Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. apríl 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. apríl 2015 · Nr. 41 Børn í fátækraváða Arbeiðsbólkurin handan álitið »Eitt føroyskt fátækramark« »At vera fátækur í longri tíð er tað, sum kann hava álvarsligar avleiðingar fyri tann einstaka og ta einstøku familjuna, og fyri at koma undir fátækramarkið, skal inntøkan hava verið lægri enn 60 prosent av miðinntøkuni í 3 ár á rað. Men nýggjasta granskingin um fátækradømi vísir, at fyri børn kann eisini stutttíðar fátækradømi fáa neilig árin seinni í lívinum. Tí eigur áhaldandi dentur at verða lagdur á fátøk børn – eisini stutttíðar fátækradømi hjá børnum. Í Føroyum eru tað serliga stakir uppihaldarar, sum eru fátøk. Hesi hava inntøkur, ið liggja langt undir inntøkurnar hjá øðrum bólkum. Hetta er tann bólkurin, sum vísir seg í øllum londum at vera fátøk ella lutfalsliga fátøk. Eitt lív í fátækradømi hevur stórar avleiðingar – ikki bara fyri tann einstaka, men eisini fyri samfelagið. Fátækradømi ávirkar avrik hjá børnum á útbúgvingarøkinum og harvið eisini møguleikarnar hjá hesum børnum seinni í lívinum. Kanningar í øðrum londum vísa, at børn, ið vaksa upp í fátøkum familjum, hava verri útlit seinni í lívinum at fáa arbeiði ella at fáa eina útbúgving enn børn, ið vaksa upp í familjum, sum eru fíggjarliga væl fyri. Fortreytirnar hjá hesum børnum at blíva vælvirkandi samfelagsborgarar eru sostatt ikki eins góðar sum hjá øðrum børnum, og tað hevur samfelagsligar avbjóðingar við sær á fleiri økjum. Gransking í øðrum londum vísir eisini, at fólk við lágum inntøkum hava vánaligari heilsustøðu enn onnur. Heilsuverkið brúkar lutfalsliga fleiri ressursir upp á hendan bólkin, enn upp á borgarar annars, og fólk við lágum inntøkum hava lægri livialdur. At børn uppliva fátækradømi er ein serligur trupulleiki - bæði fyri samfelagið og fyri børnini sjálvi, sum eru rakt av fátækradømi í mun til vaksin, sum uppliva fátækradømi. Fyrst og fremst hava børnini ikki møguleika sjálvi at gera nakað við støðuna og at koma sær burturúr fátækradømi. Hjá vaksnum er tað serliga langtíðar fátækradømi, sum hevur langtíðar árin, men kanningar vísa, at hjá børnum kann eisini stutttíðar fátækradømi hava ávirkan á livikorini seinni í lívinum. Tað er ein røð av ymiskum viðurskiftum, sum hava ávirkan á framtíðarútlitini hjá børnum, so sum sosialar- og mentanarligar ressursir hjá foreldrum, og hvussu foreldur raðfesta sínar ressursir o.a. Tað kann ikki sigast eintýðugt, hvat ávirkar hvat, men greitt er, at avmarkað fíggjarligar rásarúm er eitt týðandi element. Tað eru umleið 450 familjur við umleið 900 børnum, sum á hvørjum ári fáa hjálp frá felagsskapinum “í menniskjum góður tokki” (ÍMGT), svarandi til umleið 7 prosent av øllum børnum í Føroyum. Tað eru bert familjur við børnum, og sum hava sera trong fíggjarlig kor, sum fáa hjálp frá ÍMGT. Sambært heimasíðuni hjá felagsskapinum vóru tað 200 av teimum barnafamiljum, sum í 2012 fingu jólahjálp frá ÍMGT, sum høvdu minni enn 50 kr. at liva fyri um dagin. Umleið 75 prosent av umsøkjarunum, ið hava søkt um fíggjarligan stuðul frá ÍMGT, hava søkt fyrr.« Mong vilja hjálpa Hóast politiska líkasælan tykist vera stór, so eru tað fleiri onnur í samfelagnum, sum ynskja at hjálpa børnum, sum liva í fátækraváða. Miðlahúsið hevur seinastu dagarnar verið í samband við fleiri fyritøkur í landinum. Øll hava dulnevnt víst áhuga fyri at stuðla átakinum "Meðan vit bíða". Fleiri hjálparfelagsskapir eru um tey fátækastu í samfelagnum, og í dag hevur B36 til dømis boðað frá, at børn í fátækraváða kunnu venja ókeypis við felagnum. Áhugaði kunnu stuðla, við at flyta pening á 6460 5402451. skelkandi, at einki er gjørt við livikorini hjá hesum samfelagsbólki seinastu árini. - Jú, man hevur hækka barnafrádráttin við 9 krónum um dagin pr. barn, og man hevur gjørt av, at børn skulu fáa ókeypis heilivág. Men tað er ikki nær námind nóg mikið til at fáa nakað barn úr fátækraváða, sigur Annlis Bjarkhamar. Hon er púra sannførd um, at politikararnir eru tilvitaðir um trupulleikan, men vilja ikki gera nakað við tað. - Tað er eingin ivi í mínari sál um, at samgongan kennir til trupulleikarnar. Og helst er einasta orsøkin til, at tey hava hækkað barnafrádráttin, at so kunnu tey vaska sær hendurnar og siga "vit hava gjørt okkurt", vísur Annlis á. Politikararnir ynskja ikki at hjálpa børnum í fátækraváða, tí so høvdu tey bara gjørt tað. - Tað tók nakrar fáar vikur at seta flatskattin í gildi, men man hevur ikki havt stundir til at hjálpa fátøkum børnum alt samgonguskeiðið, sigur Annlis Bjarkhamar. Hundraðtals rýma av landinum Tey seinastu mongu árini Í Menniskjum Góður Tokki hevur virkað, hava tey upplivað hvørt ár, at familjur senda skriv inn, og boðað frá, at nú orka tey ikki meira. - Vit fáa javnan brøv frá fólki, har tey takka fyri hjálpina, og boða frá, at nú orka tey ikki meira, sigur Annlis Bjarkhamar. Og tá rýma tey av landinum, tí eitt nú í Danmark er stuðulin til stakir uppihaldarar munandi betri enn í Føroyum. Seinastu tølini frá Hagstovuni, sum eru frá 2012 vísa, at tað eru 1326 børn í fátækraváða í Føroyum. -Men hvussu nógv eru tey so, sum hava givið skarin yvir, og eru flutt av landinum, spyr Annlis Bjarkhamar. Júst stakir uppihaldarar eru tey, sum hava ringast livilíkindi í okkara samfelag. Meðan vit dúgliga stríðast fyri at fáa kvinnur í politikk, og kvinnur í leiðandi størv, so gloyma vit tær mongu kvinnur, sum stríðast á niðastu rók. - Kvinnustríðið er í veruleikanum blivið eitt stættarstríð. Tølini vísa okkum, at tað eru serstakliga ungar kvinnur, sum eru stakir uppihaldarar, sum liva undir fátækramarkinum. Og tær stríðast fyri at, at teirra børn ikki skulu merkja fátækradømi. Men tað er eitt mark fyri, hvussu langt tú kanst fáa ein hundraðkrónuseðil at røkka, sigur Annlis Bjarkhamar. Hon vísur á, at hóast Í Menniskjum Góður Tokki og aðrir felagsskapir hjálpa hesum fólki við gávukortum, mati og øðrum, so er tað í síðsta enda bert eitt, sum kann geva teimum varandi hjálp, og tað eru pengar.