mánadagur 13. apríl 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. apríl 2015 · Nr. 41
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Barbara Holm
Talið av børnum, sum liva í
fátækraváða, veskur stútt og
støðugt. Hesa vikuna hava
tey í Í Menniskjum Góður
Tokki verið hjá trimum
familjum, sum ikki hava ráð
til at fáa mat á borðið hvønn
dag. Tí hevur felagsskapurin
veitt teimum mat og hjálp
annars. Og soleiðis er hvør
vika hjá Annlis Bjarkhamar.
Tann
samfelagsbólk,
har
flest liva í fátækraváða,
eru fólkapensjónistar, men
arbeiðsbólkurin
handan
álitið
um
fátækramark
sigur í álitinum, at talið
ikki er umboðandi, tí flestir
fólkapensjónistar hava lítlar
og ongar fastar útreiðslur.
Umframt fólkapensjónistar
eru
tað
serliga
børn
í
Føroyum millum 0 og 17 ár,
sum liva í fátækraváða.
- Hetta er tann størsti
samfelagstrupulleikin
vit
hava í dag, tí tað eru veruliga
nógv fólk í Føroyum, sum
ikki hava mat á borðið
hvønn dag, sigur Annlis
Bjarkhamar.
Eftir hennara tykki er tað
Børn í fátækraváða
Samgongan
leggur ikki í
- Fyri nøkrum árum síðani var undanførslan, at man visti ikki hvussu nógv børn livdu í
fátækraváða. Men tað hevur man vita seinastu fýra árini, og kortini er einki gjørt. Tað er tí, at
samgongan ikki vil brúka pengar uppá at hjálpa teimum veikastu, sigur Annlis Bjarkhamar, sum
í mong ár hevur staðið á odda fyri hjálparfelagsskapinum Í Menniskjum Góður Tokki
Hagstovan um
fátækraváða
Í tali eru tað børnini og tey ungu upp til 17 ára aldur,
har flest, 1.326, eru í fátækraváða. Tað er tey 18-24
ára gomlu, sum lutfalsliga eru longst undir markinum
fyri fátækraváða, tí inntøkugloppið millum teirra
javnvirðisinntøku og fátækraváðamarkið er um 22%.
Merkisvert er, at elstu borgararnir, 67 ár og eldri, eru
tættari uppi undir markinum fyri fátækraváða, enn allir
hinir bólkarnir, við einum gloppi upp til fátækramarkið
á 5,5%, har inntøkugloppið hjá teim 18-24 ára gomlu
er fýra ferðir so stórt.
Tað merkir, at hóast góð 16 prosent av teimum
67 ára gomlu og eldru eru undir markinum, so er
teirra miðinntøka bert 5,5% niðanfyri markið fyri
fátækraváða. Afturímóti eru tey í aldursbólkinum 55
til 66 ár í miðal munandi niðan fyri markið, tí teirra
miðinntøka er 17% lægri enn markið fyri fátækraváða.
Eitt nú sæst týðuliga, at børn og ung upp til 17
ára aldur eru rættiliga ymiskliga stødd í mun til
fátækraváða, alt eftir um tey búgva saman við einum
vaksnum ella við tveimum vaksnum fólkum. Av
teimum børnum, sum búgva í húski saman við einum
vaksnum fólki, har yngsta barn í húsinum er 0-5 ár,
eru góð 60% teirra undir markinum fyri fátækraváða.
Búgva tey í húski saman við tveimum vaksnum, yngsta
barn 0-5 ár, eru bara um 10% teirra undir relativa
fátækramarkinum.