mánadagur 13. apríl 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 13. apríl 2015 · Nr. 41
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fólkatingvalið 2016
Annika Olsen
Fólkaflokkurin
Tað stundar móti fólkatings
vali í Danmark og eygleiðarar
meta dagliga um, nær for
sætismálaráðharrin fer at
trýsta á valknøttin. Søguliga
hevur fólkatingsvalið ikki
líka stóran á áhuga millum
manna í Føroyum sum løg
tingsvalið, men hetta valið
hevur ongantíð havt størri
týdning enn just nú. Tey
seinastu 4 árini hava Føroyar
havt
2
sambandsumboð,
sum umboða Føroyar, tvey
umboð, sum bæði tala fyri
ES limaskapi. Tíðin er nú
komin til, at Føroyar eisini
fáa eitt umboð, sum hevur
eina sjálvstýrisáskoðan, og
sum hevur eina aðra áskoð
an á ES viðurskiftini enn nú
verandi umboð hava. Í hesum
sambandi havi eg tikið av
gerð um at bjóða meg fram
til komandi fólkatingssval.
Hjartað hjá Danmark
liggur Bruxelles
Danmark er limur í ES, meðan
Føroyar standa uttanfyri
hendan felagsskap. At hetta
alsamt gerst meiri trupult
fyri
viðurskiftini
millum
Føroyar og Danmark er sjón
fyri søgn. Hjartað hjá dønum
liggur í ES, og alt lóggávuvald
í Danmark er rættað móti
Bruxelles, og alsamt størri
sjálvsavgerðarrættur verður
fluttur av Christiansborg til
ES. Hetta ger viðurskiftini
millum Føroyar og Danmark
sera trupul, tí vit eru ikki
limir í ES. Um vit ikki eru á
varðhaldi, verða ES direktivir
og
ráðsavgerðir
smoydar
niðuryvir Føroyar, sum vit
als ikki kunnu góðtaka.
Hetta er ikki ein gongd leið
fyri Føroyar, og eiga vit at
vera á varðhaldi yvirfyri
hesari gongd, tí Føroyar
eru ikki limur í ES og eiga
heldur ikki at blíva tað.
Hóast Føroyar enn ikki eru
sjálvstøðugar, so hava vit
heimtikið nógv lóggávuvald,
bæði á fiskivinnuøkinum
og vinnuøkinum, og tí er
umráðandi, at fótonglar ikki
verða lagdar fyri teimum
møguleikum sum liggja her
fyri Føroyar, á hesum sera
vitalu økjum fyri føroyska
búskapin.
Norðurlanda mál
Sum norðurlendskur sam
starvsráðharri havi eg eyg
leitt hesa gongd tey síðstu
4 árini, og ES londini í tí
norðurlendska
samstarv
inum hava øll sjóneykuna
rættað mótvegis ES heldur
enn móti norðurlondum.
Hendan gongdin er ræðandi,
tí vit gera okkum samstundis
sera veik í noðurlendskum
høpi og í arktiskum høpi.
Tað eru fleiri dømi um, at
vit í tí norðurlendska sam
starvinum hava forðað fyri
sera óhepnum avtalum, sum
høvdu stillað føroyingar í
eina trupla støðu. Eitt dømi
er Arjeplog avtalan, sum
eftir ætlan skuldi uppsigast.
Varð hendan avtalan upp
søgd hevði tað kunnað fing
ið óhepnar avleiðingar fyri
autorisatiónina hjá heilsu
starvsfólkum
í
Føroyum
og harvið avmarkað teirra
arbeiðsmøguleikar. Nú er
málið steðgað til vit hava
fingu greiðu á autorisatións
spurninginum hjá føroyskum
heilsustarvsfólkum.
Føroyar vunnu á ES
Vð einum sterkum fiskimála
ráðharra hjá Fólkaflokkinum
vunnu
Føroyar
á
ES
í
makreltrætuni. At Føroyar
fingu okkara rættvísa býtið
av markrelinum hevur verið
við til at bjarga Føroyum og
tí
føroyska
búskapinum.
Somuleiðis hevur hetta givið
Føroyum størri virðing og
umtalu á uttanríkisspolitiska
pallinum. Føroyar kunnu í
dag við uppreistari pannu
føra ein virkan uttanrikis
politikk og vinna Føroyum
størri atgongd til altjóða
marknaðir. Okkum nýtist ikki
longur at smæðast burtur í
tí stóra selskapinum, og við
sera dugnaligum embætis
fólkum úr Føroyum hava vit
fingu fleiri góðar avtalur í
hús seinastu árini. Ístaðin
fyri at lima Føroyar inn í ES
felagsskapin, eiga vit at brúka
alla orkuna uppá at fáa ein
góðan fríhandilssáttmála við
ES og betra um marknaðar
atgongdina av føroyskum
vørum á ES marknaðinum.
Arktiska økið
At danir eru heilhjartaðir yvir
fyri ES síggja vit eisini í teirra
arktiska politikki. Her hevur
danski
uttanríksráðharrin
boðað frá, at ES eigur at fáa
eygleiðarastatus í Arktiska
ráðnum, og avgerðin um at
geva ES fullan limaskap er
uttan iva ikki langt burtur.
Hetta er rættiliga djarvt av
dønum, tí einasta orsøkin
til, at danir yvirhøvur hava
nakað at siga í Arktiska ráð
num er orsakað av Føroyum
og Grønlandi. Vit eiga at
leggja trýst á Danmark um,
at Føroyar fáa sjálvstøðugan
limaskap í Arktiska ráðnum.
