Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-13, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. apríl 2015síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. apríl 2015 · Nr. 41 ítróttur num gekk orkan undan, og tískil eydnaðist tað B36 at vinna ein trivaligan 3-0 sigur. Merkisvert var, at tað eydn­aðist B36 leikaranum, Jákupi á Borg, at taka metið frá fyrr­verandi liðfelag­ anum og álops­makkara, John Petersen, sum mest skor­andi leikari í bestu før­ oysku deildini nakrantíð. Við málinum til 2-0, skoraði Jákup á Borg sítt mál numm­ ar 148 í bestu føroysku deild­ ini, og er tað met í føroyskum fótbólti. FC Suðuroy komið á talvuna Fyrsti dysturin í sætta um­ fari varð spældur í Vági leygar­dagin, har FC Suðuroy tók ímóti AB. FC Suðuroy hevði undan dystinum null stig, meðan AB hvørki hevði vunnið ella tapt nakran av teim­um undanfarnu dyst­ unum, sum allir vóru endaðir javnir. AB tapti fyri fyrstu ferð í Vági, tí FC Suðuroy vann dystin 3-1, eftir at teir í hálv­ leikinum høvdu verið á odda 2-1. Øll málini hjá FC Suðuroy vóru skotin av útlendskum pro­filum. Heimafturvendi Mamuka, sum í 2010 spældi við FC Suðuroy, skeyt tvey av mál­unum, meðan georgiski verju­leikarin, Valerian Iobashvili skoraði hitt málið. Málið hjá AB, skeyt Jógvan Andrias Nolsøe. Vánalig byrjan hjá KÍ KÍ, sum undan kappingar­ ár­inum styrkti sær væl um liðið, spældi sunnudagin í Fugla­firði móti ÍF. Og keðil­ iga gongdin hjá klaks­vík­ing­ um helt fram, hóast leikliga av­rikið til tíðir var gott. ÍF vann dystin í Fuglafirði 3-1, eftir at KÍ fyrst hevði verið á odda 1-0 í Fuglafirði. Páll Klett­skarð legði KÍ á odda eftir lítlari løtu, men stutta løtu seinni javnaði Bartal Eliasen fyri ÍF. Fyrra partin av seinna hálvleiki, var KÍ greitt omaná og hevði fleiri møgu­leikar, men tað var ÍF sum legði seg á odda 2-1. ÍF fekk brots­spark, ið ársins leikari frá í fjør, Adeshina Lawal, um­setti til mál. Stutta løtu aftaná varð Adeshina Lawal út­vístur, eftir at hann hevði verið í hornatøkum við ein mót­støðumann. Hetta er aðru ferð í ár, at Adeshina Lawal fær beinleiðis reytt kort. Í endanum eydnaðist tað ÍF at økja um munin, tá fyrr­verandi KÍ leikarin, Kristoffur Jakobsen, sektaði KÍ í einum skjótálopi. ÍF endaði dystin við at spæla við níggju monnum, tí í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, fekk Karl Løkin sítt seinna gula kort. Sostatt fekk ÍF sín fyrsta sigur í hes­ um kappingarárinum. KÍ hev­ur eisini bert vunn­ið ein dyst í hesum kapp­ingar­ár­ inum, tað var á heimavølli móti FC Suðuroy. Víkingur er komið í gongd Seinasti dysturin í umfar­ inum var leiktur í Streym­ nesi, har EB/Streym­ur tók ímóti FM-biðl­unum úr Víkingi. EB/Streymur var und­an dyst­inum ósigrað á heima­vølli, meðan Víkingur ein­ans hevði vunnið ein dyst í kappingarárinum und­ an dystinum. Men Víkingur fekk í Streymnesi, sín næsta sigur í hesum kappingar­ ár­inum. Teir vunnu dystin 2-1, eftir at teir leingi høvdu verið á odda 2-0. Maðurin, ið stóð fyri báð­ um Víkinga málunum, var ungi og evnaríki leir­víking­ urin, Gunnar Vatnhamar, ið fyri fyrstu ferð í hesum kapp­ ingarárinum, fekk møgu­ leikan frá byrjan á Víkinga lið­num. Gunnar Vatnhamar er lítlibeiggi ein annan leik­ ara á Víkinga liðnum, nevn­ iliga landsliðsleikaran, Sølva Vatnhamar. Við sigrinum sunnudagin, hálaði Víkingur seg upp á triðja plássið í deildini. Teir eru nú einans fimm stig aftan­fyri oddaliðið, NSÍ. andre@sosialurin.fo fótbóltur Effo-deildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 NSÍ 6 5 0 1 19 8 +11 15 2 B36 6 4 2 0 14 5 +9 14 3 Víkingur 6 2 4 0 14 9 +5 10 4 HB 6 2 3 1 9 7 +2 9 5 ÍF 6 1 4 1 10 10 0 7 6 TB 6 1 3 2 7 9 -2 6 7 KÍ 6 1 2 3 8 10 -2 5 8 AB 6 0 5 1 5 7 -2 5 9 EB/Streymur 6 0 3 3 7 14 -7 3 10 FC Suðuroy 6 1 0 5 6 20 -14 3 FC Suðuroy - AB 3-1 (2-1) 1-0 Valerian Iobashvili, 4. 