Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-09, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. apríl 2015síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. apríl 2015 sosialurin 40 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 40 Aðalfundur í BLF Aðalfundurin hjá BLF verður fríggja­ dagin tann 17. apríl 2015 kl. 17.00 á Parnassinum í Hotel Hafnia. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Aftaná aðalfundin bjóðar felagið ábit og okkurt at drekka. Vinaliga Nevndin proklama Øll, sum hava krøv í búnum eftir Andreu Fredrikku Hansen, Mørkin 32, FO-530 Fuglafjørður, fødd tann 16.05.1923, deyð tann 30.11.2014, og fyrr deyða hjúnarfelaga Martin Erhardt Hansen, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til Advokatfealgið, Petur Even Djurhuus, advokatur, Yviri við Strond 4, FO-100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 10/2015, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grunda á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 18. marts 2015 Vilt tú ráðgeva fakfelagsrørsluni? Føroyska samfelagið hevur framúr møguleikar og samstundis stórar avbjóðingar, sum føroyski arbeiðstakarin er týdningarmikil partur av. Fimm fakfeløg økja nú samstarvið og vilja við hesum, sum umboð fyri arbeiðstakarar, gera enn meira fyri at menna Føroyar og føroyska samfelagið í mun til rættvísi, rættindi, møguleikar og trivna. Samstarvið umfatar Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, og Starvsmannafelagið. Í hesum sambandi verður søkt eftir einum ráðgeva til eitt verkætlanarstarv fyri tey fimm feløgini. Yvirskipaða endamálið er at arbeiða fyri at fremja útvald, felags áhugamál hjá limunum í feløgunum. Ráðgevin skal, í samstarvi við forkvinnunum/- monnunum í feløgunum, velja og nágreina, hvørjum felags áhugamálum arbeiðast skal við og hvussu. Uppgávurnar umfata m.a.: • At greina samfelagsviðurskifti av fakfelags- politiskum áhuga • At greina samfelagsviðurskifti av týdningi fyri einstaka arbeiðstakaran • At skapa álítandi dátagrundarlag í mun til fakfelagspolitiskar spurningar • Leiklut sum sparringspartnari í mun til at menna fakfelagspolitiskir strategispurningar • At menna og útinna kunningarætlanir Førleikar Umsøkjarin má vera sterkur í at arbeiða sjálvstøðugt, hava gott samfelagsinnlit og politiskt tev. Krav er, at umsøkjarin dugir at finna fram upplýsingar og gera greiningar, harumframt at samskipa vitan frá ymsum pørtum og at framleiða skrivligt tilfar. Starvið er ein týdningarmikil liður í at styrkja, menna og sameina føroysku arbeiðstakararnar. Talan er um eitt verkætlanarstarv – í fyrstu syftu planlagt sum eitt fulltíðarstarv í eitt hálvt ár. Lønar- og setanartreytir sambært avvarðandi sáttmála. Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við skrivaran hjá fakfelagssamstarvinum, Annu Johannesen, t-post: anna@starvsmannafelag.fo, fartelefon 28 48 68. Umsóknarfreistin er mánadagin 11. mai, 2015 kl. 12.00. Starvssamrøður verða hildnar í viku 21. Byrjan skjótast gjørligt, upplagt 1. juni, 2015. Umsókn við CV, prógvum v.m. skal sendast við telduposti til: anna@starvsmannafelag.fo. eblaðið sos.fo Tel. 56 30 30 • dygdarverk@gmail.com v/Jens Kristian Hansen Bygningssnikkari Teitur Vágadal sjúkrarøktarfrøðingurSambands flokkin Í jan/feb 2010 sendi eg um­ sókn inn til Fróð­skapar­ setur Føroya. Hevði hugsað meg um í nakrar mánaðir og var so komin til eina niður­støðu. Eg fór at søkja inn til sjúkra­ røktarfrøðing. Eftir 11 ár sum ar­beiðs­mað­ur, kendi eg tað røttu tíðuna at skifta yrkisleið. So var bara at bíða heilt til juli mán­aða, áðrenn eg fekk svar um upp­tøku. Og lukkuvís varð eg upp­tikin. So stóð bara eftir at finna útav, hvussu hetta fór at hilnaðst. Hevði valt eitt sindur øðrvísi yrkisleið fyri mítt kyn, men sá eg eina meining í tí. Og rættiliga skjótt í útbúgvingini, fann eg útav at hetta var altso besta valið fyri meg. Á