Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. apríl 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. apríl 2015 · Nr. 41 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 V it vóru í Norður­landa­ hús­inum seinast í januar fyri at hyggja at teimum báðum filmunum hjá Ullu Bøje Rasmussen, mykinesfilmin: »Tre blink mod vest« og gásadalsfilmin: »1700 meter fra ±fremtiden«. So frálíkar persónslýsingar og nátturumyndir, so ekt­ aðar, og sum væl tola at verða endursæddar. Og mín sann um ikki tann makaleysi Heini Olsen eisini her hevur verið uppi í leikinum. Tað parkeringssperda Norð­ur­landa­húsið uttan – er mangan ríkt innan. Minnist fagnaðarløtur har, sum táið Rói R. Patursson helt røðu fyri Regin Dahl, skald og rithøvundi (av Regini tøvt til eitt orð: »skaldari«) við eitt ávíst høvi, og so nú í heyst, táið Hanus Kamban fagnaði Leonard  Cohen. Ein framúr framløga. Gásadalur Fjálgt var hetta filmskvøldið at hitta ættarfólk úr Gásadali, hóast ættarliðið hesaferð ikki var tað sama, ið eg sum yngri lærdi at kenna uppi í Dalinum. Hesin fagri dalur, sum nú av mongum bara verður skundvitjaður gjøgnum fjallasmoguna við bili. Eitt hurðarglopp bara og so avstað aftur – og tað er so tað (!). Hesin ókannaði og søgu­ sveipti dalurin, ið eg sum barn frá for­fedra­frásøg­um helt meg kenna. Men sum eg metti vera væl minni til víddar, ja, nakað sum tann fittligi, heim­ligi og smogu­ kendi bygdar­lags­dalurin í Lamba var. Men eg fekk annað at síggja hetta lívssekundið, með­an vit – eg og foreldur míni bæði – gingu fram á Skarið ein fagran summardag í 1956. Ein mestsum kikkaði eftir ondini. Tí eitt veldigt fang opn­ aði seg. Ikki ein steinur at hóma í øllum dal­inum, ið var kransaður við berg­høg­ um fjøllum. Og millum fá hús og kroysur sást lonin hjá »Stoffa«, for­ferdrabýlið, við íbygda og inníbygda steininum – bara bygdur inn í kovan, soleiðsni. Ja, hví ikki tað? Bygdarlagið lá nakað inn frá tromuni, har ið Dals­múlin eins og gapar vestur í hav við brøttu Steinkla-rókini niðanfrá - og høgi Múla­ fossinum frá Dalsá nakað niðari. Og so uppi við fótin á Árna­fjalli tær duldarfullu og enn óútgrivnu Gæsutoftirnar við neyta­konu­gildinum og øðrum frásøgum frá móðir míni og Mikkjali á Ryggi .... Bøkur Eg sat eini 10-12 ár í M. A. Ja­ cobsens virðislønar­nevndini. Var politiskt valdur. Men havi tó - í allari ótil­strekkiligheit - havt ovurhonds tokka til tekstir og havi lisið nógv alt lívið. Í MAJ-nevndini tók tað eitt nú fleiri ár at fáa tann triðja ment­anar­prísin, sum varð ætlaður til ta djúptøknu »bæði/og«-gjónna ímill­um øðrumegin: »Fagrar bók­ mentir« (fantasi) og hin bólkin: »Yrkisbøkur« (fakta). Henda virðislønin kom tó í lag, og var fyrst nýtt til tvey dømi um sannar heimligar stílmeistarar – og samstundis so ymiskar høvundar - sum Kristian O. Viderø og Petur W. Háberg. Tí stílurin er maðurin! Og so ymist kann eisini leika á, at Emil J. Thomsen við »Bókagarði« sínum ikki kundi heiðrast (heim­føð­isliga?) á vanliga hátt her á landi, men mátti fáa ein eyka heið­urs­løn frá Tórshavnar býráð fyri sítt slóðbrótandi verk innan út­ gávu­m av gyllini bókmentum – og sum tó av »lagnunnar speisemi« bleiv sømiliga heiðraður í staðin av svenska Universitetinum í Lund og í Íslandi eisini. Okkara skald og høvundar fegnaðust um Emil og Bókagarðin – meðan tað betra (litterera) slagið snerkti á fáfongdar­ból­um sínum. Men henda undan­ gongu­táttin hevur m.a. tað – »ultimativa litterera loko­motivið« – vestmenn­ ing­urin Jonhard Mikkelsen við Sprotanum tikið upp og skipað fyri í hópatali eftir­síðan. Givið út yvir 200 bóka­út­gávur. Eitt ótrúliga fjølbygt heið­urs­verk í einari so fámentari tjóð! So, alla lukku tit: Jonhard og mann­ ing! Heini Olsen At skriva av eftir øðrum og seta sítt egna »heiðraða« navn undir, er ikki so prís­ virðiligt, tað