mánadagur 13. apríl 2015síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. apríl 2015 · Nr. 41
Terji Nielsen
Stríðsval var um formans
sessin í Føroya Pedagog
felag
á
aðalfundi
felag
sins
leygardagin.
Jógvan
Philbrow, sum áður eisini
hevði
bjóðað
sitandi
formanni, Maud Wang Han
sen, av um formansses
sin, gjørdi enn eina roynd
at koppa forkvinnuna á
aðalfundinum í ár, og hesa
ferð eydnaðist tað.
Tað gjørdist eitt sera tætt
val, men tá ið avtornaði vann
Jógvan Philbrow við 265 at
kvøðum móti teimum 249
hjá sitandi formanni, Maud
Wang Hansen.
Eisini í sjálvari nevndini
hjá Pedagogfelagnum var
fitt av útskifting. Bjarni Bed
er, sum hevði sitið í nevnd
ini í eitt ár, tók ikki við
afturvali, og harafturat bleiv
Marjun E. Petersen, sum var
tiltakslimur, ikki afturvald.
Nýggju limirnir í starvs
nevndini eru Nikkil Heine
sen og Gitta av Kák, sum
bæði eru námsfrøðingar.
Meira løn
Á aðalfundinum hjá Peda
gogfelagnum
bleiv
eisini
ein yvirlýsing samtykt, sum
staðfestir, at lønin hjá peda
gogum og hjálparfólkum er
alt ov lág.
Yvirlýsingin
sigur,
at
lønin má upp og arbeiðs
tíðin hugsast av nýggjum,
um størsti fakbólkurin á
almenna
arbeiðsmarknað
inum, tað er námsfrøðingar
og námsfrøðilig hjálparfólk,
skal tryggjast sømilig kor.
Limirnir í Pedagogfelag
num siga í yvirlýsingini, at
lønin skal samsvara við ta
ábyrgd, vit leggja á tey, og
tær væntanir, ið vit seta
teimum.
Hesa vikuna er mannfólka
vika í SMS, og í tí sambandi
verður millum annað skip
að fyri eini kapping, har
endamálið er at finna Før
oya feitasta bil.
Kappingin hevur verið
í gongd í eina tíð, og nú
eru finalistarnir funnir.
Ein dómsnevnd hevur valt
teir feitastu bilarnar út, og
hesir verða sýndir fram á
torginum í SMS fram til
mikudagin.
Umframt
kappingina
um at finna feitasta bilin,
fer kendi danski undir
haldarin Mads Christensen,
sum eisini verður róptur
Blærerøven, at halda ein
fyrilestur
hóskvøldið
á
Torginum í SMS.
Aðalfundurin hjá Føroya Pedagogfelag
valdi leygardagin Jógvan Philbrow til
nýggjan formann í felagnum
Nýggjur formaður í
Pedagogfelagnum
Feitir
bilar í
SMS
Tjaldpláss í Skopun Skopuningar hava nú
fingið kampingpláss í bygdini. Plássið er á
fótbóltsvøllinum beint við ungmannafelagshúsið,
og har verður pláss fyri 40 húsvognum. Á
økinum verður eisini gjørt eitt stórt spælipláss
og við síðuna av er ein FIFA-vøllur.
Leyvan, gívurin
og klædnaskápið
Fríggjadagin 17.
apríl kl. 19.30
fara tannáringar
úr Skúlanum í
Sjónleikarhúsinum at
framføra ein sjónleik í
Norðurlandahúsinum,
sum Stephen Wass
hevur drasmatiserað
við støði í Narnia-
bókini hjá C.S. Lewis.
Leikararnir eru millum
12 og 16 ár, og nakrir
hava gingið til sjónleik
síðan teir vóru sjey ár.
Saman við
leikstjóranum Hedvig
Westerlund-Kapnas
hevur leikbólkurin
brúkt tvey ár, har
tey ungu hava spælt
seg við ymsar mátar
at framføra hetta
spennandi ævintýrið.
Úrslitið er ein rættiliga
fysiskur leikur, har
búnarnir – sum Milja
Hanusardóttir hevur
gjørt – og tað, at liva
seg inn í persónarnar,
um tað so er ein leyva,
ein faunur ella eitt barn
- hevur meira at siga
enn pallur og tøkni.
Raddarvenjingar, sum
Sanne Storm hevur
staðið fyri, gera sítt til,
at leikurin kann verða
framførdur nærum
hvar sum helst.
Tað er altíð eitt serligt
upplivilsi, tá ung spæla
fyri børnum. Annika,
Ásla, Alvi, Vivia,
Ragnar, Lý, Følv, Laila,
Karl Johann, Katrin,
Sissal, Lea, Felisia,
Andrias, Rósa, Tinna,
Tea og Rebekka gleða
seg at møta øðrum
børnum og ungum og
bera sína søgu fram!
Jógvan Philbrow bleiv leygardagin valdur til nýggjan formann í Føroya Pedagogfelag. Hann
avloysir Maud Wang Hansen, sum hevur sitið í formanssessinum seinastu fimm árini
Í farnu viku var fyrsti
fundur í dómsnevndini,
sum er sett at skipa fyri
navna- og búmerkjakapp
ing fyri nýggja samanlagda
skúlan, og er avgerð tikin
um at skipa fyri tveimum
atskildum kappingum, har
tann fyrra einans verður
navnakapping,
meðan
tann seinna verður ein bú
merkjakapping.
Miðað verður ímóti, at
bæði navna- og búmerkja
kappingin eru av innan
summarfrítíðina, soleiðis at
bæði navn og búmerki fyri
nýggja, samanlagda skúlan
í Klaksvík eru klár, tá ið
farið verður aftur í skúla
eftir summarfrítíðina.
Samanlagdi
skúlin í
Klaksvík skal
hava navn