mánadagur 13. apríl 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. apríl 2015 · Nr. 41
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Beint fyri døgurða sunnu
dagin varnaðust hvalbingar
ein stórhval úti á fjørðinum.
Í fyrstuni varð hildið, at
talan var um ein døgling,
men tað vísti seg seinni, at
talan var um ein august.
Claus Olsen er grinda
formaður í Hvalba, og hann
var sjálvur sum froskmaður
saman við øðrum úti hjá
hvalinum
seinnapartin
í
gjár.
Fær frið at doyggja
Vit vóru úti hjá hvalinum í
gjár. Tað var eitt sindur av
lívi í honum, hóast hann
hevði rent seg fastan. Hann
gav ljóð frá sær, og hóast var
illa fyri, so merkti eg, hvussu
tað setti í búnanum hjá mær,
tá ið eg svam beint framvið
honum, greiðir Claus Olsen
frá.
Hann sigur, at augusturin
er rættiliga stórur.
Eg vildi mett, at hann
er eini 12-14 metrar langur.
Hann er rættiliga stórur.
Har hann hevur rent seg
fastan í sandin, grynnur
ein maður ikki, og tað sigur
eisini eitt sindur um, hvussu
høgur hann er, sigur Claus
Olsen.
Í gjár lá augusturin eini
100 metrar úr landi, men
Claus Olsen sigur, at tað er
týðiligt, at hann er komin
longur inn á sandin í nátt
við flóðini.
Hann liggur mitt út fyri
fótbóltsvøllin, og her var
nógv ferðsla í gjár. Men nú
er hvalurin so veikur, at
hann fær bara frið at doygg
ja, og so vænti eg, at Brimil
ella Tjaldrið sleipar hann til
havs, tá ið hann er deyður,
sigur Claus Olsen.
Augustur á Hvalba
Netbankin var óvirkin Sunnudagin og í morgun
høvdu kundar hjá BankNordik trupulleikar av, at
netbankin var óvirkin. Serfrøðingar høvdu ilt við at
finna trupulleikan, men nakað út á fyrrapartin í dag var
trupulleikin loystur, og netbankin virkaði aftur vanligt.
293 milliónir í vinningsbýti
Um
vikuskiftið
hevði
Bakkafrost aðalfund, har
roknskapur felagins bleiv
góðkendur.
Úrslitið var heili 899
milliónir krónur fyri skatt,
og av hesum fer Bakkafrost
at rinda 252 milliónir í skat
ti. Tað vil siga, at úrslitið
eftir skatt er 647 milliónir
krónur í yvirskoti.
Vinningsbýtispolitikk
urin hjá føroyska alirisa
num er óbroyttur, og tí
bleiv samtykt at rinda seks
krónur í vinningsbýti fyri
hvørt partabrævið, og tað
svarar til, at til samans
verða 293 milliónir goldnar
út í vinningsbýti hjá Bakka
frost.
Leygardagin 2. mai
2015 verður árligi
ruddingardagurin
í Vágs kommunu,
samstundis sum Vágur
bjóðar summarinum
vælkomnum. Dagurin
byrjar við morgunmati
og síðani verður
farið at rudda. Skráin
fyri ruddingardagin
2. mai 2015 verður
kunngjørd í vikuni
áðrenn
Nýtt tiltak á
Reinsaríinum
Hóskvøldið verður
farið undir nýtt
tiltak “Orð og tónar ”
á Reinsaríinum.
Hetta er nýtt
bókmenta- og
tónleikatiltak, ið
Sprotin og Reinsaríið
skipa fyri í felag.
Tiltakið er ókeypis og
verður eitt hóskvøld
um miðjan mánaðin frá
kl.20.00 til á leið 22.00
Endamálið er at
uppliva, njóta og skifta
orð um bókmentir,
tónleik og aðra
mentan saman.
Skráin fyri tiltakið nú
hóskvøldið er tann, at
Marius Ziska spælir
nakrar av sínum bestu,
og eisini fara Súsanna
Tórgarð, Beinta
Clothier og Allan
Dalsgarð at framføra
brot úr nýtýdda finska
leikinum “Sangir
við strendur gráa havs”.
Oddfríð Marni
Rasmussen greiðir
stutt frá nøkrum
skaldsligum
íblástrarkeldum, og
Jonhard Mikkelsen
hevur inngang til
skaldsøguna Morgun
og kvøld eftir Jon
Fosse, sum verður
bókin, ið viðgjørd
verður tann 13. mai.
Tiltakið er ókeypis.
Grindaformaðurin í
Hvalba, Claus Olsen,
sigur, at augusturin, sum
hevur rent seg fastan
á sandinum í Hvalba,
er rættiliga stórur.
Mynd: Claus Olsen