er aloftast mest­ sum ránsveiða. Ja, nú nevndi eg Heina omanfyri (forrestin eisini vestmenningur, og hetta minnir kanska ikki sørt um Ketil gamla, sum í grind í Tindhólmi í ómegd ók um vøllin og leikaði í og rópti: »Latið vestmenningar stinga, teir eru teir frægastu ...!). At eitt nú Heini – í hesum omanlopum av prísum, sum rapla niður um landið í hesum døgum – ikki enn er heiðraður sømiliga, tað er skemti­liga ilt at skilja. Hetta antin av landi, býi, bygd, FVF-felagi, Lions el. ø. – har ið hansara partur ongan­tíð liggur eftir. Heini er víðfarin og málkringur, og hann tekur fram í bókum sínum ektaðar lýsingar úr sínum egna ríka lívi her heima og um lond við sínum sermerkta frá­ søgukynstri og stíli. Ein leskilig teggja av vitan og humori og álvara, sum so at siga fer avstað við einum. Tríggjar bøkur eru komnar út frá hansara hond seinastu árini, og einar 2-3 eru um at verða klárar til útgávu ( - jú so er, og hann fyllir bara 85 ár nú millum søkurnar). Ein ikki heilt ókendur maður (William Heinesen) segði fyri mong­um árum síðani: »Heini, fá onkran ann­ an at stinga vegir út í leið og legu um lond og heimspartar. Skriva heldur, tí tað dugir tú so framúr væl !« Prísir Tað er vanliga lætt at fylla nevndir og ráð (krøvini eru kanska av­mark­að og sam­ sýningin øvut pro­por­tional) og ein viðkomandi spurn­ ingur kundi tí verðið til okkara prís­játt­andi myndu­g­ leikar: »Lesa ráðs- og nevndar­ limir yvirhøvur bøkur?« og hvørjar ráðgevarar hava okk­ara penligu prísgevandi ráð­harrar og býráðsformenn, sum stíga í karakter á teim ymisku pallunum kring landið? Er her talan um teir somu »Tordenskjolds sol­ dátar« um­aftur og umaftur sum sita og snerkja í van­ kunnleika? Tí tað má vera valaverk, tað sum fær ein prís. Annað ber ikki til. Og um heiðraða uppdragið ikki er nóg gott, so ber úrslitið heldur brá av at vera eitt vælmeint lesk »til dagin og vegin til onkran – og hetta kann verða kærkomið og væl unt sum so; men tað er vituliga ikki heilt tað sama, sum táið talan er um ekta dygdarverk. Hetta átti at verið lætt at for­staðið. Og so eitt annað hjartasuff at enda. Kanska um 100 ár fellir ein ungmoy tár – Sagt verður ofta, at um eitt hundrað ár er alt farið og gloymt – . Um (multi-talentið) Ingálv av Reyni (1920-2005) segði ein av okkara kønastu sang – og tón­leika­kennarum (sum tíbetri eisini fekk onkra sømd herfyri) at Ingálvur var tað fremsta sangtalentið, sum land okkara higartil hevur fostrað! Og Ingálvur hevði so verðið – um stutt 5 ár – blivin 100 ár tann 18. desember í 2020, skuldi eg kanska heilsa og siga – ! Man nøkur fløga av hon­ um koma út áðrenn – at hansara øld er runnin? Arnstein Niclasen hugleiðingar Filmar, bøkur og heiðurslønir Almannaverkið søkir trý starvsfólk til Trivnaðardepilin eind 4 – vaksin og ung við sálarsjúku, autismu v.m. Í Trivnaðardeplinum eind 4 er eitt starv sum náms frøð ing ur at starvast sum stuðul hjá barni við rørslu tarni í Vágunum leyst at søkja. Starvstíðin er 20 tímar um vikuna, og talan er um seinna parts- og kvøld tímar. Eisini verður søkt eftir 2 starvsfólkum við náms frøði ligari ella heilsu fak ligari út búgving, til sambýl ini í Vágunum. Arbeiðstíðirnar fevna um alt sam døgrið, dag-, kvøld-, náttar- og viku skift is vakt ir. Starvsbrøkurin er 1,0. Størvini verða at seta frá 1. juni ella skjótast til ber. Setanarstaðið er Almannaverkið við tænastu í løt uni Trivnaðardeplinum – Eind 4. Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála mill um Fíggjarmálaráðið og ávikavist Føroya Peda gog felag, Ergoterapeutfelagið, Fysotera- peut felag Før oya ella Felagið Føroyskir Sjúkra- røktar frøð ing ar. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 27.04.2015 kl 12. Send til starv@av.fo. Almannaverkið søkir starvsfólk av.fo>Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: