hósdagur 9. apríl 2015síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. apríl 2015
sosialurin 40
42
ítróttur
Jákup Mørk
T
að var eingin ivi um, hvør
var við yvirlutan í fyrstu
FM-finaluni
millum
Kyndil og Neistan.
Mest sum beinanvegin skrædnaði
millum liðini, og tá Kyndil spakuliga
byrjaði at koma fyri seg, hevði Neistin
longu vunnið sær eina somikið triva
liga leiðslu, at talan gjørdist um sera
bratta mótbrekku hjá teimum grønu.
Tómgongd í 20 minuttir
Fyrstu lítlu løtuna av dystinum
brúktu báðir partar til at fáa tamar
hald á nervunum. Bæði Tomma og
Fríða Petersen høvdu í hvør sínum
enda nakrar frálíkar bjargingar, men
tað var Neistin, sum fyrst fekk hol á.
Og so gekk tað bara ein vegin. Ein
partur av uppskriftini hjá Kyndli var,
at tær skuldu tackla Milicu Rankovic,
áðrenn hon fekk møguleika at koma
upp í ferð inn móti verjuni. Hesin
parturin av verjuspælinum riggaði
væl, men tað eydnaðist ofta hjá teim
um bláu at gera sær dælt av holunum,
sum hetta gav longur inni í verjuni.
Og fyrst og fremst kundi Kyndil takka
eini stórspælandi Tommu Petersen
fyri, at dysturin ikki skrædnaði full
komuliga longu hetta fyrsta korterið.
Heldur ikki í álopspartinum gekk
serliga væl hjá Kyndli. Fyrst og fremst
gekk álopsspælið ov seint. Tað bar við
sær, at tað sjáldan eydnaðist at spæla
tunt og harvið fáa Turið A. Samuelsen
og Ásleyg Súnadóttir í vanligu eyð
kendu leiklutir sínar. Hartil stóð
Fríða Petersen ein branddyst. Tá
hon ger tað, er eingin ivi um, hvør er
besti málverjin í landinum. Eitt var, at
hon soleiðis tók broddin av teimum
skotroyndum, sum Kyndil hóast alt
kom til. Annað var, at bjargingarnar
eisini vórðu fylgdar upp av neyvum
útkøstum, og so varð revsingin hjá
Kyndli dupult í fleiri førum.
Og so taldi tað heldur ikki rætta
vegin hjá Kyndli, at Randi S. Wardum
mátti av vøllinum við skaða um
miðjan fyrra hálvleik. Hon beit pín
una í so og kom aftur á vøllin, men
tá var mótbrekkan nærum vorðin til
eitt forberg.
Neistin las uppá
Í royndunum at venda dystinum
royndi Kyndil seg í løtum við 3-3 verj
uni, sum riggaði so væl, tá tær fyri
lítlum mánaði síðani vunnu granna
uppgerðina.
Hesa ferð hevði Neistin tó lisið
uppá, og hóast slík verja ikki leggur
upp til tað heilt vakra hondbólts
spælið, so gav hetta møguleika hjá
Neistanum at renna ígjøgnum fleiri
ferðir. Enntá somikið ofta, at hevði
Tomma ikki havt nakrar bjargingar
móti púrasta blankum mótspælarum,
hevði munurin verið eini 2-3 mál
størri í steðginum.
Eftir steðgin varð setningurin hjá
Kyndli at renna aftaná. Tað megn
aðu tær væl eina løtu, og smáar 10
minuttir undan leikloki var mun
urin komin niður á trý mál. Milica
Rankovic noyddist eina løtu av vøll
inum, tí vøddaskaðin í tjúkkanum
argaði aftur, men hóast hon helst
hevði havt betri av at hvílt seg, so
varð hon send á vøllin sum skot
hóttan eina løtu afturat, at lønina
fekk Neistin eisini. Tað eydnaðist at
punktera tepru Kyndilsvónina, og so
kundi sigurin koyrast heim.
Mugu skora meira
Stóri glottin hjá Kyndli eftir steðgin
var Marianna Geirsdóttir Eystberg.
Hon er júst fylt 17, og kropsliga kundi
og skuldi hon kansa havt trupulleikar
av Neistaverjuni. Skotstyrkin er tó
somikið góð, at hon fær skotið úti
frá, og valdi tær bláu at koma út at
tackla, hevði hon eisini skjótleikan
til at smoyggja sær ígjøgnum. Hetta
í sjálvum sær var ikki nóg mikið hjá
Kyndli, og tað er eisini ov nógv at
leggja á herðarnar á einum somikið
ungum spælara, men fær hon í størri
mun stuðul frá liðfeløgunum undan
næsta finaludystinum, so kann
Kyndil koma upp á tey 25 málini ella
so, sum helst eru neyðug, um talan
skal verða um tríggjar FM-finalur.
Hondbóltur 39 ferðir hava kvinnurnar hjá Neistanum vunnið FM-gull. Eftir
sigurin á Kyndli mikukvøldið kann rundi dagurin gerast veruleiki leygardagin
Neistin hevur
hondina
á steypinum
Fyrra kvinnufinalan