Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-09, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. apríl 2015síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. apríl 2015 sosialurin 40 35 Deyðsseyðamál einvíst lýst av Kringvarpinum Vilmund Jacobsen E yðun Berg, sum er løg­reglu­ maður, og sum saman við øðrum var á staðnum og kann­aði umstøðurnar í hús­inum við Stóravatn á Sandoynni, har 17 seyðir doyðu inni, heldur, at tíðinda­flutningurin serliga í Kring­ varp­inum um hetta mál hevur verið ógvuliga einvísur og ikki serliga neyvur. – Sjálvandi er hetta eitt ólukkuligt mál, ikki minst fyri tann, sum átti og misti seyðin og sum var burtur­ staddur, tá hendingin fór fram. Men, soleiðis sum hetta mál er viðfarið, hevur tað eftir mínum tykki fingið eina skeiva vend og hevur sett fólk í keðiligt ljós í einum lítlum samfelag. Ein av orsøkunum til, at hetta mál fekk eina skeiva vend, er eftir mínum tykki vantandi upplýsingar um faktu­ ellu støðuna við Stóravatn. Eyðun Berg sigur, at hann í hesum før­inum úttalar seg sum privat­per­ sónur og ikki sum løgreglu­maður. – Eg haldi tað vera órættvíst, at alt ikki kemur fram, og hetta ávirkar eisini mína rættarkenslu. Eitt er, at tað, sum hendi, ikki eigur at henda, men vanlukkuligi veruleikin er ein annar. Tá tað er sagt, haldi eg, at henda søgan er blást upp, tí týðandi vitan ikki kemur fram. Djóralækni út­ talar seg ógvuliga markant - uttan at kenna ítøkiliga málið, og hann dregur eftir mínum tykki forhastaðar niður­ støður. Eyðun vísir á, hvussu týðandi tað er í okkara lítla samfelag, at tíðinda­ flutningurin er kritiskur, men eisini sannur, tí í hinum endanum sita eis­ ini fólku sum vara av hesum. Tey vera dømd av »fólkadómstólinum« og ongantið fríkend aftur. – Fyrstu upplýsingarnir frá løg­ regluni um málið vóru, at talan var um svartastu óeydnu, sum hetta mál eftir mínum tykki eisini er. Eg var á staðnum og staðfesti hesa niður­støðu sum ta røttu. At man síðan byrjar at tosa um vanrøkt og brot á djóra­ verndar­lógina, eigur ikki at fylla so nógv, sum tað hevur gjørt. Tað flytir fokus, tí umstøðurnar vóru ikki so, at talan var um nakað brot. Tað var orsøkin til, at politiið ikki gjørdi meira við málið. Óneyvur tíðindaflutningur Men, hvørjir eru so manglarnir av týdningi fyri málið, sum eitt nú Kring­varpið einki gjørdi burturúr? spyrja vit Eyðun Berg. – Jú, eitt er, at talan er ikki um eitt seyðahús, og tí er tað eisini ópassandi at tosa um innrætning av seyðahúsið. Eisini var tað so, at hurðin á umrødda húsi gongur ikki inneftir, men úteftir. Eftir mínum tykki er heldur ikki komið nóg væl fram, at ein stórur og tungur steinur lá fyri hurðina, sum var opin úteftir. Eftir øllum at døma hevur ein hørð hvirla fingið fatur í hurðini, sum tíverri er blást aftur og er farin inn um karmin, soleiðis at hon var føst – júst, tá seyðurin var inni. Hetta sigur eitt sindur um náttúru­kreftirnar. Eyðun Berg, sum eisini er royndur í leikum úti í náttúruni, bæði í góðum og ringum veðri, vísir á, at tann, sum er í náttúruni í øllum veðri, veit, hvørjar kreftirnar eru. – Eg skal ikki gera meg klókan upp á seyðahald, hóast eg havi fing­ ist nakað við seyð, um eftirlit eigur at vera við seyði, sum annars gongur frítt í fjøllunum. Í hesum føri liggur lend­ið lágt og lætt er at koma framat seyð­inum. Seyður gongur frítt í skorum. Har er ikki møguligt at fylgja seyð­inum dagliga. Tí verður trupult at prakti­sera lógarkravt eftirlit. Hin­ vegin skal eingin ivi vera um, at kríatúr treytaleyst skulu viðfarast væl. Eyðun vísir á, at eigarin um allan heim kann fylgja við veðrinum og seta fólk á uppgávuna, og í hesum føri hevði eigarin fólk, hann kundi ringja til. Hann heldur, at eigarin í hesum føri er illa viðfarin, og at tað hevði »klætt« KvF og djóralæknanum at biðið um umbering fyri forhastaðar niður­støður. – Eigarin sjálvur líður stóran fíggjar­ligan miss til komandi heyst. Hann hevur mist 17 seyðir og kanska eini 10-15 lomb, sigur Eyðun Berg at enda. vilmund@sosialurin.fo – Eftir mínum tykki er tað órættvíst, at eitt slíkt mál verður lýst so einvíst, og hetta ávirkar eisini mína rættarkenslu. Søgan um deyðu seyðirnar við Stóravatn er blást upp, tí týðandi vitan ikki kemur fram, sigur Eyðun Berg, løgreglumaður, sum í hesum førinum úttalar seg sum privatpersónur »Eigarin sjálvur líður stóran fíggjar­ligan miss til komandi heyst. Hann hevur mist 17 seyðir og kanska eini 10-15 lomb« – Eg skal ikki gera meg klókan upp á seyðahald, men tað ávirkar mína rættarkenslu, at alt ikki kemur fram í einum slíkum máli, áðrenn fólk úttala seg, sigur Eyðun Berg. Myndir: Vilmund Jacobsen