skúlabonk Áðrenn útbúgvingarbyrjan var ymiskt praktiskt, ið skuldi fáast á pláss. Fígging, tann týðningarmiklasti parturin, bøkur, arbeiði við síðuna av og ymiskt annað. Lukkuvís hava vit í Skandi­ navien eina heilt fantastiska útbúgvingar­skipan, har vit næstan fáa útbúgvingina ókeypis. Studningur, hóast hann ikki er serliga stórur, ger neyð­ugan mun. Og møguleiki er at taka lestrarlán, sum eg so gjørdi. Fekk arbeiði nokk so skjótt, var tað tó ikki lesn­aðar­rele­vant. Tað kom seinni. Í endanum á fyrsta árinum fekk eg avloysarastarv á Tjarna­garði, ið eg hevði restina av lestrartíðina og eitt sindur aftaná lokna lesturin. Har lærdi eg beinavegin at praktisera tað ástøði lesturin gav mær. Tað hevur hjálpt mær, nú tá eg endiliga arbeiði, sum sjúkrarøktarfrøðingur á Suðuroyar Sjúkrahúsið. Ástøði er gott, men ger ikki so nógv uttan tað praktiska. Útbúgvin er íløga, ikki rakstur! Hyggja vit eftir fíggjarlógini, sæst at eg havi kostað land­inum 100.000 kr um árið. Haraftrat skal takast studn­ingur á kr 41.965 árliga við eisini. T.v.s. eg undir útbúgving havi kostað landinum heili 600.000 kr. Tað er sjálvandi ikki smápeningur, og kann eg gleð­ast, at vit sum land hava valt at stuðla øll tey, ið útbúgva seg. Eg hevði nokk ikki havt ein livandi kjans, fyri at sjálvur at gjalda heili 600.000 kr. Hetta er eitt, ið ger at eg fegin gjaldi skatt. Tí eg veit hvat peningurin fer til. At lyfta fólk upp, við at geva teimum serstakar før­leikar og lyfta tey upp á eitt hægri lønarstøðið. Hagtøl vísa at faklærd eru minni arbeiðsleys enn ófaklærd. Danir hava víst á at lívsinntøkan hjá faklærdum gerst væl størri. Og tað merkir meira skatt­ur til landið. So við at landið brúkar pening uppá út­búgving, fær tað peningin fleirfaldað aftur seinni, í hægri inntøkum hjá fólki. Meira til útbúgving! Síðani 2010 eru øll skikkaði tikin inn á miðnámsskúlar og hevur Fróðskaparsetrið tikið eini 200 lesandi inn á hvørjum ár. At Setrið tekur inn á hvørj­um árið, skuldi verið ein sjálv­fylgja, men tað hevur tað ikki verið, so broytingina kunnu vit gleðast um. Hagtøl í Føroyum vísa fyri árgangirnir 20-42 ár eitt undir­ skot millum 200-400 fólk per árgang. Nógv er tosað um hetta evni, so tað latið eg bara tala fyri seg. Átøk eru neyðug, tað vita vit. Álitið um Fólkaflyting og fólkavøkstur frá 2013 vísur á at neyðugt er at brúka nógv meira pening uppá útbúgving. Hetta tí ung vilja útbúgva seg, og tað ynski hevur verið síðani kreppuna í 90unum. T.d. varð mett í álitinum, at Setrið skuldi fáa 33 mill meira um árið fyri árini 2014-16. Hetta hevði givið fleiri út­búgvingartilboð og fleiri lesandi, og í síðsta enda færri , ið søktu sær til Danmarkar og aðra staðins út í heim. So tað liggur ein stór av­ bjóðing fyri framman. Og sum flestum kunnugt hava landsins valdu ikki valt at fylgja álitinum ”Fólkaflyting og fólkavøkstur”, heilt fíggjar­liga altso. Hetta er ein katastrofa, tí Føroyar bløða framvegis ung­ dómin, ið er okkara hjartablóð, út. Bara fyri útbúgvingina til sjúkrarøktarfrøðing hava eini 70 søkt árliga seinastu 3 árini, og sleppa tað bert 22 inn á eitt lestrarhold. Klárt er grundarlag fyri at taka 44 fólk inn, og tørv­ ur er eisini á tí. Nærverkið staðfesti í 2009, at tørvur fór at verða á eini 400-600 nýggjum heilsustarvsfólkum fram til 2015. Men einki er tíanverri gjørt fyri at fáa fleiri starvsfólk, tvørturímóti, spart er. Eg kann bert fegnast um at eg var so heppin at verða upptikin til sjúkrarøktarfrøðislestur. Men veruleikin er, at tað eru fleiri, ið á hvørjum árið fáa noktandi svar, hóast tørvur er á teimum. Mítt egna felag hevur víst á tørvin á fleiri sjúkra­røktar­ frøðingum. Tað er mítt ynski at enn fleiri kunnu kenna sama takksemi, eg havi til Føroya tjóð, fyri at veita mær hesa lívsbroytandi útbúgving. Takk Føroyar, og lat okkum hjálpa víðari og meira á út­ búgvingar­økinum. Takk fyri útbúgvingina! kjak www.gevidblod.fo