hósdagur 9. apríl 2015síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. apríl 2015
sosialurin 40
41
ítróttur
Tróndur Arge
T
að verður ikki til nak
að fótbóltsævintýr hjá
føroyska kvinnulandslið
num á hesum sinni. Eitt
2-0 tap í fyrsta dystinum fyri Georgia
vísti seg, at verða mønustingurin á
hesum sinni. Hóast okkara vunnu
8-0 á Andorra og 4-2 á Malta, so stóð
Georgia eftir sum samlaður vinnari
í undanbólki 2. Hevði føroyska liðið
vunnið við fýra málum í gjár, so
høvdu tær komið víðari. Somuleiðis
um tapið fyri Georgia var eitt mál
minni enn tey 2-0, ið tað endaði við.
Vit eru vónbrotin og tað tekur
helst nakað av tíð, áðrenn vit koma
við frá hesum. Vit spældu ein góðan
dyst í dag og høvdu møguleikar at fáa
málini, sigur Jón Pauli Olsen, venjari
hjá kvinnulandsliðnum.
Føroyska liðið fekk eisini eina
góða byrjan, og longu tá eitt korter var
spælt, var støðan 2-0 til Føroyar. Mál
skjúttar vóru Rannvá B. Andreasen
og Milja Simonsen. Men stutt fyri
hálvleik minkaði Malta um munin,
og fýra minuttir eftir hvíldina stóð á
jøvnum 2-2.
Men okkara hildu fram við at
stríðast, og lítla løtu seinni skoraði
Heidi Sevdal til 3-2, og tá vanliga leik
tíðin var farin, økti Heidi til 4-2. Eitt
stórt trýst varð nú lagt á maltesiska
málið, og tað var eisini heilt nær við,
at forloysandi skoringin kom í yv
irtíðini. Men skotið frá Rannvá B.
Andreasen brast á tvørtræið
Tí vann Georgia bólkin
Føroyar, Georgia og Malta endaðu øll
við 6 stigum.
Tí var neyðugt at gera innanhýsis
uppgerð millum tey trý liðini fyri at
finna endaligu støðuna (dystirnir
ímóti Malta vóru ikki við í hesi upp
gerð).
Øll trý londini høvdu 3 stig í inn
anhýsis dystum og stóðu á jøvnum.
Síðani vóru málini í innanhýs
isdystum tald. Her hevði Georgia
málmunin +1 (2-0 ímóti Føroyum,
1-2 ímóti Malta), Føroyar hevði 0 (0-2
ímóti Georgia, 4-2 ímóti Malta), og
Malta hevði -1 (2-1 ímóti Georgia, 2-4
ímóti Føroyum).
Harvið endaði Georgia fremst í
bólkinum.
Høvdu Føroyar fingið 2 mál aft
urat ímóti Malta ella tapt við einum
máli minni ímóti Georgia, vóru Før
oyar komu víðari.
Avboð ger mun
Føroyska liðið hevur verið serliga
hart rakt á málmanspostinum, har
Randi S. Wardum er givin. Hon hev
ur verið í einum flokki fyri seg. Tá so
bæði Bjarta O. Johansen, sum spælir
FM finalur við Kyndli og Anna S.
Hansen, sum spældi flogbóltsfin
alur við SÍ ikki vóru við til fyrsta
dystin. Í samrøðu við Rás2 tóktist
landsliðsvenjarin ilskast inn á, at
kvinnulandsliðsfótbólturin ikki kom
í fyrstu rekkju.
– Eg vóni í framtíðini, at tað verða
fleiri, sum taka landsliðsfótbóltin
meiri seriøst, sigur Jón Pauli Olsen
og leggur afturat, at hann metir at
úrslitið kundi verið øðrvísi um eitt
nú fyrsti málverjin var við frá byrjan.
Anna S. Hansen spældi ikki fysta
dystin ,tí hon spældi flogbóltsfinalu
við SÍ.
Ongar uppgávur
fyri framman
Seinast eydnaðist at vinna seg víðari
til EM undankappingina, har Føroyar
millum annað fingu stig móti Bosnia
Herzogovina og Norðurírlandi.
Hetta er ein fín kapping, men
trupulleikin er at liðini, sum ikki
koma víðari hava ongar dystir með
an undankappingin er. Tað er ikki
mennandi fyri nakran, sigur Jón
Pauli Olsen.
Sostatt tykist kvinnulandsliðið
dett eitt sindur niðurfyri í eina tíð,
nú ongin kapping er á skránni.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur Føroyska kvinnulandsliðið gjørdust akkurát ov stuttar
til at koma í EM undankappingina á hesum sinni. Í undankappingini
til undankappingina endaðu Føroyar, Georgia og Malta øll á seks
stigum. Tað endaði við, at Georgia var eitt mál betri enn okkara
Eitt mál frá
endaspælinum
Georgia – Føroyar 2-0 (1-0)
1-0 Matveeva, 22
2-0 Chichinadze, 89
Føroyar – Andorra 8-0 (2-0)
1-0 Rannvá B. Andreasen, 20
2-0 Rannvá B. Andreasen, 45+1
3-0 Heidi Sevdal, 49
4-0 Heidi Sevdal, 69
5-0 Fríðrúnn Danislen, 69
6-0 Rannvá B. Andreasen, 83
7-0 Rannvá B. Andreasen, 90+2
8-0 Lív F. Arge, 90+3
Malta – Føroyar 2-4 (1-2)
1.1 Rannvá B. Andreasen, 13
1.2 Milja Simonsen, 15
1-2 Carabott, 39
2-2 M. Borg, 49
2-3 Heidi Sevdal, 53
2-4 Heidi Sevdal, 90
Bólkur 2:
1. Georgia 6(stig) +8
2. Føroyar 6(stig) + 8
3. Malta 6(stig) +1
4. Andorra 0(stig) -17