Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-13, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. apríl 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. apríl 2015 · Nr. 41 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge – Runavík Tað skuldi ein heppin fótur til, áðrenn runavíkingar endi­liga kundu fáa sig­andi sigurin, ið vísur fram­gongd­ ina við Løkin. Í meginpartin av fimm korterum trýsti NSÍ gestir­nar úr HB, men inn vildi bólt­urin ikki. Heldur ikki tá topp­skjúttin farnu tvey árini – og núvernadi toppskjúttin í Effo-deildini – Klæmint A. Olsen, bleiv púra fríur, ella tá mál­verjin hjá HB sat niðri og Jóhnard Frederiksberg skjeyt inni í 5-metrinum. Søgan sá út til at endur­ taka seg, men so glapp. Magnus H. Olsen mundi ikki heilt vita hvat hann ætlaði, tá hann royndi at senda bóltin upp tvørs stutt uttanfyri brots­teigin. Bólturin rakti HB mið­vallaran René Shaki Joensen, og snýtti at kalla alt og øll. Eisini Teit M. Gestsson í HB mál­inum. 1-0 til NSÍ móti HB, sum ikki megnaði at koma við nøkr­um aftursvari. Heldur økti NSÍ til 2-0, sum bleiv enda­liga úrslitið. Størri enn trý stig Í eini tvey ár hevur NSÍ havt á sær, at teir ikki klára tær stóru uppgávurnar. Sigarnir koma bara móti botninum eru skotsmálini. Søgan hevur endurtikið seg í ár, men mið­ skeiðis í seinna hálvleiki spenti NSÍ bringuna heilt fram. Har eru nøkur eyka hár at hóma. Liðið hevur, at síggja til, ment seg til eitt lið, sum kann bjóða av í stríð­ num um heiðursmerki. Fyri tveimum árum síð­ ani spældi Per Langgaard fyri tað mesta á næstbesta lið­num í 2. deild, meðan Monrad Holm Jacobsen ikki er miðverji av natúr. Í gjár hildu teir Arnbjørni Hansen og hinum í HB niðri á nøkr­ um fáum møguleikum. Á miðvøllinum vóru Hákun Edmundsson og Haraldur R. Højgaard omaná í stríðnum við so mætar menn sum Fróða Benjaminsen og Levi Hanssen. Fyri uttan fyrstu løtuna, so vísti Árni Frederiks­berg aftur hví hann verður roknaður sum ein av vanda­miklu spælarunum í før­oyskum fótbólti. Sum altíð, so gekk lið­ skip­arin, Klæmint A. Olsen, á odda. Tað er einki nýtt í tí, men nú hevur hann lið, sum kann bjóða av um heiðurs­ merkini aftanfyri seg. Tað prógvaði NSÍ við sigr­inum í gjár. Havandi í huga skots­ málini farnu tvey árini, so hevur hesin sigurin størri týdning enn tey trý stigini, sum hann gevur á stigata­ lvuni. Hann er skjalprógv fyri fram­gongdini við vøllin við Løkin. Runnu HB umkoll Hóast HB allatíð sá út sum eitt, ið kundi skora, so var NSÍ við yvirlutan tað mesta av dyst­inum. Í fyrra hálvleiki hevði NSÍ vindin ímóti, men kláraði alíkavæl betri at koma til vandamiklar støður enn HB. Fyri uttan tvær ferðir, tá Andras Gango endaði í onga­ mannalandi, so megn­aði HB ikki at spæla seg til góðar møguleikar. Í hinum enda­ num var Teitur fleiri ferður um ein háls, tá NSÍ kom í álop. Einu ferðina endaði hann á dindlinum, men megn­aði alíkavæl at bjarga, tá Jónhard Frederiksberg skjeyt úr stuttari fjarstøðu. fótbóltur H E S A V I K U N A 3 Andras Gango Heldur málið reint, men hevði nakrar støður har hann skapti ótryggleika, tá hann kom skeivt út. Annars eitt góðkent avrik. 3 Johan Jacobsen Tykist vera follin væl til í NSÍ. Spælir sum ein tryggur høgri bakkur, ið røkir sínar uppgávur uttan at gera ov nógv burtuúr. 3 Monrad H. Jacobsen Eitt javnt og gott avrik í miðverjuni. Valdi tryggu loysnina, tá ástóð og hevði gott tamarhald á Arnbjørni. 3 Per Langgaard Somuleiðis eitt javnt gott avrik. Tekur heldur ikki nakrar kjansir, men manglar onkuntíð samskifti við Gango. 3 Pól Jóhannus Justinussen Ikki hansara besti dystur, men røkir verjuskyldirnar væl. Fyllur nógv, stórur og sterkur, men hevur onkuntíð givið meiri til framrættaða spælið. 3 Haraldur R. Højgaard (Út 82.min) Spælir í fyrra hálvleiki til eitt 4-tal, men seinastu løtuna av seinna hálvleiki ger hann nógvar villur, sum hála hann niður á eitt 3-tal. Annars gott avrik. 5 Hákun Edmundsson Dagsins spælari Var høvðus­orsøkin til, at NSÍ vann miðvøllin. Nakað sum bleiv dystaravgerandi. Stríddist væl og er skilagóður á bóltinum. 3 Magnus H. Olsen (Út 75.min) Átti lut í margháttliga málinum til 1-0, og spældi Klæmint púra leysan seint í fyrra hálvleiki. Annars var talan um eitt miðal avrik á framrættaða miðvøllinum. 3 Jónhard Frederiksberg Arbeiður hart og kundi – og skuldi – havt lagt NSÍ á odda í fyrra hálvleiki. Eitt javnt gott avrik, uttan tó at skapa so nógv. 4 Árni Frederiksberg (Út 79.min) Hevði tað trupult móti Jóhan Troest, men blomstraði móti Alex Santos. Kom til fleiri góðar støður, men misti eisini høvdið í óneyðugari støðu, sum kostaði gult. 4 Klæmint A. Olsen Arbeiður knasandi hart og gevur verjuni hjá HB nógv at hugsa um. Skorar 2-0 málið, men kundi eisini havt skorað okkurt annað mál. 4 Jann Martin Mortensen (Inn 75.min) Gjørdi tað, sum ein innskiftari skal. Bjóðaði seg fram við nógvari orku. Tað úrslitaði í einum uppleggi. 3 Jónleif Højgaard (Inn 79.min) Fjaldi seg ikki, men fekk heldur ikki sett sítt fingramerki á dystin. 3 Andras Frederiksberg (Inn 82.min) Kom inn á miðvøllin at stíðast. Ringt at meta um, men gjørdi ongar villur. spælarameting Nú er NSÍ eitt topplið Runavíkingar prógvaðu í gjár, at teir eisini kunnu takast við teir stóru dreingirnar í Effo-deildini. Við nógvari orku, skjótum spæli og eitt sindur av hepni megnaði teir, at vinna sannførandi á HB Klæmint eitt mál frá »Klubb 100« Klæmint A. Olsen skoraði í dystinum sítt mál nummar 99 í bestu deildini. Sostatt er hann bara eitt mál frá at koma í »Klubb 100« saman við monnum sum John Petersen, Jákupi á Borg, Una Arge, Kurt Mørkøre og Arnbjørni Hansen. 1 til 6 Jan B. Antonioussen nsí Sodan! Okkara menn snøgt sagt blástu hb til havnar aftur við ongum! 2-0 var, um nakað, í minna lagi! »Sveinaroyndin«, sum in.fo kallaði tað, má sigast at vera loyst til UG. Sterkt pressað, dreingir! Góðir, góðir, góðir ! fjepparin