2-0 Mamuka Torondjadze, 13. 2-1 Jógvan Andrias Nolsøe, 31. 3-1 Mamuka Torondjadze, 90. FC Suðuroy: Rani N. Johannesen – Dánjal Godtfred (Rani Johansen ■, 87), Valerian Iobashvili, Christian Ibeagha, Heri E. Kjærbo – Høgni Madsen, Palli Augustinussen, Búi Egilsson ■, Tóki Mortensen, Mamuka Torondjazde – John T. Poulsen (John Villi Leo, 90) AB: Heðin Stenberg – Jónas Stenberg (Sørin N. Samuelsen, 46), Dimitrije Jankovic, Andras Brixen, Beinir Ellefsen (Karstin Højgaard, 75) – Bárður Olsen, Mikkjal Hentze, Kristin R. Mouritsen, Álvur Christiansen – Jógvan Andrias Nolsøe ■, Nikolaj Eriksen ■ B36 - TB 3-0 (0-0) 1-0 Lukasz Cieslewicz, 71. 2-0 Jákup á Borg, 85. 3-0 Árni G. Nielsen, 90. B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Odmar Færø, Gestur B. Dam – Róaldur Jakobsen, Eli F. Nielsen ■ (Andrias H. Eriksen, 56) – Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz, Hans Pauli Samulesen (Benjamin Heinesen, 88) – Ibrahima Camara (Árni G. Nielsen, 66) TB: Ivan Stojkovic – Teitur Olsen, Teitur Justinussen (Franck Able, 81), Andri F. Bjørnsson, Reynir Magnusson – Rógvi Joensen, Eirikur Magnusarson, Heine Mortensen – Albert Adu, Arthur D. Poulsen ■■■, Patrik Johannesen (Heini M. Mortensen, 75) ÍF - KÍ 3-1 (1-1) 0-1 Páll Klettskarð, 11. 1-1 Bartal Eliasen, 14. 2-1 Adeshina Lawal, 68. 3-1 Kristoffur Jakobsen, 88. ÍF: Predrag Markovic – Frank Poulsen, Bartal Eliasen, Poul N. Mikkelsen, Áki Petersen – Fritleif í Lambanum ■ (Kristoffur Jakobsen, 73), Karl Løkin ■■■ – Dánjal á Lakjuni (Leivur Joensen, 89), Nenad Saric (Sjúrður Jacobsen, 64), Andy Olsen – Adeshina Lawal ■ KÍ: Meinhardt Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas F. Rasmussen, Ndende Adama Gueye, Mayowa Alli (Jákup B. Andreasen, 83) – Atli Danielsen, Evrard Blé ■, Jóannes Bjartalíð (Heðin á Lakjuni, 73), Hjalgrím Elttør – Kenan Hajdarevic, Páll Klettskarð EB/Streymur - Víkingur 1-2 (0-1) 0-1 Gunnar Vatnhamar, 8. 0-2 Gunnar Vatnhamar, 70. 1-2 Súni Olsen (sjálvmál), 89. EB/Streymur: Jákup Højgaard – Árni G. Olsen, Andras Olsen, Rógvi E. Nielsen, Tonny Kruse – Rói Olsen (Hanus Olsen, 61), Brian Olsen, Niels Pauli Danielsen ■ – Tóki Johannesen, Ragnar Danielsen (Jan á Høgaryggi, 60), Leif Niclasen (Ólavur Ejdesgaard, 79) Víkingur: Geza Turi – Gert Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen ■ – Súni Olsen, Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Filip Djordjevic (Sámal Jákup Joensen, 67) – Andreas Lava Olsen (Magnus Jarnskor, 89), Finnur Justinussen Páll Lervig fc Suðuroy Nú fingu vit í FC Suðuory fyrsta sigurin í hús. Kempið hvønn dyst soleiðis. Koyr á FC Suðuroy! fjepparin Sæbjørn Leiti íf Fysti sigur í ár í effo deildini tað eru vit sera glað fyri. Dysturin var ikki serliga góður tað bleiv alt for nógv fløjta í dag, vit fyngu 2 reyð kort men alíkavæl vístu teir strísvilja og vunnu 3-1. Koyr á ÍF! fjepparin Kristian M. Skála ab Einki fjepp... fjepparin Rógvi Dam EB/Streymur Hví spældu vit ikki 10min aftrat, vit vaknaðu ikki fyrr enn Ólavur skoraði sítt fyrsta mál í Effodeildini. Saman standa vit sterk fjepparin Kristian Joensen kí Tað er einki suttligt at skriva fyri tíðina. Men eg haldi at KÍ skuldi fingið sær tveir útlendingar aftrat, so kanska einki av okkara egnu talentum slapp á liði. Nú mugu aðrir bollar í suppuna, ta eru sku bara 2 stig til niðurflyting fjepparin Petur Asbjørn Lervig víkingur 3 stig eru altíð nakað man kann fegnast um. Stuttligt at tann ungi og evnaríki Gunnar skoraði 2 mál. Nú hyggja vit fram ímotir einum torførum útidysti. WLYV! fjepparin Mynd: Álvur Haraldsen Úrslit 6. umfar Mynd: Sigmar Mørkøre Mynd: Sigmar Mørkøre