Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-09, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. apríl 2015síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. apríl 2015 sosialurin 40 45 H71 Ári E. Dam: 2 Hóast Tórhallur Kollsker verður skaddur, so spælir hann lítið. Tað er helst ein avleiðing av undir miðal avrikinum, tá hann var á vøllinum. Hanus Kristiansen: 3 Er vanliga triðja val, men slapp veruliga at royna seg. Okkurt óneyvt útkast, men annars ein miðal avrik. Tórhallur Kollsker: Ov stutt inni Bleiv skaddur heilt tíðliga í dystinum, tá hann rendi saman við mótstøðuspælara. Mark L. Marcher: 5 Skjýtur avgerandi málini fyri H71 og spælir væl í álopsspælinum. Er minni góður í verjustøðu og fær onkra býtta útvísing. Besti maður hjá H71. Rúni V. Højgaard: 2 Fekk einki mál og vísti lítið á vøllinum. At kalla einki riggaði og Rúni hevur spælt nógv betri dystir enn hendan. Bogi G. Davidsen: 4 Skorar fýra mál upp á fýra møguleikar. Tóktist sannførandi í sínum spæli, men sat onkursvega nógv uttanfyri. Pætur Thomsen: Ov stutt inni Var ivasamur undan dystinum og mátti tíðliga satðfesta, at hann ikki kundi spæla. Hallur Biskopstø: 3 Fyllur nógv í verjustøðu og dekkar, men fær ikki spælið at rigga í álopsstøðu. Fær sjáldan spælt inn á strikuna. Hans Kári Hansen: 2 Vinnur tvey brotskøst, men fær annars einki mál. Rennur nógvar metrar, men bleiv bara tile in bóltflytara. Sigmundur Dahl: 3 Er inni í verjustøðu og dekkar á strikuni. Hann er ágrýtin og fyllur væl inni á strikuni. Javnt gott avrik. Sigmundur Nolsøe: 2 Hevur torførar arbeiðisumstøður inni á strikuni. Verður væl dekkaður og verður sjáldan spældur upp. Jesper Pedersen: 2 Var ilt at fáa eyga á hann á vøllinum. Gjørdi lítið um seg og var lítið spældur. Helgi Hoydal: 2 Fær eina útvísting tíðliga í dystinum, og er um reppið at fáa eina í somu løtu hann kom inn aftur. Síðani er hann lítið á vøllinum. Hilmar Leon Jacobsen: 4 Sannførandi avrik av unga manninum, sum fekk fýra mál og vardi væl. Hann tykist hava góð hondbóltsevnir. Petur Mittún: 3 Er við í dystinum allar 60 minuttirnar og timeout’ini sita væl. Tó er ilt at fáa eyga broytingar frá bonkinum, sum hava avgerandi týdning. VÍF Niklas Simonsen: 2 Hevur ikki sín besta dag og endar nógv uttanfyri. Hevur onkuntíð verið munurin, men ikki hesaferð. Tóki Seloy: 3 Spælir væl til tíðir, men tykist fella saman við liðnum í seinna hálvleiki. Eitt javnt gott avrik. Sámal Joensen: 3 Ein klettur í verjuni og røkir sína uppgávu. Javnt gott avrik í verjuni. Agnar Joensen: 4 Eitt stórt 4-tal fyri eitt gott avrik. Stríður seg í fleiri góðar støður á strikuni og fær eisini fimm mál. Sera avgerandi spælari fyri VÍF. Julian Olsen: 2 Megnaði ikki at stýra álopsspælinum, sum hann annars hevur evnini til. Serliga í yvirtalsstøðu gekk illa at fáa spælt menn upp. Undir miðal. Áki Egilsnes: 3 Átti kanska dagsins mál, men kom ongantíð ordiliga upp í snúningar. Fær fýra mál, men brennur eisini nógv skot. Eitt miðal avrik. Andrias Eriksen: 3 Fær ikki so nógv at arbeiða við, men leggur nógv fyri. Fær trý mál og tað gevur eitt miðal avrik. Heini Hanusarson: 4 Drúgvur í verjupartinum og brúka allar sínar royndir til at koppa avgerandi støður til sín fyrimun. Hevur eisini onkrar averandi aktiónir í álopsstøðu. Avgerandi týdning fyri dystin. Mads Eriksen: 3 Spælir sum so væl. Gera at kalla ongar feilir, men málini mangla. Miðal gott avrik. Hanus Christophersen: 3 Verjir væl og rennur aftur í verjustøðu. Skorar upp á møguleikarnar, men fær ikki so nógv at arbeiða við. Filip Jojic: 5 Er toppskjútti hjá VÍF og skorar tey avgerandi málini. Serliga málið til 20-20, tá H71 hevur lagt seg á odda, er týdningarmikið. Tó er avrikið í verjuni ikki nóg gott. Ingi Olsen: 3 Timeout’ini og undirtalsstøðurnar rigga ikki heilt, men hevur álit á monnunum og upprunaligu spæliætlanini. Spælarametingar 1-6 H71 – VÍF 24-25 (12-13) Málskjúttar H71: Mark Marcher 9 mál, Bogi G. Davidsen 4 mál, Hallur Biskopstø 4 mál, Hilmar Leon Jakobsen 4 mál, Sigmundur Dahl 1 mál, Sigmundur Nolsø 1 mál, Jesper Pedersen 1 mál VÍF: Filip Jojic 9 mál, Andrias Eriksen 7 mál, Agnar Joensen 5 mál, Áki Egilsnes 4 mál, Julian Olsen 2 mál Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum