Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. apríl 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. apríl 2015 · Nr. 41 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Eftirlønaraldur Zakarias Wang Tað er eitt løgið orðaskifti, sum er íkomið um eftir­lønar­ aldur. Tað er einki dulsmál, at vit øll vilja blíva gomul. So hvørt okkara arbeiðsorka minkar, mugu vit hava onkr­ an at hjálpa okkum, og tey einastu, sum álit er í, eru børnini. Tey minnast, at for­ eldrini hava hjálpt sær, tá tey vóru smá, og nú hjálpa tey foreldrunum, sum eru gomul og veik. Nú er so tað hent, at myndug­leikarnir leggja órími­ligar skattabyrður á barna­familjurnar, soleiðis at tær ikki orka at hjálpa for­eldrunum. Tá verður tann neyðloysn funnin, at tað almenna kann nýta ein part av sinum inntøkum til at gjalda foreldrunum. Tað er hetta, sum vit kalla fyri pensión, og vit hava ásett, at hana skulu øll fáa, tá ið tey eru 67. Nú verður skotið upp, at hesin aldur skal fara upp. Tað almenna hevur tørv á at spara, og so má onkur missa fyri at tað skal bera til at gjalda fyri útreiðslurnar. Men spurningurin er, um málið ikki skuldi verið tikið upp í einum størri høpi. Hetta er ein spurningur, sum er í øllum londum, og tað er ikki forboðið at kaga eftir tí sum umhugsað verður uttan fyri landoddar okkara. Tankin um at tað almenna skal gjalda eitt nú til okkara gomlu var á fyrsta sinni settur í verk av Bismarck í Týsk­landi fyri 140 árum síðani. Hann var mikil íhalds­ maður, og hann helt, at við at loysa hetta vandamál bar til at fáa takksamar borg­arar, sum vildu gera land­in­um gagn. Eftir øllum at døma hev­ur amerikanski for­setin Nixon verið av somu sann­ føring, tí hann tók undir við búskaparfrøðingum, sum hildu, at ikki bert tey gomlu, men allir borgarar í USA skuldu fáa eina grund­ upp­hædd útgoldna frá tí almenna. Fremstur av hesum búskaparfrøðingum var Milton Friedmann. Á henda hátt slapst undan øllum tosi um eftirlønaraldur, tí øll fingu eina grundupphædd, sum var so høg, at tað við sparsemi bar til at liva í land­ inum. Henda hugsjón hevur ikki fingið nakra serliga und­ir­tøku higartil. Nú er tó okk­urt um at henda í hes­ um máli. Í Sveis ber til hjá veljarum at krevja, at eitt upp­skot, um tað hevur nóg nógvar undirskriftir, skal verða lagt til veljararnar at góð­kenna ella vraka. Nú eru teir í holt við at leggja eitt slíkt uppskot um borgaraløn til fólka­atkvøðu. Eingin veit framman­und­ an, hvussu úrslitið verður á eini fólkaatkvøðu, men eitt er vist, og tað er, at hetta átak borgaranna í Sveis fer at kyka í orðaskiftið um hvørt eftirlønaraldurin skal av­takast. Hann skal ikki fara frá 67 árum upp í 68, tí borg­ aralønin, sum øll fara at fáa, verður útgoldin frá 16 ára aldri! Hetta siga tey, sum skil hava fyri slíkum, væl at bera til. Spurningurin er bara, um tað er politiskur vilji til at seta hetta í verk. Er hann tað, so kann tað gerast. Rættleiðing til greinina i Sosialinum um ortopedi í Føroyum Jákup Petersen, yvirlækni Serlækni í ortopediskari kirurgi Klaksvíkar Sjúkrahús Journalistu Jákup Mørk hevði í gjár grein á in.fo, har tað kom fram, at ong­ in ortopedur er eftir í land­ inum. Hann styðjar seg í hesum sambandi á grein í Sosialinum, sum eg ikki havi lisið. Greinin er skrivað av yvirlækna Shahin Gaini og verður hann endurgivin at skriva at: ...”vit hava ongan ortopedkirurg í Føroyum í dag”. Hetta er ikki heilt rætt. Eg eri orotopedkirurgur í føstum