Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-09, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. apríl 2015síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. apríl 2015 sosialurin 40 43 Neistin - Kyndil 27-20 (15-9) 10 min: 4-2 20 min: 8-4 40 min: 19-13 50 min: 21-17 Málskjúttar Neistin: Milica Rankovic 7(3), Birita Jacobsen 5, Bára Hansen 5, Birita Wardum 3, Eir Berg 2, Marjun Danberg 2, Jacklin Durhuus 2, Unnur Danielsen 1 Kyndil: Marianna G. Eystberg 7, Anna Brimnes 5(1), Anna Sofía H. Mohr 2, Bjarta Johansen 2, Randi S. Wardum 2, Bára K. Hansen 1, Ásleyg Súnadóttir 1 Brotskøst: Neistin 4/3, Kyndil 2/1 Útvísingar: Neistin 3, Kyndil 3 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Thomas Juel Thomsen – Vit fáa ikki álopspartin at koyra, og í verjupartinum halda vit ikki tær føstu avtalurnar, er hon skjót at staðfesta, tá vit spyrja, hví byrjanin hjá Kyndli í dystinum var somikið vánalig. – Fyrst og fremst, so eru vit ikki nóg beinleiðis í álopsspælinum, og tá tú so kemur fleri mál afturum, er tað tungt at vinna seg aftur. Vit koma tó upp á trý mál einar tíggju min­uttir fyri leiklok, men so fer tað aftur at halta við avtalunum, og tá revsa tær okkum. Við bara trimum døgum til næsta finaludystinum nyttar lítið hjá Kyndils­kvinnunum at seta seg at gráta, og tað er heldur ikki hetta, sum liggur fremst í huganum hjá Randi. – Vit skulu sjálvandi geila okum sjálvar upp, so vit eru klárar til leygar­dagin. Tað ræður um at koma víð­ari skjótt, tí tað eru framvegis tveir finaludystir eftir. Tað eri eg púr­asta vís í, sigur Randi S. Wardum. jakup@sosialurin.fo – Fyrst og fremst, so vóru spæl­ arar­nir mentalt klárar at spæla ein finalu­dyst. Hartil høvdu vit eisini fyrireikað okkum væl, og eitt nú vóru vit til reiðar, tá Kyndil eina løtu royndi seg við eini sera offensivari verju. Sigurin mikukvøldið er tó bert fyrsta av upp til trimum settum, og Flemming er fullgreiður um, at gullið langt ífrá er vunnið. – Eg vóni og vænti, at vit fara at avgera tað leygardagin. Hjá okkum ræður um at halda momentum frá hesum dystinum halda fram, og so mugu vit sjálvandi fyrireika okkum eins væl, sum vit gjørdu í dag. – Tí eg ivist ikki í, at Kyndil fer at royna seg við onkrum nýggjum vápn­um leygardagin, men vit hava eis­ini onkrar variantar í stoypi­ skeið­ini, so tað er nóg mikið at tak­ ast við til venjingina hóskvøldið, sigur Flemming Raben, sum roknar við, at Rankovic er til reiðar at spæla leygar­dagin. – Hon hevur trupulleikar við eini fipur í legginum, men vit gera tað, sum vit eru ment til leygardagin. Og eg ivist ikki í, at hon eisini spælir tann dystin, sigur Flemming Raben. jakup@sosialurin.fo Randi S. Wardum hevur í alt ár verið ein av lyklaspælarunum hjá Kyndli, men eins og liðfelagarnir mátti hon mikukvøldið ásanna, at avrikið á degnum ikki var nóg gott Flemming Raben, sum hevur verið partur av venjaratoyminum hjá Neistanum í alt ár, var sum vera man sera væl nøgdur um avrikið hjá sínum spælarum í finaludystinum mikukvøldið Undan FM finaluni fór leysasøgur at ganga um, at Neistin hevði sagt Palla Joensen upp sum venjara Mugu vera meira beinleiðis Mentalt klárar Palli skumpaður til síðis Myndir: Álvur Haraldsen Tróndur Arge H ann hevur staðið á odda fyri liðnum saman við Flemming Raben. Ongin vil siga nakað um hend­ing­ina, men stutt undan final­ uni bleiv Sigrun Mikkelsen tengt aftur­at venjaratoyminum. Síðani valdi heimasíðan hjá Neistanum orðingina »samstarvið við Palla er steðgað«. Til finaluna miku­kvøldið var Palli Joensen mill­ um Neista áskoðararnar, men ikki ein partur av venjaratoyminum. Her vildi Palli ikki gera viðmerkingar til støð­una. Í heitum kjaki á Facebook bólk­ inum, Hondbóltskjak, har flest øll í føroyska hondbóltsheimiunum eru limir, skrivaði Palli soljóðandi til gitingarnar: »Vist skulu tit fáa svar og ikki bara gitingar, men beint nú hevur liðið ella hópurin mína fremstu raðfesting, og hana vil eg ikki órógva. Kom so Neistin – lat okkum í felag taka seinasta fetið!!!!!!!!!!!!!!!!!!« Søgurnar ganga Tá ongin frágreiðing fylgir, eftir eina slíka stóra hending, so koma giting­arnar av sær sjálvum. Keldur hjá Sosialinum siga seg vita, at Palli fríggjadagin undan FM final­uni bleiv skumpaður vekk sum høvðus­ venjari. Heldur skuldu Flemming Raben saman við Sigruni Mikkelsen standa á odda fyri liðnum til av­ger­ andi FM finalurnar. Hesum vildi Palli ikki ganga við til og fór tí sín veg. Hvat síðani er hent er óvist, men Palli hevur við víst bæði í almennum kjaki og á áskoðaraplássunum, at hann framvegis hevur úrslitini hjá kvinn­unum fremst í huga. Meðan bíðað verður eftir eini frágreiðing, so tykist Neistin ikki var órógvað meiri enn neyðugt. Neistin vann sannførandi á Kyndil 27-20 í fyrstu FM finaluni. trondur@sosialurin.fo Fyrrverandi Neista- venjarin mitt í rokanum.