Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. apríl 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. apríl 2015 · Nr. 41 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 floksting Áki Bertholdsen Tað verður neyðugt at gera tað lættari hjá vanligum fólki at liva í Føroyum Tað var ein boðskapur á flokstinginum hjá Tjóðveldi í Skótahúsinum við Løkin hetta vikuskiftið. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi staðfesti, at tí verð­ur ein tann fremsta upp­gávan hjá samgonguni, sum fer at taka við eftir løg­ tingsvalið seinni í ár, at broyta skattaskipanina fyri at lætta um hjá fólki við lágum og miðalgóðum inn­tøkum. Hann vísir á, at tá ið sam­ gongan setti flatskattin í verk, fingu fólk við lágum og miðal inntøkum ongan skattalætta, tí tað vóru bara tær hægri inntøkurnar, sum fingu ágóðan av tí. Høgni Hoydal sigur, at ein trupulleiki er, at í dag er tað vanligi løntakarin, sum rindar at kalla alt, sum landið og kommunur krevja inn í skatti. Tað er vanligi skatt­gjald­ arin, sum rindar fyri alla vælferðina við skattinum, sum verður tikin av lønini. –- Hugsa bara um, at hvørja ferð, tú fært eina løn, skalt tú gjalda landsskat, kommunuskatt, heilsutrygd, til sjúkradagpening, Als, bar­silsgjald, samhaldsfasta, kring­varpssgjald,mvg og annað. Harafturat verður nú kraft, at hvør einstakur eisini skal gjalda 15 prosent til sína egnu pensjón. Tað eru pengar, sum hvør løntakari skal rinda av síni egnu løn. Men hvør einstakur skal eisini rinda 40 prosent í skatti av tí, sum verður goldið til pensjónina. – Alt hetta vísir bara, hvussu vanligir løntakarar verða brandskattaðir av teirri løn, teir forvinna.. Høgni Hoydal sigur, at tí verður tað neyðugt at gera eina nýggja skattaskipan, har skattingin á vanligum lønum kann verða lækkaður. – Tað skal fíggjast við, at skatta fíggjarliga spekulasjón og við at leggja gjald á tey, sum fáa atgongd til okkara felags tilfeingið, sigur for­ maðurin í Tjóðveldi. Tryggja eina góða pensjón Hann leggur afturat, at tað er eisini neyðugt at broyta pensjónsskipanina. – Høvuðsbulurin í eini nýggjari pensjónsskipan skal vera Samhaldsfasti. Tað merkir, at inngjald og útgjald úr Samhaldsfasta skulu hækkast og verða grundsúlan undir eini nýggj­ ari pensjónsskipan. – Harvið fáa vit eina pensjónsskipan, ið er meira óheft av fíggjarlógini og sum kann tryggja øllum eina sømiliga minstupensjón. Høgni Hoydal sigur, at afturfyri skal kravið um at øll skulu rinda 15 prosent av lønini til sína, lækkast. – Forskattingin av pensjó­ num, máar støðið so illa undan framtíðini, at tað er ein skipan, sum valla kennir sín líka í heiminum, sigur formaðurin í Tjóðveldi. – Og so verður peningurin brúktur til at fíggja ein skatta­lætta til tær høghu inn­tøkurnar. – Hetta er eitt tað størsta ránið nakrantíð í einum sam­ felag, sigur Høgni Hoydal. Lættari at verða vanligur føroyingur Skattaskipanin skal broytast, so at vanlig fólk ikki longur verða díkt undir í skatti Í flokstingi um vikuskiftið, fingu tjóveldisfólk at vita, hví tað verður neyðugt at lækka skattin á vanligum lønum