Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. apríl 2015síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. apríl 2015 · Nr. 41 Barbara Holm Tá vit síggja familjur, sum liva undir fátækra­mark­ i­num og venda hvørjari krónu í gerandisdegnum, so er nær­liggj­andi at ímynda sær, at ein av størstu mót­ setn­ing­un­um til hendan sam­felags­bólk er Regin Jacob­sen, stjóri í Bakka­ frosti. Hann hugdi eftir send­ingini "Við hjálp frá góð­um fólki" hóskvøldið sam­an við konu síni, og bæði vóru tey á einum máli um, at tað er út av lagi vánaligt, at polit­iski myndug­leikin ikki být­ir ríki­døm­ið í hesum landi rætt­vísari. Serstakliga fall tað Regini Jacob­sen fyri bróst­ ið, at um­stø­ð­ur­nar hjá fátøkum eru bet­ur í Dan­ mark og Grøn­landi enn í Før­oy­um. – Vit hoyrdu allar kvinn­ ur­nar í sendingini siga, at tað mest umráðandi fyri tær er at hava eitt heim til børnini. Og tað skilji eg so ómetaliga væl, sigur Regin Jacobsen. Og júst vantandi møgu­leik­a­r­nir fyri at fáa hóskandi, trygg­ar og varandi bústaðir til leigu fyri ein bíligan penga er tað, sum er mest átrok­andi, sam­bært Regini Jacob­sen. – Vit áttu at kravt, at til dømis Bústaðir, sum hevur fing­ið til uppgávu at byggja bílig­ari íbúðir, eisini tryggja íbúð­ir til tey, sum liva undir fá­tækra­markinum, sigur Reg­in Jacobsen. Fyri Regin Jacobsen er tað vónleyst at ímynda sær ein gerandisdag uttan breyð á borð­ið og alt tað, sum hartil hoyrir. Kortini er eisini hann mangan vitni til fólk og familj­ur í Føroyum, sum liva und­ir ósømiligum kor­um. Familjurnar í "Við hjálp frá góðum fólki" vístu eft­ir hans­ara tykki nakrar væl­ virk­andi og sterkar kvinnur, sum megna at fáa hjólini at mala runt, hóast lívið er hart. – Vit mugu tryggja okk­ um, at eisini hesar familj­ur­ nar vilja liva og virka her í Før­oyum. Vit tosa javn­an um frá­flyt­ing, men kun­nu vit góð­taka, at slíkar familj­ ur flyta, einans orsaka av, at eing­in hjálp er at heinta hjá tí al­men­na, spyr Regin Jacob­sen. Hann vísir á, at barna­ familju­r, sum tær í send­ ingini hóskvøldið, eru ein týdn­ing­armikil partur av okk­ara samfelag, sum vit mugu hjálpa, tá ið á stendur. – Um vit ikki hava pláss fyri hesum familjunum her, hví hava vit so yvir­høvur eitt samfelag, spyr Regin Jacob­sen, stjóri á Bakka­ frost, sum heitir á politiska myndug­leikan um at taka hend­an trupul­leik­an í ál­ vara. barbara@sosialurin.fo Hetta er ikki nóg gott – Um okkara samfelag ikki hevur pláss og umstøður til fólk, sum liva undir fátækramarkinum, hví skulu vit so yvirhøvur hava eitt samfelag, spyr Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost bíða« Børn í fátækraváða