koma vit
hoyra kenda bólkin T.O.S.
Seinna løtan verður nokk meiri “ungdómslig,” men fyrireikarnir siga,
at kortini eru allir aldrar hjartaliga vølkomnir, tí her verður eisini nakað
fyri tilkomna og eldra fólki at koma eftir.
Sunnudagin 12. apríl: George Verwer verður allan dagin í Tórshavn, og
kemur at tala á hesum støðum:
Kl.11.00 Gudstænasta í Oasuni í Hoyvík
Kl.18.00 møti í Ebenezer
Kl.20.30 felagsungdómsmøti í Meinigheitshúsinum
tíðindi