Tað er ikki nóg gott at sita
undir liðini av danska uttan
ríkisráðharranum á fundum
í Arktiska ráðnum og av náði
kunnu vit fáa orðið. Hetta
er mannminkandi, tí tað
arktiska økið hevur alstóran
týdning fyri Føroyar. Vit eiga
at seta okkum greið mál fyri,
hvat vit vilja við arktiskum
politikki og sjálvstøðugur
limaskapur má og skal á
breddan. Vit kunnu ikki sum
tjóð bara standa á síðulinjuni,
meðan stórveldini ota seg
meir og meir inn á økið hjá
okkum í norðurhøvum.
Tí er tað ongantíð so
umráðandi sum just nú, at
Føroyar fáa eina sjálvstýris
rødd í Fólkatingið, eina rødd,
sum røkir áhugamálini hjá
Føroyum og føroysku tjóð
ini.
Stakir pensjónistar verða taparar
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Tað er ein kendur trupulleiki,
at sosialar veitingar ofta
enda í hondunum á teimum,
sum tær ikki vóru ætlaðar
til. Ein avleiðing av tí er, at
minni verður til teirra, sum
eftir ætlan skuldu hava
pengarnar.
Eg hugsi her um fólka
pensjónistar og tað kjakið
sum seinastu tíðina hevur
verið um munin millum gift
og ógift. Skulu øll fáa líka?
Skal munur vera á støkum
og pørum? Og skal munur
vera á um pørini eru gift ella
ógift?
Var ongantíð ætlanin
við skipanini
Frá politiskari síðu hava vit
valt eina skipan, har stakir
pensjónistar
hava
fingið
meira upp á seg enn tey
giftu. Hetta er gjørt út frá
tí tankanum, at nógvar av
útreiðslunum
hjá
einum
støkum pensjónisti eru líka
stórar sum tær eru hjá pør
um. Tað kostar tað sama at
fylla ein oljutanga, líkamikið
um eitt ella tvey fólk búgva
í húsinum. Eisini hevur ein
grundleggjandi tanki verið,
at hjún hava skyldur mót
vegis hvørjum øðrum.
Men hvussu so við teim
um, sum liva saman uttan at
vera gift? Tey eru á pappír
inum støk, og hava tí rætt
til hvør sína pensjón av tí
hægra slagnum. Men øll vita,
at ætlanin við at veita hægri
pensjón til støk hevur ongan
tíð verið at gera mun millum
hjún og sambúgvandi sum
ikki eru gift.
Vilja ikki misnýta
skipanina
Eg vil ikki við hesum leggja
fólk undir at vilja misnýta
skipanina, tí rættiliga nógv av
teimum sum liva saman ógift,
eru einkjur og einkjumenn
sum hava funnið saman á
eldri árum, og av tí at bæði
sita í óskiftum búgvi eftir
fyrra hjúnafelagan, kann tað
vera trupult at ganga í nýtt
hjúnalag. So í flestu førum
er talan helst ikki um eina
roynd at misnýta skipanina.
Heldur er tað skipanin, sum
er somikið stirvin, at fólk
velja ta lættastu loysnina,
sum í hesum førinum eisini
gevur fleiri pengar. Skipanin
eggjar beinleiðis til, at fólk
skulu liva saman, uttan at
vera gift, og tað er óheppið.
Trupulleikin er, at hetta
gevur ein mismun bæði mót
vegis teimum giftu og teimum
støku, og tann mismunin
mugu vit frá politiskari síðu
fáa rættaðan.
Tey støku verða
taparar
Í august mánaði fekk lands
stýriskvinnan við almanna
málum ein fyrispurning, har
hon varð spurd, um hon ætl
aði at gera nakað við munin
millum giftar pen-sjónistar
og tey sum liva saman uttan
at vera gift. Hon svaraði, at
um gift og ógift skuldu hava
líka nógv í pensjón, so fór
tað at kosta landskassanum
einar 55 til 65 mió. krónur
um árið og tað hevði hon
ikki pengar til – og so hendi
einki.
Eg undrist á hetta svarið,
tí vit tosa altso um nøkur
sum fáa meira útgoldið enn
tey eftir ætlan eiga at fáa,
og tí skuldi tað ikki kostað
landskassanum pengar, at
fingið hetta mistakið rættað.
Tað skuldi annaðhvørt kost
að minni, ella tað sama (um
spardu inntøkurnar verða
býttar út til hini). - Men
sjálvandi – vit eru í einum
valári, og tá skal eingin missa
nakað. Tí verður víst til eina
loysn, har øll fáa meira. -
Altso øll skulu fáa líka nógv,
líkamikið um tey eru hjún,
støk ella liva saman ógift.
Jú tað ljóðar mikið gott.
Men hvussu so við teimum
sum veruliga eru støk? Ætla
vit at tey í framtíðini skulu
klára seg fyri helvtina av tí
sum hjún og sambúgvandi
fáa? Tað vera hesi, sum í
longdini verða taparar um
tann loysnin verður vald.
Sama skipan fyri børn
og pensjónistar
Fyri mær er eingin ivi um,
at støk eiga at fáa eina lut
falsliga hægri pensjón enn
hjún, tí teirra pensjón skal
røkka til fleiri útreiðslur. Hin
trupulleikin við at líkastilla
hjún og sambúgvandi má
loysast á ein annan hátt, og
tað ber væl til.
Vit hava longu í dag eina
skipan við fríplássum á dag
stovnaøkinum, har munur
ikki verður gjørdur á, um
foreldrini hjá barninum eru
gift ella ógift. Og tá tað ber
at halda skil á teimum ting
unum á barnaøkinum, so má
tað eisini bera til viðvíkjandi
pensjónistum.
Sjálvandi skulu hjún fáa
líka nógv sum sambúgvandi,
sum ikki eru gift, og sjálvandi
skulu støk fáa lutfalsliga
meira enn pør.
kjak