starvi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Vit hava hesa vikuna framt 16 ortopediskar skurðviðgerðir. Hesa vikuna hava eisini 45 ortopediskir sjúklingar vitjað ortopediska ambula­ tori­ið á Klaksvíkar Sjúkra­ húsi. Eitt rættuliga stórt tal av ortopediskum sjúkling­ um hava eisini verið á skaða­ stovuni hesa vikuna. Talið av ortopedisku sjúk­ lingum á Klaksvíkar Sjúkra­ húsi er sum teim flestu kunn­ugt vaksið munandi eftir, at Norðoyatunnilin opn­aði og eitt økt tal av sjúk­lingum valdu at koma til Klaksvíkar. Klaksvík 11. apríl 2015 Miðnám er eisini rættað móti handaligum og verkligum útbúgvingum Gunvør Balle Í nýggju stevnumiðum Tjóð­ veldis stendur undir teig­ inum “miðnámsskúlar”: • Tjóðveldi vil seta málið, at í Føroyum skulu í fram­tíðini øll ung í ein­ um árgangi hava eina mið­náms­útbúgving. • Miðnámsøkið verður skip­að í deplar kring land­ ið, har gjørligt verð­ur at bjóða tær ymsu út­búgv­ ingarnar og breytirnar út eftir tørvi. • Fleiri fjølbroyttar breytir verða mentar og styrktar. • Skipaðar verða fleiri styttri yrkisrættaðar út­ búgv­ing­ar, sum geva at­ gongd til hægri út­búgv­ ing­ar í eitt nú matvøru, matgerð, heilsufrøði, bú­ skapi, sølu, handil, snið­ geving og innan byggi- og tekniska økið. Yvir 100 fólk kring landið hava í drúgva tíð arbeitt við at orða dagførdu stevnumið floksins og hesi vórðu sam­ tykt á eykaflokstingi í fjør. Tá Páll á Reynatúgvu førir fram, at øll ikki skulu hava eina miðnámsútbúgving, er tað ikki í samsvar við politikk floksins. Tað er týðandi at gera greitt, at ein miðnáms­út­ búgv­ing í dag er ikki einans til tey, ið fara bókliga vegin. Mið­námsútbúgvingar eru bæði yrkisrættaðar og próv­ gevandi og alment fyri­reik­ andi. Tær eru útbúgv­ingar eftir fólka­skúlan fyri tey 16- 19 ára gomlu og fyri onnur, ið vilja taka førleikagevandi eftirútbúgving. Tær eru eisini fyri tey við serligum tørvi. Tí øll - uttan mun til førleikar og áhugar - skulu kunna velja sær eina miðnámsskúlaleið, ið hóskar teimum. Samfeløg kring heimin og altjóða treytir seta alsamt størri krøv til dygdargott útbúgvingarstøði. Tí skulu øll ung, gjøgnum miðnáms­ skúlan, hava grundleggjandi, kravdar lærugreinir á yms­ um støði og stigum - utt­an mun til um tey eru á einum handverks - og yrkis­rætt­ aðum skúla, sum td Tekniska Skúla, Handilsskúla ella á einum studentaskúla. Tjóðveldi heldur, at fólka­skúlin og útbúgv­ing­ arskip­anirnar sum heild eiga at eggja fleiri til at velja handaligar, teknisk­ ar, skapandi og kreativar útbúgvingar. Tí útbúgv­ingar­ valið skal endurspegla evni og áhugan hjá næminginum og tørvin í samfelagnum. Eingin ivi er um, at í dag fara ov nógv á studentaskúlar og ov fá velja yrkisrættaðar og handverksútbúgvingar. Hetta eiga vit at broyta. Tí øll eru ikki bóklig og øll skulu ikki lesa langar víðarigangandi útbúgvingar. Samfelagið er fjølbroytt, menniskjan er fjølbroytt og skal sleppa at royna síni evnir í einum fjølbroyttum skúla, ið virðir handverksligar og skapandi útbúgvingar eins høgt og tær bókligu. Nýggi Marknagilsdepilin verður ein spennandi og fjøl­ broyttur miðnáms­skúladepil. Hugsi, at tá næmingar frá trim­um ymsum skúlum og ment­anum verða savnaðir undir einum taki fer ym­ iskt áhugavert at henda. Gamlar vanahugsanir brót­ ast niður og mørk verða flutt og býti millum hvørji velja studentaskúla og hand­verksligar og skap­andi breytirnar verður javnari. Men øll fáa eina miðnáms­ útbúgving. 12. apríl 2015 kjak