mánadagur 13. apríl 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. apríl 2015 · Nr. 41
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðlahúsið og Í menniskjum góður tokki taka málið í egnar hendur
Hóskvøldið var ein heldur
sigandi og syrgilig sending
víst í sjónvarpinum hjá
Kringvarpinum. Sendingin
"Við hjálp frá góðum fólki"
segði eina søgu um hvussu
ójavnt er býtt í okkara sam
felag. Meðan mong okkara
ikki eru tilvitað um lasagna
er uppá tilboð hesa viku
na, ella hvat tað kostar at
melda børn okkara til fim
leik, so er tað tann syrgiligi
veruleikin, sum summi í
okkara samfelag liva í. Og
sendingin hóskvøldið vísti
stakar uppihaldarar, sum
hóast trong kor megna at
fáa dagin og vegin nøkun
lunda at hanga saman. Men
Í menniskjum góður tokki
veit at siga, at tey eru mong
í okkara samfelag, sum ikki
eiga pening til mat á borðið
hvønn dag.
At tað eru fólk í okkara
samfelag, sum liva undir
fátækramarkinum er ikki ein
nýggjur veruleiki. Vit hava
samtykt eitt fátækramark,
og vit hava fingið lýst júst
nær ein persónur livur undir
markinum og ikki. Og kortini
tykist lítil politiskur vilji vera
fyri at bøta um støðuna hjá
teimum, sum stríðast fyri at
fáa mat á borðið.
Taparin
í
tí
ósosialu
politisku kós, sum løgd er
fyri dagin seinastu árini,
eru
børnini.
Tey
børn,
sum uppliva, at lív teirra
er munandi øðrvísi enn
tað hjá floksfeløgunum, tí
"mamma eigur ongar peng
ar". Ivaleyst kunnu vit argu
mentera fyri, at tað er ikki
ein mannarættur, at fáa tað
nýggjasta playstation ella at
ferðast einaferð um árið.
Men rungandi politiska
tøgnin um hendan sam
felagsbólk
setur
okkum
ein
spurning.
Hvar
er
minstamarkið fyri hvussu
fólk kunnu liva í Føroyum?
Nær eru vit ov fátøk og hvat
er ein menniskjarættur í
dagsins samfelag?
Saman við Í Menniskj
um
góður
tokki
hevur
Miðlahúsið
stovnað
eina
konto undir hjálparfelags
skapinum, har vit savna
pening inn til børn, sum
liva undir fátækramarki
num. Átakið “Meðan vit
bíða” hevur fingið sítt heit
ið ásannandi, at ein løtu
stuðul ikki er nóg mikið,
men kanska ein hjálp meðan
vit
bíða
eftir
politiska
myndugleikanum.
Starvs
fólk í Miðlahúsinum lata
í apríl mánaði ein part av
sínari løn til endamálið, og
vónin er, at onnur gera tað
sama.
Síðani fer Í menniskjum
góður tokki at býta pening
in millum tær barnafamiljur,
sum hava tørv á hjálp.
Allur innkomin stuðul fer
óskerdur til endamálið.
Samstundis fer Sosial
urin, in.fo og Rás2 at varpa
ljós á børn, sum liva undir
fátækramarkinum,
og
á
vantandi politiska vilja til
at taka um endan hjá hesum
samfelagsbólki.
Vit
byrja
í Sosialinum í dag við at
lýsa støðuna enn einaferð
- tí hetta kjakið er tíverri
framvegis neyðugt.
»Meðan vit
Børn í fátækraváða