Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. apríl 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 13. apríl 2015 · Nr. 41 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 floksting Áki Bertholdsen Loysingin skal vera eitt av høvuðsmálunum í val­stríð­ num, sum byrjar nú upp undir løgtingsvalið seinni í ár. Tað vóru tjóðveldisfólk samd um á flokstingi, sum var í Skótahúsinum við Løkin í Runavík um vikuskiftið. Ikki heilt óvæntað eru tey samd um, at samgongan sum nú situr, hevur tikið allar tær skeivu avgerðirnar, sum kunnu takast, bæði við pensjónsskipanini, flat­ skattinum, pensjóns­skatt­ inum. Fiskivinnu­poli­tikk­ inum, búskaparpolitikkinum og á sosiala- og á heilsu­ økinum. Í Tjóðveldi eru tey samd um, at politikkurin hjá hesi samgonguni hevur ført okkum longur burtur frá einum sjálvstøðugum landi. Hetta er, millum ann­að tí, at blokkurin er hækk­aður, týdningarmiklir stovnar, sum Landsbankin, eru avtiknir, alt ríkidømið savnast á fáum hondum, so at stætta­ munurin økist, og fiski­til­ feingið verður latið ókeypis. Men tey eru eisini samd um, at fullveldisneistin fer ikki at kólna. – Fullveldisstríðið er am­boðið og lykilin til at skapa eitt betri, rættvísari, skapandi og samhaldsfast samfelag, segði Høgni Hoydal, floksformaður, avgjørdur. Hann staðfestir, at summi vilja hava skilja stríðið fyri fullveldi, og stríðið fyri at skipa og menna samfelagið, sundur. – Nógv vilja gera hetta til hvør sítt og summu halda enntá, at hesi bæði málini ganga ímóti hvørjum øðrum. Nógv vilja hava okkum at sleppa tosinum um hatta fullveldið, til vit hava fingið skil á samfelagið og til vit hava broytt nøkur onnur viðurskifti Høgni Hoydal sigur, at hetta svarar til at siga, at vit fara at innrætta lofitð í einum húsum, uttan at vit sjálv hava laðað grundina, og uttan at vit sjálvi hava ræðið á grundstykkinum. – Fullveldismálið er drív­ megin og grundarlagið, sum skapar eitt livandi og nú­ tímans samfelag við rætt­ ind­um og møguleikum til øll, staðfestir formaðurin í Tjóð­ veldi. Høgni Hoydal leggur afturat, at skal Tjóðveldi í eina samgongu eftir næsta løgtingsval, krevst tað sjálv­ andi, at tað eisini ber til at gera semjur um, hvussu vit aftur seta kós í full­veldis­ málinum. – Tað krevst, at munurin ímillum hugsjónirnar hjá flokkunum kunnu loysast á fólkaræðiligum grundarlagi, sigur hann. Eitt lagnuval Tjóðveldisfólk eru eisini samd um, at løgtingsvalið, sum verður seinni í ár, verður eitt lagnuval. Tey hugsa um, at nú skulu stórar avgerðir takast um náttúrutilfeingi ”skal gevast vinum og kenningum, ella um tað framhaldandi skal vera fólksins ogn”. Tey hugsa eisini um for­ skattingina av pensjón­um. – Skulu vit geva framtíðini hesar pengarnar aftur, spyr Petur í Gong, formaður í aðalstjórnini hjá Tjóðveldi, og rør sostatt fram undir um forskattingin skal takast av. – Føroyar verða á einum vegamóti, staðfestir hann. Og hann leggur afturat, at tað er loysingin sum savnar flokkin, og sum er ”fortreytin fyri ábyrgd og skilvísi, og øllum øðrum”. – Tí er tað natúrligt, at skulu vit vera við, skal loysingin á breddan, Fullveldið skal verða kjarnin í valstríðnum LOYSING At byggja eitt ófrælst land upp, er sum at innrætta loftið í einum húsum, áðrenn grundin er bygd og áðrenn vit eiga grundstykkið Áki Bertholdsen Sleppur hendan samgongan at halda fram, kann tað leiða okkum beint til næstu kreppu. So bersøgin var Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, á flokstinginum hjá Tjóðveldi í Skótahúsinum við Løkin nú um vikuskiftið. Hann sigur, at tískil verð­ ur næsta løgtingsval eitt lagnuval. Hinvegin hevur hann eisini eitt boð upp á eina sam­gongu eftir valið- – Vit siga greitt, at vit vísa á, at verandi andstøðuflokkar eru tað greiða alternativið til sitandi stjórn, og eiga at skipa nýggja stjórn eftir valið, sigur Høgni Hoydal. Men tjóðveldisfólk eru eisini samd um, at loysingin skal aftur á breddan, og Javn­ aðarflokkurin hevur meiri enn einaferð staðfest, at hann er ein sambandsflokkur, ella samríkjaflokkur, sum tey hava málborið seg. Og Høgni Hoydal ásann­ar eisini, at treytin fyri at sam­ gonguflokkarnir kunnu finna saman í eina samgongu eftur valið, er, at flokkarnir finna eina semj um at seta full­ veldismálið aftur á breddan. – Og sostatt er treytin, tann munur, sum er á flokk­ unum, kann loysast á fólka­ ræðiligum grundarlagi, legg­ ur hann afturat Ikki trýstast Petur í Gong, formaðurin í aðalstjórnini hjá Tjóð­veldi, nevndi eisini sam­gongu­ møguleikar eftir valið. Og eisini sigur, at Tjóðveldisfólk skulu stinga fingurin í jørð­ ina. – Vit verða at kalla trýst at renna aftan á Javn­aðar­ flokkinum, men tað skulu vit ikki hugsa um, tí vit skulu fyrst og fremst hugsa um okkara hugsjónir, sigur hann. Petur í Gong vísir eis­ ini aftur, at loysingin er týdningarleys í hesum val­ stríðnum. – Loysing verður høvuðs­ málið, tí vit eru ikki bara ein sosialdemokratiskur flokkur afturat á tingi, staðfestir hann. – Skulu vit vera við, og tað má vera loysingarmálið, sum fyrst og fremst ger av, hvønn vit samstarva við í politikki, leggur Petur í Gong afturat. Men at avskriva flokkar frammaundan, heldur hann ikki er skilagott. Hinvegin heldur hann kortini, at tað er ein sjálvfylgja, at vit sam­ starva ikki við Sam­bands­ flokkin, sum hevur verið grundarlagið undir førda politikkinum seinastu árini. Eisini annað valevni hjá Unga Tjóðveldi, Tór Marni Weihe, endurtók tað, hann hevur boða frá áður, at Tjóðveldi kann ikki fara í eitt samstarv við teir flokkar, sum hava staðið á odda fyri at ”máa støðið undan okkara fólkaræðiligu skipan” Men hann staðfestir, at tað einasta rætta er, at ver­ andi andstøða skipar seg í eini samgongu eftir valið.s Skulu ikki lata okkum trýsta Tjóðveldisfólk vilja ikki lata seg trýsta upp í nakra ávísa samgongu eftir valið – Fullveldisstríðið er lykilin eitt betri, rættvísari og samhaldsfast samfelag, ger Høgni Hoydal, floksformaður, avgjørdur greitt