hósdagur 9. apríl 2015síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. apríl 2015
sosialurin 40
44
ítróttur
Tróndur Arge – Hoyvík
Í
seinastu sekundunum royna
hoyvíkingar at fáa útjavnandi
málið. Tað blívur ongantíð til
eitt skot, tí verjan hjá vest
menningum stendur fyri. Tað endar
við, at H71 fær fríkast, tá tíðn er farin.
Har stendur so Hilmar Leon
Jacobsen við bóltinum í hondini.
Vegurin fram til málið og útjavnandi
málið, sum hevði givið hoyvíkingum
møguleikan at vunnið FM gull við
sigri leygardagin, er blokkeraður av
einum gulum manngarði.
Vónin hjá H71 er ein ungur maður,
sum skal skjóta eitt standandi skot
fram við einum manngarði mannað
við millum annað Sámali Joensen
og Heina Hanusarsyni. Hilmar Leon
roynir at senda skotið framvið mann
garðinum, men rakar í armarnar á
Sámali Joensen.
Í sekundunum eftir skotið renna
fegnir vestmenningar inn á vøllin,
meðan vónbrotnu hoyvíkingarnar
mugu ásanna, at hetta verður torført.
Stúgvandi full høll
Tað var ein stúgvandi full høll í
Hoyvík, sum var karmur um fyrstu
FM finlauna. Undan dystinum vóru
vestmenningar mettir sum favorittar,
eftir at teir vunnu steypagullið fyrr í
ár, umframt at teir hava verið stinn
ast í landskappingini.
Hetta sást ikki á máltalvuni, tá
farið var til hálvleiks, men á vøllinum
hómaði tú, at VÍF mundi hava munin.
Teir gjørdu færri feilir og tóktist hava
gott tamarhald á bóltinum.
Hoyvíkingar royndu at seta skjótt
í gongd, tí VÍF skiftir tveir mans frá
álopsstøðu til verjustøðu. Hetta
eydnaðist til eitt vist. H71 megnaði
hvørja ferð at vinna seg innaftur á
VÍF, tá gestirnir fóru tvey ella trý
mál framum.
H71 tekur ikki av
Eins og í fyrra hálvleiki, so var VÍF við
yvirluta at kalla allan seinna hálvleik.
Í løtum var munurin upp í trý mál
og vestmenningar vóru á bóltinum,
meðan tað í øðrum førum vóru
hoyvíkingar, sum vóru um reppið at
leggja seg á odda.
Fimm minttir fyri tíð bragdar. H71
kemur á odda 20-19. Í nøkur fá sekund
H71 í dreymalandi. Teir hava endiliga
lagt seg á odda í dystinum, men bara
fá sekundir seinni javnar Filip Jojic.
– Tað iðrar okkum, at vit lata teir
skora nøkur løtt mál, har vit gera
persónlig mistøk í vejruni, sigur
Halgir Dahl Olesen, hjálparvenjari
hjá H71.
Ingi Olsen, venjari hjá VÍF, fegnast
hinvegin um, at tað eydnaðist VÍF at
køva H71 so skjótt, eftir at teir komu
á odda.
Agnar avgerð
Avgerandi málið skorar Agnar
Joensen, tá hann enn eina ferð blív
ur spældur leysur á strikuni. Við
hansara fimta málið sendi hann
vestmenningar og VÍF á sigurskós.
Agnar gekk á odda saman við Heina
Hanusarsyni og Filip Jojic fyri VÍF.
VÍF hevði fleiri álop, har teir fluttu
bóltin runt leingi og leitaðu eftir
møguleikum. Tað tóktist taka orkuna
frá hoyvíkingum, sum gjørdu fleiri
persónlig mistøk.
– Vit vita, at H71 verjir á ein hátt,
sum kostar nógva orku. Tí ætlaðu vit
at spæla bóltin nógv runt og fáa teir
at renna aftaná. Tað riggar partívs
væl og tað gav pláss á strikuni til
millum annað Agnar Joensen, greiðir
Ingi Olsen frá.
Í H71 leguni ásannar tey eisini, at
tað var orkan, sum helst gekk undan.
– Vit verja á ein hátt, sum krevur
nógva orku og fokus. Tá vit blíva
troyttir, so gera við persónlig mistøk,
har eitt nú ikki telja rætt upp í verjuni,
sigur Halgir Dahl Olesen.
VÍF ræðist ikki
favoritt leiklutin
VÍF var mettur sum favorittur, at
vinna FM undan fyrstu FM finaluni.
Tann favoritt leikluturin er ikki blivin
minni, eftir sigurin mikukvøldið. Ingi
Olsen ásannar eisini, at tað er eitt
heitið teir mugu liva við.
– Øll hava gjørt okkum til favo
rittar, so tað slepst nokk ikki undan
at vit verða gjørdir til favorittar nú.
Tað ávirkar ikki okkum, sigur Ingi
Olsen at enda.
Tað skal ein bjartskygdur hoy
víkingur til, at trúgva upp á FM heitið
2015. H71 hevur tapt allar dystirnar
móti VÍF hetta kappingarárið. Men
tað er júst í tí statistikkinum, at hoy
víkingar leitað eftur vónini.
– Fyri hvørja ferð vit tapa móti
VÍF, so er sigur eitt nærri. Tað er
avmarkað hvussu oftani vit kunnu
tapa móti vestmenningum upp í slag,
sigur Halgir Dahl Olesen eitt sindur
brosandi at enda.
VÍF er eitt blátt og gult fet frá at
vinna greipuna 2015. Vinna teir ella
spæla javnt leygardagin, so FM gullið
aftur í Vestmanna.
trondur@sosialurin.fo
Hondbóltur VÍF vann lítlan, men stóran sigur á H71 í fyrstu
FM finaluni. Vestmenningar vunnu tepurt 25-24, men við sigrinum
er VÍF eitt stórt fet nærri greipuni. Vestmenningar hava nú
tveir møguleikar at tryggja sær FM gullið á heimavølli
Eitt gult
og blátt fet
frá greipuni
Fyrra mansfinalan
Myndir: sigmar mørkøre